Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 11. juli 2003 15 Steðgurin hevur sjáldan komið betri við Nógvu umførini síðstu vikurnar hava havt við sær, at nógvir spælarar eru skaddir og rættuliga slitnir, og tað hevur serliga gingið út yvir tey, sum ikki hava nógv at taka av. Tá ið mest hevur rátt um, hava oddaliðini havt neyðugu tyngdina 10. UMFARIÐ SAMANUM Jóannes Hansen Mikukvøldið fór fótbóltur- in í summarfrí. Hjá spælar- unum man frítíðin kennast uppaftur meiri væl komin, enn hon hevur verið áður. Eftir fýra ferðir 90 strævnar minuttir í tvær vikur, er einki at siga til, at spælarar- nir eru móðir og slitnir. At siga, at tað nú er summarfrí frá fótbóltinum, er ikki heilt rætt. HB skal longu mikukvøldið spæla í fyrsta innleiðandi umfarin- um í europeisku meistara- kappingini, og B36 og GÍ hvíla ikki leingi, áðrenn teir fara at fyrireika seg til steypafinaluna, sum teir skulu spæla ólavsøkudag. Hini feløgini halda frí ímillum tíggju dagar og gott og væl tvær vikur, so verður aftur lagt til brots at fyrireika seg til átta tey síðstu umførini í lands- kappingini og Europa Cup luttøkuna, sum NSÍ og KÍ í august fara at vera partur av. Akkurát sum roknað varð við Í 10. umfarinum vóru úr- slitini akkurát, sum tað frammanundan kundi rokn- ast við. Øll tey liðini, sum undan mikudegnum vóru hægri á støðutalvuni enn mótstøðuliðini í 10. um- farinum, vunnu. KÍ vann 1- 0 á GÍ í fyrsta umfarinum, og tað gjørdu teir aftur hesa ferð. HB vann 3-1 á FS Vágum í fyrsta umfarinum, og hesa ferð vunnu teir 3-2. NSÍ vann 2-0 á heimavølli í fyrsta umfarinum ímóti Skála, og í grannauppgerð- ini í 10. umfarinum, sum varð avgreidd fyri tveimum vikum síðani, vunnu teir 3- 1. B36 og B68 spældu í fyrsta umfarinum javnt á útivølli ímóti ávikavíst VB og EB/Streymi. Hesa ferð vóru árstalsfeløgini á heimavølli, og tey vunnu. B36 er oddalið, og teir hava møguleikan at endur- taka 2001 avrikið, tá ið teir á ólavsøku vunnu steypa- finaluna og seinni á árinum vunnu meistaraheitið. Størstu kappingina tykist B36 at skula fáa frá grann- unum úr HB og NSÍ. Men úrslitini hjá B68 og KÍ mikukvøldið gera, at hesi bæði liðini framvegis mugu roknast sum møgulig evni til heiðursmerkjapláss. Tá ið tað undan kapping- arbyrjan varð mett og roknað við, hvussu kapp- ingarárið fór at hilnast, vóru havnarfeløgini roknað millum mest uppløgdu evn- ini til oddasessin. NSÍ og KÍ vórðu eisini nevnd sum møgulig oddaevni og kanska eisini GÍ. Støðu- talvan eftir tíggju tey fyrstu umførini vísir, at tað hevur gingið, sum tað kundi rokn- ast við. Undantakið er B68, ið ikki er so niðarlaga, sum tað frammanundan varð roknað við. Eftir sigurin á EB/Streymi mikukvøldið kjálkast toftamenn fram ímóti heiðursmerkjapláss- unum, og so megnaðu teir hesa ferð at skjóta fleiri mál, enn teir hava gjørt nakra aðra ferðina í ár. Í teimum níggju fyrstu um- førunum skoraði B68 átta mál. Í 10. umfarinum løgdu teir 50 prosent afturat. Teir skoraðu fýra ferðir miku- kvøldið. Fremstu feløgini eiga tyngdina Botnurin er soleiðis, sum hann hevur verið mesta partin av árinum. Tað lá í luftini, at vágbingar kanska skuldu leggja rygg til stórtap í Gundadali, men soleiðis gekk tað ikki. VB tapti 2-1 ímóti oddaliðnum, og avrikið hjá vágbingum var ikki so galið at halda summarfrí aftaná. Einki er at ivast í, at plássið hjá VB á støðutalvuni er tað mest óvæntaða av øllum. VB hevur bara vunnið á heimavølli ímóti Skála. Teir hava megnað javnleik á heimavølli ímóti B36 og EB/Streymi og í Klaksvík. Teir hava tapt sjey ferðir. Tríggjar ferðir hava teir tapt við einum máli. Vágamenn hava eisini tapt sjey ferðir, og teir hava eisini tríggjar ferðir tapt við einum máli. Hjá fremstu liðunum er tað næstan líka mikið, um tey vinna við einum ella sjey málum. Serliga eftir at reglurnar fyri nøkrum árum síðani vórðu broyttar, so- leiðis at tað nú eru innan- hýsis uppgerðirnar, sum telja, áðrenn tað verður hugt eftir málmuninum. FS Vágar hevur síðstu fýra dagarnar tvær ferðir verið á sigurskós ímóti oddaliðunum, men so hava teir mist á stokkinum. Tað ber til at siga, at teir í FSV hava verið óhepnir, og tað hava teir verið - eitt nú mis- nýttu teir brotsspark í 2. hálvleiki ímóti NSÍ - men tað vísir seg aftur og aftur, at tá ið tað stendur á, so vísa oddaliðini, at tey hava tyngdina og evnini, sum skulu til. At tað hevur eydnast NSÍ og HB í Miðvági at venda hóttandi tapi til teprar sigrar og harvið trý stig er ikki ber tilvild. Avrikini ella rættari restandi avrikini fyrstu longu løturnar kundu bent á, at størsta hóttanin ímóti oddaliðunum, tá ið tey spæla ímóti botnliðun- um, eru oddaliðini sjálvi. Heilsustøðan Hesar síðstu vikurnar hava merkiliga nógvir spælarar sitið uttanfyri, tí teir hava verið skaddir. Tað kunnu tað í hvussu so er vera tríggjar orsøkir til. Ein er, at tað hevur verið so stutt millum umførini, ein onnur kann vera, at spælið er ófantaligari nú, enn tað hevur verið, og ein triðja kann vera, at dómararnir ikki eru so skjótir at blanda seg nú, sum teir áður hava verið. Tveir teir seinnu møguleikarnar kann tað altíð metast og kjakast um. Tað er í hvussu so er ein veruleiki, at skaðarnir í luftspælinum hava verið fleiri, enn teir plaga at vera. At armarnir og ælbogarnir hjá fleiri nú eru hægri, enn teir áður hava verið, er heldur einki at ivast í. Før- oyskir spælarar súgva til sín úr sjónvarpinum og úr al- tjóða royndunum. Sum oft- ast er tað gott, men ikki al- tíð. At tað er ov tætt millum umførini hava vit áður víst á, og vit skulu ikki troytta við hesum. At tað í fleiri vikur hevur verið spælt mikukvøld kemst av, at feløgini ikki vildu hava, at tvey tey fyrstu umførini vórðu spæld tvey tey fyrstu vikuskiftini í mai. Okkara sjónarmið verður neyvan tikið við, tá ið ætlanir og skráir verða lagdar. Men tað kann neyvan vera stór ósemja um, at tað hevur verið ov stórt trýst á fót- bóltskappingini hesar sein- astu vikurnar, og at tað hev- ur verið stak óheppið, at hetta akkurát hevur verið í og rundan um ta vikuna, tá ið áhugin fyri tað mesta hevur snúð seg um Oyggja- leikirnar. Men nú er summarfrí. Skaddu og troyttu spælarar- nir hava møguleika at koma fyri seg, sjálvt um tað skjótt verður farið undir aftur venjingarnar, og 3. august verður aftur farið undir stríðið um mál, stig, FM og Europa Cup og um at sleppa undan niðurflyting. Í 11. umfarinum sær skráin soleiðis út: B68-Skála, HB- NSÍ, GÍ-FS Vágar, VB-KÍ og EB/Streymur-B36. Summarsteðgurin kemur væl við hjá fleiri feløgum, sum eru illa plágað av skaðum. Her eru Predrag Zivkovic hjá VB og John Petersen hjá B36 í hornatøkum í seinasta landskappingardystinum undan steðginum Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 129 - 11. juli 2003 B36 vann ein uppi- bornan sigur, men spælið var einki at reypa av - snøgt sagt vánaligt. VB megnaði at halda heimliðnum frá fatinum langt út í dystin, men innskifti Bárður Mortansson fekk tó hol á, tá seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini B36 líktist als ikki einum oddaliði, tá VB var á vitjan í sirminum í Gundadali mikukvøldið. Hóast B36 vann dystin, kunnu teir als ikki vera ernir av sínum spæli. VB kom til Havnar at verja tað eina stigið, og dystarætlanin helt rættiliga langt inn í dystin, inntil B36 at enda fekk hol á, tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla. Fyrri hálvleikur hevði ógvuliga lítið at bjóða uppá, tá talan er um mál- møguleikar og spenning. B36 hevði bóltin fyri tað mesta, men verjan hjá VB stóð seg væl og hevði sjáldan nakrar stórvegis trupulleikar við tí annars so vandamikla B36-álopinum. Verjuleikarin Janus Kjærbo er fyri kortum fluttur aftur til Føroyar, og hann var fyri fyrstu ferð við frá byrjan hjá VB. Hann hevði fingið eina bundna uppgávu at liggja beint frammanfyri verjuna og ansa eftir Jákupi á Borg, ið var á offensiva miðvøll- inum hjá B36. Hesa uppgávu megnaði hann væl, og Jákup fekk ongantíð sítt spæl veruliga at koyra. Hetta hevði aftur við sær, at álopsspælið hjá B36 tóktist stirvið, og spælið koyrdi ov seint. Hetta var ikki tað, sum B36-áskoðararnir sóu sunnudagin ímóti GÍ. Heðin bjargar Einasta opna málmøgu- leikan fyri steðgin hevði John Petersen eftir ein hálvan tíma. Jens Kristian Hansen fær eina langa sending frá Allani Mørk- øre, og Jens Kristian leggur út frá til John Petersen, sum er komin at standa rættiliga leysur miðskeiðis í brots- teiginum. Hann langar til, men beint í ryggin hjá Heðini á Lakjuni, sum stóð frammanfyri málinum. Hetta var besti og at kalla einasti veruligi málmøgu- leiki hjá heimaliðnum fyri steðgin. Jákup á Borg hevði eitt vandamikið fríspark, sum Bjarni Johansen tók sær av, og B36 fekk eisini eitt mál kolldømt, tá Heini í Skorini nýtti hondina til hjálpar inni í brotsteiginum. Eftir steðgin royndi B36- venjarin Ion Geolgau at broyta liðið fyri at sleppa ígjøgnum VB-verjuna. Jákup á Borg varð fluttur heilt fram í álopið, og Heðin á Lakjuni fór aftur á vinstra vong. Hetta setti tó ikki ferð á B36 álopið, men dysturin helt fram í somu ferð sum fyri steðgin. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Jens Kristian Hansen ein stóran møguleika. Jákup á Borg sendi eitt hornaspark høgt innfyri til handaru stong, har John Petersen skallar innfyri aftur til Jens Kristian. Hann langar til úr stuttari fjar- støðu, men Bjarni Johan- sen, ið sum heild stóð ein góðan dyst, bjargaði tí harða skotinum. Innskifting var lykilin Tá hálvur tími var eftir at spæla, varð Bárður Mort- ansson settur á vøllin fyri Heina í Skorini til sín fyrsta dyst í landskappingini, og hetta skuldi vísa seg at vera ein klók avgerð hjá venjar- anum. Hann hevur annars verið illa plágaður av skaða í ár. Tá 72 minuttir vórðu leiktir vann John Petersen eitt fríspark úti í vinstra borði. Vágbingar mettu, at frísparkið var ov bíligt og mótmæltu, men lítið batti. Jákup á Borg legði tað spakuligt innfyri til nærm- astu stong, og har stakk Bárður tonna fram og legði B36 á odda. B36 leikararnir vóru um hetta mundið blivnir fjálturstungnir, tí tað sá ikki út til, at teir fóru at megna at bróta VB-verjuna niður. Bárður var nær við at fáa enn eitt mál, tá hann og Heðin á Lakjuni spældu væl saman. Heðin legði útfrá til Bárð, men Bjarni kom væl niður at bjarga. Toppskjúttin í føroysku 1. deild er nú Heðin á Lakjuni. Hann fekk sítt sjeynda mál í landskapp- ingini, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. John Petersen spældi Heðin, og tá rangstøðufellan hjá VB miseydnaðist, var hann púra leysur. Heðin sendi framvið Bjarna til 2-0. Birgir sló til So hildu tey flestu, at dyst- urin var avgjørdur, men VB hevur ein vandamiklan áleypara í Birgiri Jørgen- sen. Hann varð settur á vøllin stutt eftir fyrra málið hjá B36, og hann minkaði um munin til 2-1, eftir at vanliga leiktíðin var úti. Palli Augustinussen setti ferð á í vinstra borði og legði innfyri til Birgir, sum var sloppin framum tveir B36 verjuleikarar, og hann skoraði. Tað var óskiljandi fyri okkum, sum sótu uttan- fyri, hví Birgir ikki byrjaði inni, ella hví hann varð settur á vøllin so seint. Møguliga hevur hann ikki verið heilt klárur, men hann er í øllum førum nógv tann vandamiklasti spælarin hjá VB. Hann hevur skotið meira enn helmingin av øllum málunum hjá VB í landskappingini í ár, seks av tíggju málum hevur Birgir staðið fyri. VB fekk eisini eitt gott høvi at javna, tá Palli Augustinussen vann eitt hornaspark í seinasta minutti. Tróndur fekk tó hondina á innleggið, og Klæmint Matras fekk beint bóltin burtur av vandaleið. B36 vann dystin, og tað var sum heild uppiborið, tí heimaliðið skapti fleiri málmøguleikar, men vág- bingar munnu iðra seg eitt sindur, tí tað eydnaðist hóast alt at halda havnar- monnum rættiliga langt inn í dystin. B36 fer í summarfrí sum oddalið, meðan VB enn liggur í tyngra endanum. B36-VB 2-1 (0-0) 1-0: Bárður Mortansson, 72. 2-0: Heðin á Lakjuni, 86. 2-1: Birgir Jørgensen, 90. B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Pól Thor- steinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen - Jákup á Borg, Heini í Skorini (Bárður Mortansson, 60.), Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen - John Petersen, Heðin á Lakjuni (Fróði Clementsen, 90.) Á beinkinum: Sverri Kjærbo, Bergur Midjord, Magnus Poulsen VB: Bjarni Johansen - Eyð- un Jacobsen, Janus Kjærbo, Predrag Zivkovic, Dejan Nikolic - Palli Augustinus- sen, Milan Kulic, Slobodan Madzar, Mortan úr Hørg - Jón Pauli Olsen (Birgir Jørgensen, 77.), Brian Andreasen Á beinkinum: Michael í Lágabø, Eyðstein í Lágabø, Kári í Lágabø, Heini Jacob- sen Gul kort: Klæmint Matras, B36 og Brian Andreasen, VB. B36-VB 2-1 (0-0): Útskiftari fekk hol á Kenneth Jacobsen hjá B36 fer framvið liðformanninum hjá VB, Eyðuni Jacobsen, og B36 vann eisini sín sjeynda sigur á rað, tá oddaliðið vann 2-1 á VB Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14