Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 11. juli 2003 17 Størri tyngd í toftamonnum Men tað var ikki fyrrenn stutt undan leikloki, at tað var greitt, at stigini skuldu verða á Svangaskarði, og at gestirnir, sum høvdu havt onkrar góðar støður, einki skuldu fáa B68-EB/STREYMUR Jóannes Hansen Tað var gott lag á Toftum mikukvøldið. Trý stig komu til høldar ímóti EB/- Streymi, og harvið verður B68 við í stríðnum um heiðursmerkini, tá ið tað eftir mánaðarskiftið verður farið undir aftur lands- kappingina. Men tað tók sína tíð, áðr- enn tað var greitt, at heima- liðið skuldi vinna. Tá stórur tími var farin, gekk - so segði hann - av báðum end- um. Innanfyri eitt korter vórðu fimm mál skorað, og EB/Streymur var leingi væl við. Tá støðan var 2-2, hevði Sorin Anghel góðan møguleika at leggja EB/- Streym á odda. Hann var einsamallur við B68 mál- verjanum, sum hann royndi at draga framvið. Men hann kom ov langt út í borðið, og so varð vinkulin ov spískur, og einki spurdist burturúr. Eina aðra ferðina gjørdist Ronnie Samuelsen púra leysur. Hann tóktist vera rættuliga frammarlaga og ivaleyst rangstaddur, men floytan segði einki. So var spenningurin stórur, men einki spurdist burturúr, tí Albert Sævarsson vann tví- dystin. At B68 málverjin var stinnur og sannførandi kom enn eina ferð B68 sera væl við. Bílig mál Talan var um nógvar nær- dystir, og tá var tað týðu- ligt, at tyngdin í heimaliðn- um var størri, enn hon var hjá mótstøðumonnunum. Øssur Hansen var noyddur at taka seg aftur í steðg- inum, men tað tóktist ikki bila so nógv, tí B68 mið- vøllurin, sum sammett við tann hjá mótstøðuliðnum var yvirmannaður - teir vóru tríggir sentralt í 3-5-2 uppstilling, meðan mót- støðuliðið var í 4-4-2 upp- stilling, var fyri tað mesta omaná. Í 1. hálvleiki kom eitt mál, tá ið lítil hálvur tími var farin. Tá var lotið, sum B68 hevði undan, einki at tosa um, og málið var rættuliga bíligt. John Heri Dam gyppaði høgt og langt miðskeiðis av mótstøðu- helvtini í vinstru og heilt frá síðulinjuni. Bólturin fór heilt høgt, áðrenn hann dal- aði niður frammanfyri tvør- træið og aftanfyri málverj- an og so var 1-0. Seinna umfarið var átjan minuttir gamalt, tá ið tað aftur var javnt. Og aftur hesa ferð var talan um støðu, har mótstøðuliðið hjálpti væl til. Dánial Han- sen, sum eftir tvey mál ímóti VB var afturvaldur sum álopsspælari hjá B68, var í egnum brotsteigi fyri at hjálpa til, tá ið fríspark varð sent innfyri. Men álopsmaðurin var so mikið óheppin, at hann við høvd- inum snittaði bóltin í málið aftanfyri sín egna málverja. So var EB/Streymur aftur í støðuni, sum teir høvdu viljað hugsað sær, men tað gingu bara tveir minuttir, so var aftur mótbrekka. B68 fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið varð trillað upp á tvørs til Fróða Benjaminsen, sum lyfti í bleytan boga upp um mann- garðin og dygst inn undir samankomingina. B68 var harvið framman- fyri 2-1, men mótið svann ikki úr gestunum. Fimm minuttir seinni høvdu teir fríspark, sum Egil á Bø trillaði upp á tvørs til Magna á Lakjuni, sum smekkaði til. Vart varð fyri, men EB/Streymur varð- veitti álopið, og so eydnað- ist tað miðvallaranum í høgru, Marna Djurhuus, at skjóta eitt sera vakurt mál og harvið at javna til 2-2. Han dró eitt sindur upp á tvørs, gjørdi einar tvær skotfintur, og so lyfti hann í bleytum boga í málið. Harvið tóktist alt aftur púra opið, gestirnir fegnað- ust, men tað mundu teir gera í so nógv av. Minuttin eftir var aftur mál til B68. Hesa ferð var Súni Fríði Jo- hannesen fyrstur á retur- bóltinum, eftir at ikki ser- liga harðlig roynd ímóti málinum í bleytum boga hevði siglt í tríkantssaman- komingina, áðrenn bólturin stakk í vøllin inni undir málinum. Hjá EB/Streymi var tað líka mikið, um teir taptu við einum ella tveimum málum. Teir spentu síðstu løtuna álopsbogan, men hann brast. Álopini hjá teimum gjørdust ikki heilt vandamikil, tí teir fyri tað mesta oystu langar send- ingar fram í B68 brotsteig- in, har Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen og Ják- up Eli Olsen høvdu gott tak á - ikki minst í luftkrígnum. Tólv minuttir undan dystar- enda staðfesti heimaliðið sigurin, og aftur var talan um eitt sindur margháttligt mál. Eftir innlegg úr høgru og afturum handara stólpan stútaði Súni Fríði Johanne- sen heilt bleytt. Málverjin fylgdi aftaná bóltinum, men gjørdi einki við hann, og so brast bólturin í hand- ara stólpan, áðrenn hann støkk inn um strikuna til 4- 2. Hjá EB/Streymi sum hjá so mongum øðrum mundi tað koma væl við, at hetta var síðsta ferðin undan summarsteðginum. Í 2. hálvleiki fóru spælarar hjá teimum tvær ferðir av vøll- inum, tí teir vóru skaddir í nærdysti. B68-EB/Streymur 4-2 (1-0) 1-0: John Heri Dam 28. 1-1: sjálvmál 63. 2-1: Fróði Benjaminsen 65. 2-2: Marni Djurhuus 70. 3-2: Súni Fríði Johannesen 71. 4-2: Súni Fríði Johannesen 78. Dómari: Páll Augustinus- sen B68: Albert Sævarsson - Arnbjørn Danieslen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen - Bogi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 88.), Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen (Jóhan Petur Poul- sen, 46.), John Heri Dam (Mannbjørn Nesá, 84.) - Súni Fríði Johannesen, Dánial Hansen Gult kort: Fróði Benja- minsen, Arnbjørn Daniel- sen, Jann Ingi Petersen EB/Streymur: Gunnar á Steig - Hallur Jacobsen (Esmar Eiðisgarð, 55.), Egil á Bø, Gert Hansen, Eyðfinn Joensen - Marni Djurhuus (Jákup Martin Jo- ensen, 89.), Ronnie Samu- elsen, Marek Vierzbicki, Magni á Lakjuni - Hans Pauli Samuelsen (Bárður Olsen, 80.), Sorin Anghel Gult kort: Marni Djurhuus Súni Fríði Johannesen skoraði sítt triðja og fjórða landskappingarmál í dystinum móti EB/Streymi mikukvøldið. B68 hevur við sigrinum framvegis samband við oddaliðini Savnsmynd 17 16 Nr. 129 - 11. juli 2003 Av tí at tað bara eina ferð eydnaðist at fáa mál burturúr yvir- vágini spøkti møgu- leikin fyri, at GÍ skuldi javna støðugt, og síðsta bríkslið kendist tískil sum sannur lætti hjá heimaliðnum KÍ-GÍ Jóannes Hansen Stóri spurningurin hjá gøtumonnum, áðrenn teir fóru um fjørðin, var, um teir yvirhøvur vóru førir fyri at bjóða av við ellivu spælarum. Tað eydnaðist, men tað kom sera illa við, at Popczynski sjálvur ikki var førur fyri at spæla og harvið legðist afturat øllum hinum, sum nú skulu royna at koma fyri seg, so teir verða førir fyri at spæla ólavsøkudag, tá ið kapping- arárið skal bjargast í steypafinaluni. - Avbjóðingirnar ímóti GÍ kennast altíð sum serligar lokaluppgerðir. Tá verður ikki hugsað so nógv um polerað spæl, men tað ræð- ur um at vinna, so liggur vertin á, hvussu stigini koma til høldar. Soleiðis søgdu KÍ spæl- ararnir undan mikukvøld- inum, og teir mundu neyv- an vera ósamdar við seg sjálvar, tá ið Birgir Sond- um, sum megnaði væl at halda skil á, hevði bríkslað fyri síðstu ferð. KÍ hevði vunnið 1-0, teir høvdu fingið týdningarmiklu stig- ini, soleiðis at teir framveg- is hava møguleika at blanda seg millum tey bestu, og leikliga avrikið hevði ikki verið at rópa hurrá fyri og ikki av tí kalibrinum, sum klaksvíkingarnir vístu sunnudagin, tá ið teir einki stig fingu burturúr. Leitaðu eftir dynamikkinum Viljin til at seta eyka guvu undir spælið tóktist búgva í heimamonnunum, men teir høvdu ilt við at toga seg sjálvar upp og harvið at fáa tað kropsliga yvirskotið í spælið, sum skuldi til fyri at seta nógvu óroyndu GÍ spælararnar so at siga upp á pláss. KÍ hevði bóltin meiri alla tíðina, men í fyrra umfarin- um vóru málmøguleikarnir fáir og smáir. Onkra ferðina komu teir til baklinjuna í høgru og løgdu innfyri, utt- an at nakað spurdist burtur- úr. Næst við vóru teir, tá ið Hjalgrím Elttør sneiddi seg til baklinjuna í vinstru, sneiddi framvið baklinjuni og royndi úr fimm metrum at leggja út frá, men tá varð taklað út til horna. Sunnudagin ímóti HB sat Eyðun Klakstein á beinkin- um alla tíðina. Tað tóktist undarligt, at hann ikki varð settur á vøllin síðstu løtuna, tá ið tað mesta gekk fyri seg í HB brotsteiginum, og tað var brúk fyri knøppum og óvæntaðum dragingum fyri at vinna málmøguleik- an og kanska brotssparkið, sum skuldi til. Hesa ferð varð Eyðun Klakstein settur inn beinan- vegin í 2. hálvleiki, og tað var henda disopsitiónin, sum gjørdi munin. Eyðun var sera væl upplagdur, samanspælið í vinstru gjørdist gott, og tað kom tyngd í hetta borðið. Eftir uppspæl í vinstru stóðust einar tríggjar góðar støður burturúr, og Eyðun hevði sjálvur tann besta, men GÍ málverjin bjargaði til horna. Úr høgru vórðu bóltarnir ofta í 2. hálvleiki sendir aft- arlaga frá og í brotsteigin, har teir oftast vóru barna- matur hjá Bartali Eliasen. Men tað var júst eftir eina sovorna sending, tá ið tað restaði eitt stórt korter, at KÍ fekk einasta málið. Eyð- un Klakstein dró úr vinstru og tvørturum, sneiddi fram- við tveimum, áðrenn hann legði út til Harley Berthold- sen, sum sendi langt og høgt til handara stólpan, har Ove Nysted, sum ann- ars var merkiliga tamur og lítið fokuseraður, vann luft- kríggið og drønstútaði dygst undir tvørtræið. Tað lætnaði hjá heima- liðnum, sum næstu minutt- irnar royndi at økja um leiðsluna, men tað eydn- aðist ikki, og so sigldu teir vandasjógv síðstu løtuna. Eingin broddur Fyritreytirnar gjørdu, at gøtumenn vóru nøgdir við málleysan javnleik. Teir royndu fleiri ferðir í 1. hálvleiki at flyta nógv fólk fram á vøllin, tá ið teir fóru í snarálop, men tað var ov lítil tyngd og broddur í. At fyrst Gidek og síðani lið- formaðurin Poul Ennigarð í 2. hálvleiki noyddust at taka seg úr stríðnum - tann seinni eftir samanstoyt í luftdysti - var sjálvandi steinur oman á byrðu. Tá ið KÍ var komið á odda, og tíðin gekk undan, broyttist gongdin, soleiðis at heimaliðið vardi, og GÍ fekk tiltuskað sær horna- spørk og frísparksinnlegg. Bartal Eliasen var fremsti maður, men teir komu ong- antíð í støðuna, sum kundi bera mál við sær. Næst við at fáa mál vóru teir tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið langt og høgt spark støkk í vøllin og upp um hesa ferð ikki ser- liga sannførandi KÍ mál- verjan, sum kortini megn- aði at fáa bóltin aftur, áðrenn skaði stóðst av. Skulu illa plágaðu gøtu- menninir síggja nakra nyttu í stríðnum, sum teir vóru partur av við so skerdari manning, so má tað vera, at royndirnar fara at bera nyttu við sær seinni. Men tað man vera ilt at síggja nakað hugaligt í tí júst nú. KÍ-GÍ 1-0 (0-0) 1-0: Ove Nysted 72. Dómari: Birgir Sondum KÍ: Kartin Joensen - Harley Bertholdsen, Niclas Niclas- sen, Aleksander Djordjevic, Símun Joensen - Arnhold Joensen, Atli Danielsen, Jan Joensen, Leon Bjartalíð (Eyðun Klakstein, 46.) - Hjalgrím Elttør, Ove Ny- sted Gult kort: Ove Nysted, Símun Joensen GÍ: Jacek Przybylski - Poul Ennigarð (Anton Skoradal, 70.), Leivur Hansen - Jón- reid Dalheim, Høgni Mad- sen, Súni Olsen, Gidek (Henning Jarnskor, 55.), Bárður á Lakjuni - Áslakur R. Petersen, Magnus Skoralíð (Páll Rói Poulsen, 81.) Gult kort: Bartal Eliasen, Høgni Madsen KÍ-GÍ 1-0 (0-0): KÍ fekk alt ímóti sera skaðaplágaða GÍ Bartal Eliasen hjá GÍ takklar Arnhold Joensen hjá KÍ. Klaksvíkingar fóru avstað við einum teprum 1-0 sigri Mynd: Símun á Høvdanum C M Y K 16