Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 129 - 11. juli 2003 RENNING Tíðindaskriv Leygardagin 12. juli verður skipað fyri rennikapping á Vestanstevnu í Sandavági. Kappast verður í ymsum bólkum bæði hjá vaksnum og børnum. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, ið bæði eru einstakar kapp- ingar og partur av Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri. Øll kappingin fer fram nærhendis kirkjuni í Sandavági. Tveir teir yngru aldursbólkarnir hjá børnum renna eina rundu á eystara áarbakka, meðan tveir teir størru renna tvær. Tey vaksnu renna góðar 5 rundir í bygdini. Kappingin byrjar kl. 12.00, tá vaksin renna 5 km. Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, fevnir kapp- ingin um tveir aldursbólk- ar: vaksin (menn og kvinn- ur f. 1958-1985), og veter- anar (menn og kvinnur f. - 1957). Vinnararnir fáa steyp, og nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerki. Børnini byrja kl. 12.30, tá dreingir -7 og gentur -7 (f.1996 ella seinni) renna 500 m. Síðani renna dreingir -10 og gentur -10 (f.1993-1995) sama tein. Tveir teir eldru bólkarnir hjá børnum, dreingir -13 og gentur -13 (f. 1990-1992) og dreingir -17 og gentur - 17 (f. 1986-1989), renna 1 km. Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum hjá gentum og dreingjum fáa heiðurs- merki. Tey, ið ætla sær at lut- taka, skulu melda til á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya www.athle- tics.fo innan fríggjakvøldið 11. juli kl. 18.00. Tað ber tó eisini til at melda til á p- plássinum við kirkjuna, hálvan tíma áðrenn kapp- ingin byrjar. Kappast verður eftir hesi skrá: 11.30 Tilmelding á p- plássinum við kirkjuna í Sandavági 12.00 Vaksin (f. 1958- 1985) og veteranar (f. - 1957) renna 5 km 12.30 Dreingir -7/Gentur -7 (f.1996 ella seinni) renna 500m 12.40 Dreingir -10/Gentur - 10 (f.1993-1995) renna 500m 12.50 Dreingir -13/Gentur - 13 (f.1990-1992) renna 1.000m 13.00 Dreingir -17/Gentur - 17 (f.1986-1989) renna 1.000m 13.10 Heiðursmerkjahand- an á p-plássinum við kirkjuna. Renning á Vestanstevnu Leygardagin 12. juli verður skipað rennikapping á Vestanstevnu í Sandavági fyri fólk í øllum aldri Máltindurin Heðin á Lakjuni B36 7 John Petersen B36 6 Andrew av Fløtum HB 6 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Birgir Jørgensen VB 6 Krzystof Popczynski GÍ 5 Hjalgrím Elttør KÍ 5 Helgi L. Petersen NSÍ 5 Súni Fríði Johannesen B68 4 Karsten From HB 4 Rúni Nolsøe HB 4 Jákup á Borg B36 3 Dánjal Hansen B68 3 Hans Pauli Samuelsen EB/S 3 Clayton Soares FSV 3 Rógvi Jacobsen HB 3 Tór-Ingar Akselsen HB 3 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 3 Milan Kulic VB 3 Jens Kristian Hansen B36 2 Sjálvmál B68 2 Egil á Bø EB/S 2 Gert Hansen EB/S 2 Magni á Lakjuni EB/S 2 Marni Djurhuus EB/S 2 Sorin Anghel EB/S 2 Elfinn Ørvarodd FSV 2 Eyðfinn Fjalsbak FSV 2 Jens Erik Rasmussen FSV 2 Kim Poulsen FSV 2 Bartal Eliasen GÍ 2 Símun Samuelsen GÍ 2 Súni Olsen GÍ 2 Rókur F. Jespersen HB 2 Atli Danielsen KÍ 2 Ove Nysted KÍ 2 Jústinus R. Hansen NSÍ 2 Bogi Gregersen Skála 2 Allan Mørkøre B36 1 Bárður Mortansson B36 1 Klæmint Matras B36 1 Sjálvmál B36 1 Sonni Johansen B36 1 Fróði Benjaminsen B68 1 Jóan Petur Poulsen B68 1 John Heri Dam B68 1 Sjálvmál EB/S 1 Ronnie Samuelsen EB/S 1 Marek Viersbicki EB/S 1 Silva FSV 1 Hans Pauli Petersen GÍ 1 Bjarni Jørgensen HB 1 Hallur Danielsen HB 1 Símun Eliasen HB 1 Allan Joensen KÍ 1 Símin Joensen KÍ 1 Brynjólvur Nielsen NSÍ 1 Messias Perreira NSÍ 1 Óli Hansen NSÍ 1 Sjúrður Jacobsen NSÍ 1 Palli Augustinussen VB 1 Arnhold Berg Skála 1 Hanus Thorleifsson Skála 1 Pauli G. Hansen Skála 1 LANDSLIÐ Stefan í Skorini Álvur Hansen, landsliðs- venjari hjá U-19 kvinnu- landsliðnum, hevur sent boð eftir tríati leikarum at koma til úttøkuvenjing. Venjingarnar eru í dag, fríggjadagin, og týsdagin. Landsliðið skal í døg- unum 23. til 30 september í ár luttaka í EM-undankapp- ing í Bosna-Herzegovina, og hetta er ein liður í út- tøkuni av tí endaliga hóp- inum. Tær, sum hava fingið boð, eru: Jóhanna Ólavs- dóttir og Maria við Neyst úr KÍ. Ása Christiansen, Unn Kragesteen, Selma Dahl Erol, Ása Dam á Neystabø, Heidi Hansen, Elsa Maria Olsen og Lív Horsdal úr B36. Mary-Ann Isaksen og Maibritt Sval- bard úr B68. Maria Michel- sen, Asta Magnussen, Elin Kathrina Haraldsen og Jytta Drangstein úr AB. Randi S. Wardum, Kristina D. Simonsen, Malan á Dunga, Linda Weihe og Ása úr Dímun úr HB. Birgit Kaliqay, Annika Niclasen og Jóna Hansen úr FS Vágum. Anja Klæmints- dóttir og Henny Olsen úr GÍ. Dania Berthelsen úr Skála. Birita Christiansen og Doris Joensen úr EB. Hanna Poulsen og Irdi Toftegaard úr ÍF. Úttøkuvenjing til U-19 kvinnulandsliðið Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 10 7 - 1 - 2 23 8 15 22 2 HB 10 6 - 3 - 1 25 13 12 21 3 NSÍ 10 5 - 4 - 1 20 9 11 19 4 B68 10 4 - 5 - 1 12 7 5 17 5 KÍ 10 5 - 2 - 3 11 15 -4 17 6 EB/Streymur 10 3 - 4 - 3 16 18 -2 13 7 GÍ 10 3 - 3 - 4 12 15 -3 12 8 FS Vágar 10 2 - 1 - 7 12 23 -11 7 9 VB 10 1 - 3 - 6 10 20 -10 6 10 Skála 10 1 - 0 - 9 6 19 -13 3 C M Y K 18 Nr. 129 - 11. juli 2003 19 Ternan og Dúgvan um Leirvíksfjørð Seinastu tíðina hava nógvar søgur gingið runt í Klaksvík um, at Ternan fer at verða sett inn í sigling sam- an við Dúgvuni um Leirvíksfjørð. Kristi- an Davidsen, strand- ferðslustjóri, váttar, at tað verður arbeitt við hesum, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr STRANDFERÐSLAN Solby A. Eliasen Leirvíksfjarðarleiðin hevur verið nógv uppi og vent seinasta árið ella so. Dúgv- an megnar ikki at røkja siglingina um Leirvíksfjørð einsamøll, og mangan vald- ar kaos á ferjuleguni í Klaksvík serliga, tá longu bilarøðirnar koma langt niðan á Stangavegin og eru til miklan ampa fyri van- ligu ferðsluna. Og somu- leiðis er bíðitíðin til at sleppa yvir um fjørðin long, og tað tarnar serliga vinnulívinum. Sam varð settur inn at røkja siglingina saman við Dúgvuni, men fyri eini tíð síðani varð Sam tikin úr aftur siglingini, tí hann vísti seg at vera í so ringum standi, at hann ikki kundi sigla meira. Hann liggur í dag á Klaksvíkar Sleipi- støð, har neyðugu ábøtur- nar verða gjørdar á hann. – Sam vísti seg at vera verri fyri, enn vit høvdu væntað, so nógvar ábøtur skuldu gerast á hann fyri, at hann yvirhøvur skuldi kunna sigla. Pappírini vórðu jú tikin frá honum, so tað var alneyðugt at gera hann í stand, greiðir Kristi- an Davidsen frá. Stjórin á Strandferðsluni væntar, at Sam verður lið- ugur mánadagin, og so verður hann settur aftur í sigling um Leirvíksfjørð. Men harvið er trupulleikin um Leirvíksfjørð ikki loyst- ur, og stjórin á Strand- ferðsluni ásannar, at Sam megnar ikki at nøkta tørvin við verandi modelli. – Trupulleikin við Sam er, at tað er bert tann eina manningin, og verður hann so settur inn at byrja at sigla tíðliga um morgunin, so nøktar hann ikki trýstið, sum vanliga er seinni um dagin, og umvent, um vit seta hann at byrja sigling- ina seinni á degnum, greið- ir Kristian Davidsen frá. Tí er Strandferðslan sam- an við Leirvíksfjarðarbólk- inum, sum varð settur í februar, farin at arbeiða við einum uppskoti um, at Tern- an ístaðin verður sett inn at røkja siglingina um Leir- víksfjørð saman við Dúgv- uni. Hetta er eitt ynski, sum hevur verið í Norðoyggjum í langa tíð, og nú liggur eitt møguligt uppskot also á arbeiðsborðinum. Men Kristian Davidsen leggur dent á, at uppskotið bert liggur á borðinum. – Vit arbeiða við tí, tað kann eg vátta, men í skriv- andi stund er tað bert á borðinum. Vit eru als ikki liðug við tað, og tað er heldur ikki góðtikið nakra- staðni, sigur hann. Hann viðgongur, at tað serliga er tað peningaliga, sum spælir inn, tí henda loysnin kann ikki sigast at fara at verða ein av teimum bíligastu. Og fíggjarliga ill- veðrið, sum Strandferðslan er og hevur verið í hetta árið, ger tað ikki lættari at fáa hetta at bera til. – Vit arbeiða við ymsum uppskotum um, hvussu hetta kundi verðið gjørt, og hvussu bíligt vit kunnu gera tað, men sum sagt so er onki ítøkiligt at siga frá enn, sigur Kristian Davidsen, sum er nakað varin við at úttala seg um hetta. Men samstundis ásannar hann, at tørvurin av flutningi um Leirvíksfjørð er so mikið stórur, at tað má ein loysn til. – Vit hava lagt nógva orku í arbeiðið við at finna eina loysn, sigur Kristian Davidsen, sum kallar hetta uppskotið fyri eina menn- ingarverkætlan um Leir- víksfjørð. Stjórin á Strandferðsluni veit ikki at siga fyri vissu, nær talanin verður um eitt ítøkiligt uppskot. – Uppskotið liggur sum sagt á arbeiðsborðinum enn, og enn skal nógv ymiskt fáast upp á pláss. Men manningin er kunnað um tað, og vit arbeiða í tøttum samstarvi við Leirvíksfjarð- arbólkin, sum jú varð settur til sama endamál, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni at enda. Um tað uppskotið, sum nú liggur á arbeiðsborðinum hjá Strandferðsluni, verður veruleiki, so verða tað Dúgvan og Ternan, sum fara at røkja siglingina um Leirvíksfjørð 19