Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 24 Nr.177—17. SEPTEMBER 1993 Góði, fitti Eyðbjartur Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum. Alt tað besta framyv- ir, ynskja omma, abbi og fastir Góða Erla Uha, tað er strævið at gera reint. Man verður so heitur. Men hví ert tú í húgvu? Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum tann 19. sept. Vit 5 á Skála og Jette Fr Góða mamma Hjartaliga tillukku við deg- num, sum var 15. sept. Takk fyri alt, tú hevur verið fyri okk- um, ynskja vit 5 gellurnar Eisini ein heilsan frá svigar- soninum. Góði Jens Chr. Hjartaliga tillukku við føding- ardegnum í dag. Royn nú og vakna, so tú fært hasa troyggj- una lidna áðrenn kavin kemur. Heilsan, svigermor Góði Tormóð Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum tann 18. sept., og ein heilsan til Petur. Vit gleða okk- um at koma í fødingardag. Heilsan, Susi og Annbritt / Stuðul frá Utnorðurs- samstarvinum Útnorðurssamstarvið er stovnur undir Nordisk Ministerrád og hevur til enda- máls at økja samstarvið millum Grøn- land, Føroyar og Ísland. Endamálið verður rokkið partvís við verkætlanum, ið stovnurin sjálvur tek- ur stig til og partvís við at veita stuðul til verkætlanir, ið privatar fyritokur og al- mennir stovnar taka stig til. Verkætlanir um samstarvsvirksemi og gransking, sum kunnu koma vinnuliv- inum í útnorðursekinum til góðar, hava serliga góðar meguleikar fyri at fáa stuðul. Stuðul verður veittur bæði til al- mennar og privatar stovnar. Søkjast kann um stuðul upp til '/2 milj. kr. árliga og stuðul kann verða veittur í upp til 3 ár. Stuðulin er tó treytaður av, at onnur fígging fæst til vega til verk- ætlanina. Umsókn, sum skal verða skrivað á norðurlendskum máli, eigur at fevna um: — Stutt yvirlit yvir sjálva ætlanina. — Upphæddina, ið sekt verður um. — Samlaða figgjarætlan, ið vísir, hvørj- ir stovnar ella einstaklingar taka lut í útreiðslunum og hvussu fígging fæst til vega. — Nevn á ábyrgdarfólki fyri sjálva verk- ætlanina. Stuðulsumsóknir fyri samstarvsverk- ætlanir í 1995 skulu vera stovninum í endi áðrenn 24. oktober 1994. Umsóknir verða at senda til: Útnorðurssamstarvið Hoyvíksvegur 51 Postboks 1287 110 Tórshavn Telefon: 14028 Telefax: 10459 — veitslutónleikur til tel. 1-9194 tann ljósa morgun! J Tidindabladid GL Sekstanda sunnudag eftir trinitatis Kollekt: Latum okkum øll biðja: Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum hevur latið einborna son tín verða menniskju, fyri at hann við deyða sínum skuldi gjalda fyri syndir okkara og bjarga okkum frá hinum æviga deyða, vær biðjum teg: Ger okkum fest í hesi trúgv, so at vit ikki ivast um, at likasum vár harra Jesus Kristus í Nain vakti upp sonin hjá einkjuni við sínum almáttuga orði, soleiðis vil hann eisini vekja okkum upp á evsta degi, so at vit við øllum trågvandi kunnu verda sæl um ævir fyri elskuliga son tin, Jesus Krist, våran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Gud um aldur og ævir allar! Amen. Epistulin skrivar Paulus åpostul í fyrra brævi sínum til Korintmanna, 15. kap. 21-28. v. Ti at vid at deydin kom vid eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. Ti at:líkasum øll doyggja f Ådami, soleidis skulu eisini øll verda gjørd livandi i Kristi. Men ein og hver í sínum radi: Kristus sum frumgróður- in, tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara; síðan kemur endin, tá ið hann letur ríkið til Guð og faðirin, tá ið hann hevur týnt einum og hverjum harradømi, einum og hverjum veldi og mátti. Tí at hann skal vera kongur, til tess hann hevur lagt allar fíggindarnar undir fætur sína. Síðsti fíggindi, sum týndur verður, er deyðin; ti at alt hevur hann lagt undir fætur hansara. Men tá ið hann sigur, at alt er lagt undir, er tað eyðvitað, at hann er undantikin, sum legði alt undir hann. Men tá ið alt er lagt undir hann, tá skal eisini sonurin sjálvur leggja seg undir hann, til tess at Guð má vera alt í øllum. Hetta heilaga evangeliid skrivar Jóhannes evangelistur, 11. kap. 19. 45.v Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima. Marta segði tá við Jesus: >Harri, hevði tú verið her, tå var bróðir mín ikki deyður. Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tæra. Jesus sigur við hana: „Bróðir tin skal rísa upp. Marta sigur við hann: >Ég veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi«. Jesus segði við hana: >Ég eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvert tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum«? Hon sigur við hann: »Ja, Harri, eg havi tråd, at tå ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin<. Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: »Meistarin er her og rópar teg«. Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara. Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði mett honum. Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út á grøvina at gráta har. Men tå ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og så hann, fel hon honum til fóta og segði við hann: >Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deydur«. Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødamar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði: »Hvar hava tit lagt hann?« Teir siga við hann: »Harri, kom og siggjl« Jesus feldi tár. Tá søgdu Jødamir: >Sí, hvussu hann elskaði hann!< Men summir teirra søgdu: >Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?< Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grevina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí. Jesus sigur: »Takid steinin frål« Marta, systir hins deyða, sigur við hann: »Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar«. Jesus sigur við hana: »Segdi eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?< Teir tóku tá steinin frå. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: »Fadir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg. Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tå hevur sent meg«. Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: >Lázarus, kom út higarl« Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við hann: >Loysið hann og latið hann fara!< Mangir av Jødunum, teir, sum vóru komnir til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, rúðu nú á hann. AS