leygardagur 17. september 1994síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 177 — 17. SEPTEMBER 1994 Sida 25
Hatta sær út sum grikskt, heldur lesarin og undrast.
Nei, hatta er nyføroyskt, ella rættari: itvarpsfør-
oyskt
»Keir kostu hann, segði útvarpið, og so skuldu vit
lurtarar bara gita, hvat bleiv gjørt við henda neyðar
mann. Mundu teir fara illa við honum? Vit hava
nakað á donskum, sum eitur 'at koste med nogen'.
Tað er nøkulunda tað sama sum at sjúgva onkran, at
beita onkran, at misbrúka og sýna lítla virðing fyri
onkrum.
Men her var ikki talan um, at nakar bleiv beittur
ella sjúgvaður. Her var talan um onkran, sum bleiv
valdur til okkurt.
Aftur her var danskaræðslan upp á spæl. Av øllum
merkiligum lærisetningum, sum tann politiska mál-
stýringin hevur klakt, er hesin helst tann snedigasti
og hann er — tíverri — eisini tann, sum hevur fest seg
best: tað má ikki líkjast donskum!
Okkara tíðindafólk havaeina ótakksama uppgávu.
Ofta er tíðin knøpp, tá ið hálvonnur alin av ritzau skal
umsetast, og ikki er tann grammatiski kunnskapurin
altíð líka stórur sum tann álvari, sum liggur í starv-
inum, og sum tann treysta røddin ofta ber boð um. Og
so er tað, at teir einføldu lærisetningarnir, sum væl-
meinandi lærarar hava bankað inn í skallan á teimum
verjuleysu, koma til hjálpar: tað má ikki líkjast
Útvarpsmaðurin kundi havt sagt: teir valdu hann.
Men hetta eitur á donskum: de valgte ham. Tað ber
ikki til. Í staðin fór hann so trilvandi aftur í tróndaróld
eftir sagnorðinum: kjósa. Hann syfti tað inn í ed-
mundstíð, knoðaði tað inn í ritzau — og bendi tað
skeivt!
"Kjósa'er skylt við kjós' á fugli og kúren' á týskum
og choose' á eingilskum í týdninginum 'velja'. Taðer
sama orð sum 'kista' á nåtidarføroyskum og 'fortjust',
gandaður á svenskum.
Eisini bendingarliga er orðið merkiligt. Í orða-
bókini frá 1927/28 verður 'kjósa' bent soleiðis: hann
kýsur ella kjósar, hann keys ella kjósaði, teir kusu
ella kjósaðu, og sum annar lýsingarháttur: kosin ella
kjósaður. Her verður orðið altso bent bæði sterkt og
veikt. Tað samsvarar eisini væl við sangin hjá S. M.
Zachariassen: Risin kjósaði sær eitt vív.
Men í orðabókini frá 1961 stendur bara tann sterka
bendingin: kýsur, keys, kusu, kosin. Hví? Og við
hvørjum rætti?
Tann kreativi útvarpsmaðurin hevur — helst uttan
at vita tað sjálvur — skapt eina bending afturat, eina
blandaða bending, tá ið hann í staðin fyri 'kusu' segði
'kostu'. Sama ger. Eingin forstóð, hvat hann segði.
Og tað var sjálvandi ikki ætlanin. Men hann slapp frá
atsiganakað, sum >líkist donskum«. Og tad er jú tað,
sum mest um ræður.
Skulu vit vraka tað norrøna orðið 'velja', so kunnu
vit tað sama kassera orðið 'fiskur' (ti tað eigur FISK á
donskum) og í staðin siga 'táknuvera' ella ' stertdýr<.
C.
>BÓNDAFANGA<
Onkur læt herfyri av munni okkurt um at >bónda-
fanga« trolmenn. Sum onkuntíð áður ávíst (Orðafar
13) var hetta íwótt hjá útlendskum høvudsstadar-
skálkum, sum var at lumpa góðvarnar bygdamenn,
helst fyri pengar. Lítið hóskar hetta erð her á landi,
her sum bóndanavnið enn átti at verið heiðursnavn.
Danska orðið bondefanger sigst vera komið úr týsk-
um, har tað eitur Bauernfånger.
Lýsið í Sosialinum
Gudstænastur 16. s.e. trinitatis
Havnar kirkja: I. P. Dam
Vesturkirkjan: H. Poulsen kl. 11.00
Kirkjubøur: H. Poulsen kl. 13.00
Vik: M. R. Jacobsen kl. 11.00
Tjørnuvik: M. R. Jacobsen kl. 12.00
Vestmanna: U. Næs kl. 11.00
Miðvágur: D. Johannesen kl. 11.00
Skåla: E. Olsen kl. 11.00, altargongd
Glyvrar: J. Bech kl. 11.00, altargongd
Elduvik: P. O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Klaksvik: H. Bøgesvang kl. 11.00
Mikladalur: N. P. Danielsen kl. 12.00, altargongd
Vidareidi: E. Beder kl. 11.00 (frå sunnudegnum verdur
farid i kirkju kl. 12) :
Hvalvik: M. Bæk kl. 12.00, talvan gongur fyri Sjómans-
missiónina
Húsavík: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: P. Paulsen kl. 11.00, altargongd
Hvalba: P. Paulsen kl. 18.00, altargongd
Vågur: H. Joensen kl. 11.00
Meinigheitshúsið, Torshavn
Sunnudagin kl 14: Sunnudagsskúli.
Sunnukvøldi& kl. 18: Einki møti vegna årsmøtini hjá
Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
KFUK, Torshavn
Månadagin kl. 15.00: Samkoma teirra eldru. Bibliutimi
v/ Bjarna Bæk, sóknarpresti.
Tysdagin kl. 16.00: Vårgledi (smågentudeildin).
Samkoman Sion, Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundyr.
Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundir.
Bønartænastan svarar á tlf. 73941, frå kl. 20.00-22.00.
Fødingar
6. september fingu Ella og
Moodi Nordberg, Hvalba,
eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 4500 gr.
9. september fingu Jóhanna
Zachariasen og Martin
Joensen, Hoyvík, eina dótt-
ur. Hon var 56 cm long og
vigaði 3800 gr.
9. september fingu Marjun
og Erling Olsson, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var
53 cm long og vigaði 4300
gr.
10. september fingu Malan
og Berge Christiansen,
Miðvági, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vigaði
3750 gr.
11. september fingu Sigvør
og Jógvan Gregersen,
Norðraggtu, ein son. Hann
var 53 cm langur og vigaði
3950 gr.
11. september fingu Jó-
hanna Langgaard og Mon-
rad Dalbúð, Leirvík, ein
son. Hann var 50 cm langur
og vigaði 3250 gr.
11. september fingu Birgit
og Hans Christian Isaksen,
Klaksvík, ein son. Hann var
52 cm langur og vigaði
3500 gr.
Vælkomið
lítla barn
14. september fingu Ása
Hansen og Svein Patursson,
Tórshavn, eina dóttur.
14. september fingur Durita
Gilstón Thorsteinsson og
Sámal Lindenskov, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var
49 cm long og vigaði 3105
gr.
15. september fingu Haldis
Petersen og Ami Olsen,
Argjum, eina dóttur. Hon
var 55 cm long og vigað
3800 gr.
16. september fingu Her-
gerð Johannesen, Gjógv, og
Jens Heldarsgarð, Klaks-
vík, eina dóttur. Hon var 50
cm long og vigaði 3150 gr.
8.september
Maria Simonsen, Sørvågi, 78 ára gomul.
10. september
Jens Nielsen, Tvøroyri, vanliga nevndur Jens hjá Palla
hjá Mikkjali í Geil, 52 ára gamal.
10. september
Læknavaktir
Tórshavn: Annika
Olsen, tlf. 17700,
leygardagin. Johan
Djurhuus, tlf. 14319,
sunnudagin.
Eysturoy: Pól Johs. í
Homrum, tlf. 44038,
leygardagin. Sverri
Lamhauge, uf.
48016, sunnudagin.
Norðuroyggjar:
Jaspur Petersen,
tlf. 56400
Vågar: Tlf. 32413.
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560.
Tannlæknavakt
Torshavn
Brådfeingishjålp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl.
13-14. Tlf. 14544
hevur fingið sveinabræv sum
maskinsmiður. Hann lærði hjá
Landsverkfrødinginum í Øra-
vik, Lærimeistari var Hans
Poulsen.
Hjalti Petersen, Fuglafirði,
hevur fingið sveinabræv sum
bygningssnikkari. Hann lærdi
á Snikkaravirkinum á Kambs-
dali. Lærimeistarar vóru Ole
Abrahamsen, Jan Mohr og
Gunleif Berjastein.
Eyðver Løkjå, Skála, hevur
fingið lærubræv í skrivstovu-
yrkinum. Hon lærdi á Føroya
Handilsskúla á Kambsdali.
Lærimeistari var Sigver
Lakså.
Signar i Homrum, Kollafirði,
hevur fingið lærubræv í kram-
búðaryrkinum. Hann lærdi hjá
Bónus í Tórshavn. Lærimeist-
ari var Jaspur Johannesen.
Dánjal Jákup Mortensen, Jakki í Mýruni, ættaður úr
Qravík, búsitandi í Reykjavík, 86 ára gamal.
11. september
Olina Andreasen, Øravikarlid, búsitandi i Havn, 86 ára
gomul.
12. september
Poul Juul Ungagarð, Lopra, 32 ára gamal.
Ingrid Vang, fødd Berg, Nes, Hvalba, 74 ára gomul.
13. september
Jákup Merkisstein, ættaður av Eiði, búsitandi í Havn,
70 ára gamal.
Marin Christina Thomasen, vanliga nevnd Dinna,
Sandavági, 78 ára gomul.
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frå kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bid um 16929 ella 10714.
— hevur opið |
= Telefonir: 18222 og 19238
Blindastovnu