týsdagur 20. september 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994 Sida 7
Ein veljarakanning, id 2HF gjørdi fríggjadagin i samfelagsfaki millum 380 næminga
Hoydølum, peikar å ein sambandsmann og Zacharias Wang
Fe
og lærarar á Studentaskulanum i
sum KOMANdI FOiKUUNgSmMEnNnnNn
(Savnsmynd)
VELJARAKANNING i HO YDØLUM:
Tridi hvor fer ikki á val
Vanligt er, at fleiri veljara-
kanningar av ymsum slagi
verða gjørdar undan vali á
arbeiðsplássum, skúlum og
aðrastaðni.
Tá talan sum oftast er um
ein savnaðan bólk, og talið á
teimum spurdu eisini ofta er
ov lítið til, at ein kann meta
um, hvussu valúrslitið kann
hátta seg, eru slíkar kann-
ingar gjarna áhugaverðar.
Fríggjamorgunin gjørðu
13 næmingar úr 2HF í sam-
felagsfaki á Studentaskúl-
anum í Hoydølum eina velj-
arakanning, har teir spurdu
teir 380 næmingarnar og
læraramar á skúlanum,
hvussu tey fara at greiða at-
kvødu í morgin, tá fólka-
tingsvalið verður.
Av teimum tilsamans 380
spurdu vóru 29%, ið søgdu,
at tey ikki ætladu sær å val,
so kanska er tað ein åbend-
ing um, at vallutiøkan enn
einaferð verður í undirkant-
inum, tá boð eru eftir veljar-
unum — bert hálvantriðja
mánað eftir løgtingsvalid,
ið var 7. juli.
Men millum tey umleid
270,id ætla sær á val, var úr-
slitið hetta í prosentum:
Sambandsflokkurin 24%
Uttanflokkalistin 17%
Javnadarflokkurin 16%
Verkamannafylkingin 16%
Fólkaflokkurin 12%
Tjóðveldisflokkurin 11%
Sjálvstýrisflokkurin 3%
Kr. Fólkaflokkurin 1%
Við ødrum orðum vísir
hendan kanningin — við øll-
um fyrivarni — at tað verða
Sambandsflokkurin og Utt-
anflokkalistin, ið fáa báðar
fólkatingsmenninar.
Heilt serligi fyrivarni eig-
ur sjálvsagt at verða tíkið
við hesum úrsliti, tí einsam-
alla valevni á Uttanflokka-
listanum, Zacharias Wang,
er jú lærari í Hoydglum, so
tað kann vera viðvirkandi til
eitt nakað subjektiv úrslit.
Kortini er áhugavert at
síggja, at millum skúlaung-
dómin og lærararnar í Hoy-
dølum er uppbakkingin til
teir báðar verandi fólka-
tingsmenninar, Atla P. Dam
úr Javnaðarflokkinum og
Óla Breckmann úr Fólka-
flokkinum, ikki er so stór at
teir kunnu rokna við aftur-
vali.
Men sum sagt, so eiga øll
hugsandi fyrivarni at verða
tíkin við kanningum á ein-
um avmarkaðum gki og við
avmarkaðari og samlaðari
nøgd av spurdum.
Hoyra allar høvuds-
kandidatarnar í dag
Eisini kann úrslitið gerast
eitt heilt annað, um næm-
ingarnir aftur í dag fara at
gera eina kanning, tí fyrra-
partin kl. 10 er valfundur í
auluni í Hoydølum, har tey
vænta sær vitjan av høvuds-
kandidatunum hjá øllum
átta uppstillaðu flokkunum.
Tá næmingar og lærarar
hava lurtað nóg leingi eftir
teimum, kann so væl vera, at
onkur hevur skift meining
og í morgin fer og greiðir
aðra atkvødu, enn ætlanin
var frammanundan.
hj.
Danska valstriðið lítið
mætari enn tað foroyska
Høvudskandidatarnir í danska valstríðnum undan fólkatingsvalinum í
morgin eru eins ófórir at tosa um alt annað enn politikk og teir føroysku
Fyrsta valsendingin undan
fólkatingsvalinum í morgin
var í Sjónvarpi Foroya hós-
kveldið, og har varð megin-
parturin av tíðin brúktur at
i0sa um alt annað enn sjálv
fólkaungsvalið, og hvat tey
ymsu valevnini — allir átta
uppstilladu flokkarnir vóru
umboðaðir — veruliga ætla
at gera, um tey verða vald
Her heima hevur fólka-
tingsvalið staðið í skuggan-
um av samráðingunum um
nýtt landsstýri, men politik-
ararnir royndu hóskveldið
at fáa tað forsømda aftur.
Meðan onkur av teimum
uppstilíaðu helt til afturi í
tíðini beint eftir Svarta-
deyða, onkur rósti sær
sjálvum og onkur annar tos-
aði um tey bæði samgongu-
skjølini, ið hava verið so
nógv umrødd í fjølmidlun-
um síðstu vikurnar. Men so
varð eisini alt tað vanliga
brikslið á skránni, ið tykist
hoyra til. tá valstríð er í Før-
oyum.
Men kanska ein lítil uggi
er at finna í, at danska val-
stríðið undan hesum sama
valstíði er líuð frægari.
Miðskeiðis í famu viku
hittust danski forsætisráð-
harrin Poul Nyrup Rasmus-
sen og ein av kappingar-
neytum hansara um sessin,
Uffe Ellemann-Jensen fyri
fyrstu ferð í valstríðnum til
eina sokallada hólmgongu
framman fyri 2.000 áhoyr-
arum. Har fór eisini megin-
parturin av tíðini við at tosa
um alt annað enn politikk,
so sum hver teirra var tann
stuttligari… hj.
Vikan
fór
Hilmar Jan Hansen,
blaðmaður,
skrivar:
FÆRRI ERU ARBEIÐSLEYS stóð í ein-
ari av yvirskriftunum hjá okkum í leygar-
dagsblaðnum. Hetta var ein av teimum
greinunum, ið vit plaga at skriva hvørja ferð
nýggjastu tølini frá arbeiðsloysisskipanini
verða almannakunngjørd. Borðreitt varð við
somu søgu ovast á forsíðuni, har orðingin
var eitt sindur ødrvisi: »Flytingin minkar
um arbeiðsloysið<. Rann mær í huga, tá eg
fríggjadagin seinnapartin sat við blaðnum,
at hetta eins nógv kann vendast á høvdid, ti
samstundis sum tað er rætt, at flytingin
minkar um arbeiðsloysið, er tað eins rætt, at
arbeiðsloysið økir um flytingina. Hetta for-
renda arbeiðsloysið er jú høvudsorsøkin til,
at so mangir av landsmonnum okkara velja
at siga Føroyum farvæl og søkja eydnuna í
ødrum londum.
SAMSTUNDIS HOYRA VIT, at sokall-
aða Gørtz-nevndin verið frammi við rætti-
liga dapurtskygdum metingum um framtíð-
ina, og har sær ikki út til, at tey arbeiðs-
leysu ella tey fluttu eru annað enn tøl í
heiminum hjá hesi nevnd. Fólkaflytingin er
størsti bágin í føroyska samfelagnum í dag,
og vónandi fer at bera til at koma henni til
lívs við at útvega arbeiðspláss. Góða eydnu
við tí, Oli Jacobsen!
HELDUR IKKI KUNNU politikararnir
sita hendur í favn, maðan fólkið flytir, tí
tølini á føroyingum við valrætti eru minkað
við ikki færri enn 420 — og tað er ikki síðan
síðsta fólkatingsval, men síðani løgtingsval-
ið fyri hálvumtriðja mánaði síðani. Verður
gongdin í landinum ikki betri, eru skjótt
ongar atkvødur eftir hjá politikarunum at
stríðast um, tá teir skulu biðja sær nýggjan
kjans við politikara-skútuni...
TAÐ GJØRDIST DRÚGVT, men so fingu
vit endiliga nýggja manning umborð á skút-
una, ið eisini hevur fingið nýggjan skipara.
Hóast arbeiðslagið helst ikki rættiliga kann
sammetast við tað, ið var umborð á >Agnes
Louise« í skiparans ungu døgum — síggið
fyri tykkum ein klænan ungan mann, vaksin
upp í slokk og við aðrari eygnabrúnni lyftari
— so er at vóna, at friður nú kemur yvir allar
partar av samgonguni. Ikki tí, tað eru týði-
liga krás fyri tíðindafólkini, at menn fara
upp at stríðast, men verður sæð burtur frá tí,
er hetta ikki gott fyri nakað ella nakran.
DÓMADAGUR ER Í MORGIN, stóð at
lesa í oddagreinini leygardagin. Tá skulu |
veljararnir fella sín dóm yvir tey, ið bjóða
seg fram til fólkatingið — bert tvey av teim-
um 86 uppstillaðu sleppa gjøgnum nálar-
eyga. Kanningarnar siga, at sambandið fær
annan, meðan fólkaflokkurin og javnaðar-
flokkurin liggja stavn um stavn í kappingini
um hin. Spennandi verður at síggja.