Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 178 — 20. SEPTEMBER 1994 Síða 13 fólkatingsvalið 94 Til arbeiðis á fólkatingi Samstarvið millum almennu Føroyar og Danmark eigur at vera á stjórnarstigi, t.v.s. ímillum landsstýrið og donsku stjórnina. Hesum samstarvi eiga fólka- tingsumboðini at stuðla. Men javnaðarumboðið á fólkatingi fer eisini at gera vart við onnur mál og aðrar spurningar av týdningi fyri viðurskiftini landanna millum., skrivar Marita Petersen, formaður javnaðarfloksins og valevni til fólkatingsvalið Í hesum stutta valskeiði hevur nógv verið tosað um alttað, føroysku umboðini á fólkatingi ikki skulu gera. Slíkt tos halda vit í javnað- arflokkinum vera burtur- við. Viteru ósamd við teim- um, sum sigasoleiðis, og vit undra okkum ikki sért yvir, at hesi luttaka í fólkatings- uppstillingini. Javnaðarflokkurin sendir fólk á fólkating fyri at ar- beiða. Javnaðarumboð á fólkatingi fer at nýta møgu- leikarnar og rættindini, vit hava, og vit vilja á henda hátt royna at fáa ávirkan á øllum teimum økjum, vit kunnu. Hetta merkir ikki, at javn- aðarumboðið fer at leggja seg út í hvørt smámál, ið verður vidgjørt. Men tað er ikki líka mikið fyri okkum, hvor ræður í Danmark. Tað hevur tydning, hvassu hug- burður og grundhugsan hjá dønum er ímóti okkum. Hesi bæði seinastu árini, nú Føroyar eru vorðnar kendar í Danmark, hava vit ferð eftir ferð lagt til merkis ta negativu støduna, sum nógvir danir, danskir fjøl- miðlar og nakrir danskir po- litikarar hava til Føroyar, føroyingar og trupulleikar okkara. Vanliga danan kunnu vit ikki gera so nógv við. Men fjølmidlarnar kunnu vit á- virka til at broyta hugburð. Hetta kann gerast við upp- lýsing og positivari fram- ferð, og her fáa fólkatings- umboð okkara týdningar- miklan leiklut. Donsku veljararnir gera av hverjir 175 fólkatings- limir av 179 verða valdir. Men føroysku umboðini kunnu vera við til at forða fyri, at tær kreftir í donskum . - v i politikki, ið hava vist nega- ; tiva stóðu til Føroyar, fáa avgerandi orðið í donsku stjórnini. Samstarvið millum al- mennu Føroyar og Dan- mark eigur at vera á stjórn- arstigi, t.v.s. ímillum lands- stýrið og donsku stjórnina. Hesum samstarvi eiga fólkatingsumboðini at stuðla. Men javnaðarum- boðið á fólkatingi fer eisini at gera vart við onnur mál og aðrar spurningar av tydningi fyri viðurskiftini landanna millum. Hvat er tað so hinir flokk- arnir viljaá fólkatingi: Fyrst og fremst ikki taka lut í fólkatingsarbeiðinum, ella taka fólkatingssessirnar av. Hví skulu vit geva teimum atkvøduna? Javnadarumbodid fer å fólkating atarbeiða og virka fyri áhugamálum føroyinga við teimum rættindum, sum fólkatingssessurin gevur. Marita Petersen Skomm at senda tvey borgarlig umboð Fólkaflokkur, KRFFF og miðflokkurin rørandi samdir um at ognartaka ískoyti til fólkapensiónina, skrivar Frank Davidsen At teir tora, ja, enntá leggja uppskot á løgting um at ognartaka tann pening, ið pensionistarnir skuldu fáa úr Samhaldsfasta frá 1997, tað er fyri mær ein gáta. Hvat skulu hesir neyðars menn siga, um tað gongst sum ætlað, og at upphæddin uppá 1000-1500 kr. um mør. verður løgd afturat fólkapensiónini í 1977. Kanska Tordur, Niels Pauli ella Óli Breckmann kundu svarað, eins og greitt øllum pensionistunum frá hví teir eru so nógv ímóti, at fólka- pensiónin verður hækkað við nevndu upphædd um 2— 3 ár. Sambandsflokkurin var eisini fyri at avtaka sam- haldsfasta, men vóru teir so mikið at sær komnir, at teir ikki so frægt sum tordu at nerta við hetta fyri javn- aðarflokkin so prinsipiella mál undir samgongusam- ráðingunum. Tað skal tí verða mín vón, at sitandi samgonga situr valskeiðið út. Harnæst skal tað verða mín vón, at veljarin gevur javnaðarflokkinum eina á- litisváttan nú mikudagin, tá krossurin verður settur. Tí í roynd og veru, u javnaðarflokkurin ikki kendi ábyrgd, aftaná at teir borgarligu uttan at skamm- ast tveittu alla ábyrgd frá sær, so lá samfelagið fram- vegis í stjórnarloysi. Sostatt eigur veljarin at hugsa seg væl um, tá at- kvødast skal, tí sum eg fyrr havi ført fram, so er tað stór skomm at senda tvey borg- arlig umboð niður á Dana- ting, tá somu menn ikki eru mentir at greiða teirra egnu politisku viðurskifti her heima. Góðu veljarar, sitið ikki heima, men farið fjølmentir á val og setið eitt javnaðar- umboð á Fólkating. Gott val! Frank Davidsen Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 10. nov. 1994, kl. 13.00 tvangsauktion, (AS 248/92) over matr. nr. 390, Tórshavn, beliggende Niels Finsensgeta 18, Tórshavn. Auktionen er begæret af advokat Petur Even Djurhuus, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 17/1990) pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er en erhvervsbygning pá en 587 kvm. stor grund. Det be- byggede areal udger 500 kvm. í 3 etag- er og en mellembygning pá 70 kvm. í 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn pá Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 15.09.94 Annelise Ølgaard dim. - oo