Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (Hi Nr. 179 — 21. SEPTEMBER 1994 Síða5 Vestmenningar keypa nýggjan frystitrolara: Skal royna í Irmingahav- inum og undir Føroyum — Trolarin liggur í Skotlandi og vit fara at yvirtaka hann næstum, sigur Tummas Christoffersen, skipari í Vestmanna á Í næstum fær Vestmanna ein nýggjan trolara og 20 kærkomin arbeiðspláss til bygdina + På l Nidri í Frazerburgh í Skotlandi liggur ein 19 ára gamal frystitrolari og bíðar eftir at føroyingar skulu yvirtaka hann. Trolarin er bygdur í Hálandi og er serliga roknaður at fiska eftir pelagiskum fiskasløg- um, sild, makrel, svartkjaft og gullaks. — Ætlanin er at royna ein part av árinum í føroyskum sjæogvi eftir pelagiskum fiskasløgum og síðan er ætlanin at royna eftir kongafiski í Irmingahavin- um, sigur Tummas Christ- offersen, skipari. — Vit hava arbeitt leingi viðætlanini um atkeypaein trolara. Í løtuni er eitt felag undir stovnan, sum skal yvirtaka trolarar. Enn hevur felagið ikki fingið navn. Trolarin verður skrásettur í Føroyum, sigur hann. Trolarin er 59,5 metur langur og tekur 450 tons av av frystum fiski. Maskinan er 2100 hestar og trolarin er vælútgjórdur við ljós- motorum. Ljósmotorarnir klára alla frystiskipanina, eisini stendur ein generator á akslinum á høvudsmask- inuni. — Vit skulu gera nakad við trolaran, tå hann kemur til Føroyar. Vit skulu millum annad skifta rørini i frysti- skipanini. Vit keypa trol- aran fyri 4,7 milliónir krón- ur og rokna við, at hann stendur í sjey milliónum, ta hann er siglingarklárur, sígur Tummas Christoff- ersen. Trolarin hevur stóra frystiorku, hann klárar at frysta 60 tons um sam- døgnid. Í Irmingahavinum er ætlanin at heilfrysta kongafiskin. Tummas hevur ført Vest- menning seinastu árini. 20 manns vera við nýggja trolaranum jústinus Fluttur múlamaður: Múli avtoftaður av kleyvarskapi - Sjúka og "vanvittigar" sparingar førdi til hettar. Høvdu spar- ingarnar ikki komið hevdi fólk kanska búð her enn, sigur Esbern Sølvardå, sum er fluttur úr Múla. Múli hevur leingi verið minsta bygd í Føroyum, men nú er annaðleiðis. Nú ber valla til at kalla Múla eina bygd. Har er einki fólk longur. Vegna kleyvarskap og pappírfusk frá teimum høgu í Havn og elli sjúku- dómi, eru nú tey síðstu fólkini flutt frá Múla. Esbern Sølvarå er ein av teimum fluttu. Hann sigur soleidis frå : "Tað byrjaði við spar- ingunum í "89. Rutan varð avtikin. Posthúsið saman við valdøminum var eisini avtikið og so var Múla so at siga avtoftað. Postflutning- urin var líka ringur, sum tá ið Manuel sigldi, enntá verri. Skuldi vit hava vøru so máttu vit senda boð eftir taxa ella fara við bili og var tað alt ov dýrt hjá tveimum gomlum fólkum. Central- varma hava vit ongan og brúka vit tí petrolium og kostar tað 1100 kr um mánaðan. At heimahjálpin hjá konuni so eisini gjørdist sjúk gjørdi ikki støðuna betri. - Eg haldi sparingina hjá pappírsmonnunum, sum ongantíð hava sæð Múla, vera heilt vanvittiga. Múli kann ikki verða dýrasta bygd í Føroyum, tí vit hava bara goldið skatt og einki fingið afturfyri, sigur Es- bern við góðari samvitsku. At Múli skuldi liggja fyrst á ætlanunum um sparing er heilt burtur við. Eg haldi tað vera kleyvarskap at nú er fólkatómt í Múla. Hatta var ein vánalig sparing. Til dømis gjørdu teir ein veg, sum ikki var hålvlidugur, so tað er émøguligt hjá fólkið at fáa tilfar, um tey skulu byggja her. At vegurin so eisini liggur skeivur ger ætlanina hjá politikarunum enn meira perfekta. Ó- møguligt er at dyrka lendi vegna vegin og ein nýggjan veg, tað vil siga tveir vegir, út til Múla er vanvid. Esbern búði í Múla frá 1980 og úteftir. Mamma hansara var úr Múla og er hansara barnaheim ti har. Múli, pílurin, er nú avtoftað. Seinastu fólkini eru flutt Núer Esbern bert í Múlaum summarið og heystið. Onk- untíð er hann og vermir húsini. Annars kundi cin hildið at tað var fyrircikad at avtofta Múla, sum alt gekk fyri seg. Fyrst rutan, so posthúsið og so valdømid og ein hålv- gjørdur vegur. Ein væl til- rættis løgd ætlan, um cin má siga so. At Múli so um nøk- ur ár er bert toftir, er ikki óhugsandi. Men um tað er ætlanin hjá politikarunum, so eru teir væl ávegis. Esbern sigur seg dáma nógv betur í Múla enn í Klaksvík og er tað væl skill- igt, men av at hoyggja og geva seyði kann ein ikki liva av. Sjálvt um tað er vakurt og hugnaligt. Finnbjørn, praktikantur FØROYSK — DONSK FRUMSYNING r I HAVNAR BIO Først kom "Jagten på røde oktober” og "Patrioternes Spil... nu kommer << Friggjakvøldid 23.09. kl. 19.00 og 22.00 F Forsølan er byrjad