Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 179 — 21. SEPTEMBER 1994 Mogens Lykketoft, fí iarmålarå0harri: Vit eru fúsir I til at hjálpa | førovingum Latið okkum nú fáa valid frá hondini og síðani vóna, at tað verður danski javnaðarflokkurin, sum kemur at standa fyri eini komandi stjórn. Tá eiga vit alt fyri eitt - fóroyingar og danir - at leggja kortini á borðið og gera stóðuna upp. Vit eru so av- gjórt fúsir framhaldandi at hjálpa fóroyingum burtur úr tí torfóru búskaparligu kreppuni. Hetta sigur danski fíggjar- málaráðharrin, Mogens Lykketoft við Tíðinda- blaðið Sosialin. Hann vísir á, at ein komandi donsk stjórn fer at viðgera eitt útspæl frá nýggja lands- stýrinum við stérstu vælvild. -Men eg haldi eisini tað hevði verið skeivt av okk- um nú at sagt nakað itøki- ligt um, hvussu fram- haldandi kreppan í Før- oyum best kann loysast. Tit hava fingið eitt nýtt landsstýri, og tað eigur nú at fáa høvi til at koma við einum útspæli . Nú spurningurin um ta stóru føroysku skuldina hevur verið so nógv frammi í Føroyum í sein- astuni hava vit spurt Mogens Lykketoft, hvørja stødu hann hevur til henda spurningin og til eina møguliga sanering av parti av skuldini! ; Mogens Lykketoft: -I teimum avtalum, sum eru gjørdar, hevur danski staturin latid føroyingar bnika danska kreditvirdid, og harvið hevur tað verið gjørligt at útskjóta aftur- gjaldingina av skuldini í óvissa tíð. -Vit vita, at føroyska skuldin er sera stór. Hend- ir ikki ein dramatisk vend til tað betra í fiskivinnuni ella finna tit ikki olju, tá er greitt, at føroyingar megna ikki at gjalda alla sína skuld aftur, og tá sigur tað seg sjálvt, at vit mugu finna eina san- eringsloysn fyri ein part av hesi skuld. Mogens Lykketoft hev- ur annars ilt vid at imynda sær, at danir skulu sleppa allari skuldini hjå før- oyingum. Hann ivast eisini f, um hetta er tad føroyingar vilja. Skuldi tað hent, at olja er í undir- grundini so metir hann, at eisini føroyingar fara at halda tað vera nátúrligt, at partur av teimum inn- tøkunum skulu vera við til at afturgjalda ein part av Tíðindablaðið Gt) Mogens Lykketoft vil ikki útiloka, at broytingar kunnu gerast í avtalunum, men fyrst mugu danir síggja eitt føroyskt útspæl. Her fyrrverandi løgmadur saman við Lykketoft eftir loknar samráðingar. Mynd jan skuldini. Ovfarin -Nú hevur tú verið við til at gera fleiri av avtalu- num millum føroyingar og danir. Heldur tú stóðan er nógv batnað, síðani hesar avtalur vórðu gjørdar? -Eg skal viðganga, at eg eri ovfarin av, hvussu ógvusliga vinnlívskreppan í Føroyum hevur útviklað seg hesa tíðina. Tað er sum við Sisifoskarinum. Hverja ferð vit hildu, at har var ein loysn, so stungu nýggir trupulleikar seg upp. Men tað vit hava vunn- ið við avtalunum er tíðin at síggja, hvussu skjótt vit kunnu venda gongdini. -Men er ikki vandi fyri, at krøvini til hægri skatta- trýst og stórri javnvág á fíggjarlógini, kunnu av- tofta Føroyar - hava tit valt tær røttu loysnirnar? -Eg meini, at tað hevur verið neyðugt, at føroy- ingar eisini sjálvir vóru við til at loysa kreppuna, men ein kann so tosa um, um vit hava funnið ta réttu javnvågina. Eg vil ikki útiloka, at vit kunnu gera broytingar í gjørdu avtalu- num, men vit mugu fyrst sleppa at síggja eitt før- oyskt útspæl. Fyri okkum er tað heilt avgerandi, at vit fáa eitt slíkt útspæl, og eg kann eisini siga, at vit fara at lurta nógv eftir nýggja landsstýrinum. Schløter gjerdi Mogens Lykketoft vísir annars á, at tað var stórt spell, at táverandi danska stjórnin við Poul Schluter á odda ikki gjørdi sær nóg greitt álvaran, tá bankarnir skuldu bjargast á sinni. - Tá átti konservativa Schluterstjórnin at fyri- tikið sær nakað meira fundamentalt. Vit, sum komu til valdið seinni, vórðu fangaðir av, at Schluter gjørdi eina loysn, sum vísti seg ikki at halda. Nú fara vit so at hyggja eftir einum føroyskum útspæli við størstu vælvild og vóna, at komandi samráðingar kunnu vera við til at fáa loyst turpulleikarnar. Mogens Lykketoft og Poul Nyrup: -Vit koma fegnir til Feroya eftir valið -Hendir tað, at vit fáa eina stjórn undir javnaðar- leiðslu, so kann eg vissa føroyingar um, at Poul Nyrup Rasmussen, forsæt- isrådharri fer at seta eina vitjan til Føroya fremst á skránna. Eg eri sannførdur um, at Poul Nyrup heilt skjótt eftir valið fer til Føroya at tosa við nýggja landsstýrið og kunna seg við føroysk viðurskift. Eg komi eisini fegin við um innbjóðingin eisini fevnir um meg. Hetta sigur Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráð- harri í samrødu við Tíð- indablaðið Sosialin. Hann vónar, at ein slík vitjan gerst veruleiki, nú tað kanska meira enn nakran- tíð hevur týdning hjá donskum myndugleikum at fáa eina greiða og neyva mynd av støduni í Føroyum. -Eg ivist ikki i, at vit kunnu fáa nógv burtur úr eini vitjan til Føroya. Men latið okkum nú fyrst síggja, hvussu valið fer at ganga sigur Mogens Lykketoft við Sosialin. jan * . r Hon er tykkara Hesa seinastu tidina hevur verid gitt og mett um, hvar danska stjórnin og danskir politikarar standa í spurninginum um ognarrættin til møgulig ráevni í undirgrundini. føroysku Danski fíggjarmálaráð- harrin, Mogens Lykketoft 00