Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 179 — 21. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið { sestalurin Handabak og skøvningar rodna alt meira Tvey fjølmidlaordaskifti hava nú verið undan fólka- tingsvalinum og drógu 7 framsøgufélk somu niður- stóðu: Atli Dam og Javnaðar- flokkurin hava brotið hetta samfelag niður. Henda endurtøka og end- urtøka: >Javnaðarflokkurin og Atli Dam hava sorlað samfelagið<. Atli Dam og onnur javnaðarfólk mugu sektast og ongantíð ov skjótt, neyðugt er ikki at bíða eftir itøkiligum åkær- um og dómsviðgerðum. Sjálvandi eru Atli Dam ogJavnaðarflokkurin sekir í so mongum. Fyrst og fremst í tí ikki at hava fingið so stóra undir- tóku fyri politikki sínum, at neyðugt eftirlit fekst, sum kundi forða misnýtslu av fe- lags tilfeingi og teim lóg- um, sum regulera okkara samvinnu og samlív íeinum felagsskapi. Men at so nógv verður gjørt av (yvirdrivið) mátti fingið onkran at spurt hvar hesi fólk hava verið øll sjeyti- og åttatiårini. Vóru tey ómælandi sum kundu misnýtast av Javnað- arflokkinum og Atla Dam? Vórutey so góðtrúgvin, at Atli Dam kundi lokka og lirka tey til brotsverk móti tjóðini? Dugdi Javnaðarflokkurin gand ella hypnosu, síðan tey lótu seg leiða so út av eggini? Drukku tey óminnis- drykk frá Atla Dam so sterkan, at enn í dag vita tey einki um hvat tey vóru við til at fremja ella forða fyri? Tað má kennast sum ein lætti, at nú er vónandi drúgv tíð til val verður aftur, so tað blóðreyða, skrubbaða og skurðslaða holdið á hond- um, skøvningum og albog- um, ikki skal tváast og desinfiserast so leingi aftur- at, og kann koma fyri seg aftur. Taka vit hesar sending- arnar sum dómi, tykist sum øll syngja saman við Uffa Ellemann Jensen: »Jeg kan ikke gá pá vandet, menjeg kan sá meget andet, vælger du mig, bliver livet som en leg<. T.d. heldur Anfinn Kalls- berg, at teir túsundtals milliónir í studningi, hann læt úr landskassanum, lokk- aði Javnaðarflokkurin úr honum. Finnbogi Arge letst sum gandaði Atl Dam menn at byggja ov stórar og dýrar handilsbygningar, sum nú eru niðurskrivaðir í 0-virði. Helena Dam á Neystabø minnist seg ikki hava sung- ið við í jólakórinum fram til november 1990, og Lasse Klein og Niels P. Danielsen kneppa hendur og biðja takkarbøn fyri at løgmaður frá 1985-89 ikki sambært politisku skipanini slapp at loysa teir úr starvi fyri meir- nýtslu. Soleiðis kundu tú tíkið tey eitt og eitt, øll hesi óseku og villleiddu. Í valstríðnum luttók eg á einum fundi (í Fuglafirði), har høvi gavst til í sokall- aðari hólmgongu veruliga at viðgera búskaparligar og politiskar meginspurningar í rættuliga sakligum og meira søkjandi kjaki. Hetta sigur mær so mikið, at tíðin er farin frá hesum forum fyri kjaki, sum er ov grunnur, runublakandi, út- spillandi og óverdugur. Hettaeiga fjølmiðlarnir at leggja sær í geyma og finna aðrar hættir og pallar at leggja eitt sakligt og upp- lýsandi kjak á. Annars má nidurstødan vera: Hvat skulu vit nýta hesi fólk til, sum hóast hjåstødd onki sóu, sum bert forðaðu, tá eg kravdi inn- og eftirlit við peningastovnunum og Fiskasøluni. Hví ikki lata Javnaðar- flokkin og Atla Dam, sum viðganga at hava gjørt mangt og hvat skeivt, halda áfram, tí so mugu teir eisini eiga heiður fyri tí, sum enn livur og part av tí magni, sum byggir uppaftur av nýggjum? Atli P. Dam Vit vilja taka tøkini Tað man tykjast føroyska veljaranum ikki so lítið ør- kymlandi, at hann millum tey, ið nú bjóða seg fram sum valevni til danska fólkatingsvalið, finnur ein stóran part av teimum fólk- um, sum brúkt 2 mánaðar av okkara kostbaru krepputíð til tess at sláa fast, at tey samanumtikið einki kundu gera. Somu fólk, sum til løg- tingsvalið 7. juli søgdu seg hava skræddaraseymaðar loysnir, hava nå sum ryssa yvirdeydum fyli í samfullar 2 mánaðar ikki gjørt annað BRÚKTIR BILAR 2 Vit hava nakrar brúkt- ar bilar av ymsum merkjum til sølu. Yvirlit vid upplysingum um merki, aldur, prisir v.m. fæst vid at venda sær til skriv- stovu okkara, eins og syn/royndarkoyring kann avtalast sama stad. v/ Atla Klein Olsen Rann re. = Te 110 Tórshavn Fax.: 18703 Tif. 18903 - 88903 enn at slåa fast, at tørvandi samstarvshugi, tørvandi å- byrgdarkensla, tgrvandi áræði og flokspolitiskur taktikkur forðaði einari samgonguloysn. Somu fólk hava nú sum uppgávukonur kastað seg í føvningin á okkum við å- ræði og leiðsludirvi. Hesir somu tosaðu um eina frelsandi føroyska loysn, sum lættliga skuldi fáa eina danska stjórn lina í kongunum. Men sama loysnin bar ikki boð í bý av Gamla Apoteki og niðan í Tinghúsið, tíansheldur nið- ur á Christiansborg. Just hetta man tykjast ør- kymlandi fyri stóran part av okkara veljarum, tí júst somu fólk standa nú í fremstu rød og bjóða seg fram sum fólkatingsum- boð. Nei, álvaratos. Hvat við fyrst at feiða fyri egnum durum, áðrenn ein skal út at seta høvd upp á aðrar. Men vit hava við uppstill- ingini hjá javnaðarflokkin- um opnað møguleikarnar hjá hesum ørkymladu velj- arunum. Tithavaframvegis møgu- leikan at veljaflokk, sum vil hava loysnir, og sum kennir sína ábyrgd fyri føroyska fólkinum, bæði tá ið tað gongur við, og tá ið tað gongur ímóti. Men hetta er ikki fremm- ant fyri okkum, tí hetta er okkara politiski málsetn- ingur. Ikki við sjålvgladum uppgerðum yvir gjørd av- rik, men eitt áhaldandi stríð fyri bøttum trivnaði hjá øll- um føroyingum. Tað, sum einamest hevur sermerkt hetta annars rætti- liga tama valstríðið er, at flest allir flokkar, fylkingar og listar í eini tørvandi sjálvrannsakan hava trekt ein front upp mótvegis døn- um. Tað kann tykjast lætt- keypt at finna sær ein felags fígginda, tá ein ikki vil taka í egnan barm. Men er hetta okkara veru- ligi figgindi. Hava vit ikki sjáivi, meira enn nakar ann- ar, verið okkara egni fígg- indi. Eg eri tíverri stórliga bangin fyri, at slikar kenslur mótvegis dønum i alt ov stóran mun kunnu forða okkum í at náa góðar loysn- ir. Vit eiga í hesum lagnu- døgum heldur íkki at gloyma, at samfelagið Før- oyar í dag eigur einans lán- gevara, sum uttan mun til okkara kredittvirði, hevur givið tilsøgn um framhald- andi kreditt og umfígging. Slíkir hanga ikki á trøunum. Eittannaðer, sum eigur at standa púra sólarklárt, og tað er, at uttan hesa umfígg- ing av okkara uttanlands- skuld, so vóru vit farin fyri bakka. So, góðu veljarar. Krepp- an í Føroyum er ikki skapt av dønum, men teir eru vorðnir partar í kreppu- loysnini. Og ivasamt er kanska hvussu heppin hondin er. Gamaní — mangt í hesum avtalum kundi verið ødr- vísi. Men tá tosa vit aftur um kreppuloysnina — uttan at mæla orð um, hvat í sjálv- ari kreppuni átti at verið ødrvisi. Hondina á hjartað — nøkur av krøvunum eru eyðmýkj- andi og ganga okkara tjóð- arstoltleika alt ov nær. Men hin vegin er tað fyri meg eis- ini eyðmýkjandi at fáa at vita frá donskum ráðharr- um, at viðurskifti, sum vit sjálvir ikki hava havt polit- iskan rygg tl sjålvir at loysa, nú verður gjørt eftir donskum leisti. Men tað hava vit mest okkum sjálv- um fyri at takka. So okkara framtíðarsam- starv við danir skal sjálv- andi verða við javnbjóðis virðing frá báðum pørtum. Og hetta er júst tað sam- starv, sum Javnaðarflokk- urin hevur mett sum grund- leggjandi neyðugt, serstak- liga um tað skal gagna okk- um sjálvum. Allir grannar okkara tykj- ast nú velja at ganga ta sam- haldsføstu javnaðarleiðina. Í Noreg vann arbeiðara- flokkurin, sunnudagin . kevdi svenska sosialdemo- kratiið tann borgarliga neistan, og sama gjørdu vit seinasta tórsdag, tá ið nýtt landsstýri varð valt. Nú bendir alt á, at sama hendir í Danmark í morgin. Lat okkum gera teimum sveinastykkið eftir við at velja eitt føroyskt javnaðar- umboð á danating við bein- leiðis ávirkan á størsta stjórnarflokkin. Tað er ikki í andstøðu, har bæði eitt fólkafloksumboð Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B, er opin månadag-friggjadag frá kl. 9-11. Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring 0123 og bið um 16929 ella 10714. ella eitt sambandsumboð enda, at tøkini verða tikin. Og tað skulu av sonnum tók takast áðrenn dimmið lættir, og tey vilja vit taka, um føroyski veljarin gevur okkum álit. Gott val. Jóannes Eidesgaard