mikudagur 21. september 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
i
Tíðindablaðið
Fólkatingsumboðini |
Nr. 179 — 21. SEPTEMBER 1994 Síða 11
fó
lkatingsvalið 94 |
draga somu linu
sum landsstýrið
Tað kann sigast so mangt um fólkatingssessir-
nar, og hvat teir skulu nýtast til, men eingin ivi
er um, at tað er hentast, at fólkatingsumboð
okkara draga somu línu sum landsstýrið, sum
annars er okkara umboð mótvegis donsku
stjórnini. Eitt javnaðarumboð vil vera loyalt
móti landsstýrinum og landsstýrissamgonguni,
skrivar Marita Petersen, formaður javnaðar-
floksins og valevni til fólkatingið
Góðu landsmenn.
Aftaná, at borgarligu
flokkarnir høvdu tøvt, sovið
uppá tað og tøvt fyri at enda
at gevast, kom javnaðar-
flokkurin uppí, og vit fingu
eina samgongu, sum eg
vóni verður okkum at
gagni. Aftan á eitt so vána-
ligt løgtingsval, hevði tað
ikki verið legið, um vit bert
settu okkum afturá og
søgdu, at vit vildu ikki vera
við til at hjálpa sambands-
flokkinum at stýra, vit
kundu sagt, sum sambands-
flokkurin segði alt farna
valskeiðið: >vit vilja hava
val<.
Hetta hevði tó ikki loyst
nakrar trupulleikar, líka so
lítið, sum valið 7. juli.
Vit valdu tí einaferð aftur
at taka ábyrgd. Og eitt er so
heilt vist, uttan javnaðar-
flokkin hevði einki lands-
stýri verið skipað, og eg
hugsi, at hinir samgongu-
flokkarnir kunnu vátta, at
parturin hjá javnaðarflokk-
inum í samgongusamráð-
ingunum lá ikki eftir.
Tað kann sigast so mangt
um fólkatingssessimar, og
hvat teir skulu nýtast til,
men eingin ivi er um, at tað
er hentast, at fólkatingsum-
boð okkara draga somu línu
sum landsstýrið, sum ann-
ars er okkara umboð mót-
vegis donsku stjórnini. Eitt
javnaðarumboð vil vera
loyalt móti landsstýrinum
og landsstýrissamgonguni.
Alt bendir á, at Danmark
eftir fólkatingsvalið fram-
vegis hevur eina sosial-
demokratiska stjórn, og tíer
tað av størsta týdningi, at vit
á fólkatingi hava eitt javn-
aðarumboð. sum kann tala
N
okkara sak serliga fyri teim-
um donsku javnaðarting-
monnunum og fáa teir at
skilja okkara viðurskifti.
Fáa vit ikki nakrar av
teimum atkvødum aftur,
sum vit mistu til fólkatings-
valið, so verður einki javn-
aðarumboð men í staðin eitt
fólkafloksumboð. Og tað
fólkafloksumboðið vit hava
í dag hevur sum høvuds-
endamál at berjast ímóti
einum og hverjum javnað-
arflokki, eisini danska javn-
aðarflokkinum. Hann vil ti
eisini av øllum alvi berjast
ímóti donsku stjórnini, sum
vit helst skuldu fingið eitt
gott samstarv við. Hetta
kann verða til óbótaligan
skaða.
Góðu landsmenn. Hetta er
seinasta áheitanin áðrenn
valhølini lata upp. Vísið
tykkara nøgd við, at landið
ikki framvegis liggur í
stjórnarloysi. Veljið javn-
aðarflokkin.
Verið vid ul at tyggja
best møguligt samstarv við
og størst møguliga ávirkan á
fólkatingið og á donsku
stjórnina.
Veljið javnaðarflokkin.
Marita Petersen
Um fólkatingsmenninir vórðu valdir í Hoydølum:
Verkamannafylkingin
og Sambandsflokkurin
høvdu fingið hvor sin
Aftaná at veljarafundur heuði verið á studentaskúlanum Hoydølum í
gjár, varð ein nýggj kanning gjørd millum 433 næmingar og lærarar, og
fj 4
sambært henni
Sosialurin prentaði í gjár
úrslitið av einari veljara-
kanning 2HF í Hoydglum
hevði gjørt í samfelags-
ing vórðu tað Sambands-
flokkurin og Uttanflokka-
listin, ið fingu teir báðar
fólkatingsmenninar, um
tað skuldi staðið upp til
380 næmingar og lærarar
á Studentaskúlanum í
Hoydølum.
Fyrrapartin í gjár var ein
veljarafundur í auluni á
Studentaskúlanum, og eft-
ir fundin gjørdu næming-
arnir enn eina kanning, ið
hesaferð var millum 433
næmingar og lærarar.
Sambært hesi kanning
eru tað nú 23% av veljar-
unum, ið ikki ætla sær á
val, og er tað heldur fræg-
ari enn fríggjadagin, tá
tridihvør ikki ætlaði sær at
fara á val.
Men verða atkvødurnar
taldar upp hjá teimum, ið
greiddu alkvødu, verða
tað Verkamannafylkingin
og Sambandsflokkurin, ið
fáa tey bæði umboðini á
fólkatingi, sambært at-
kvødunum frá kanningini í
gjár:
Verkmannafylk. 26,5%
Sambandsfl. 20,0%
Javnaðarfi. 17,0%
Fólkafi. 12,0%
Tjóðveldisfi. 10,0%
Uttanfl.listin 8,0%
Sjálvstýrisfi. 5,5%
Kr. Fólkafi. 1,0%
uttu nakrar atkvødur seg eftir valevnini høvdu talað
Við ødrum orðum hevur
verið misjavnt, hvussu tað
hevur gingist valevunum á
fundinum at ávirka fjøld-
ina. Serliga illa man hava
gingist Zachariasi Wang,
id vard valdur friggjadag-
in, men hesaferð endaði
triðniðast í rúgvuni, með-
an Verkamannafylkingin
gekk nógv fram — úr 16
upp í 26,5%, meðan Sam-
bandsflokkurin hinvegin
gekk aftur úr 24 og niður í
20%. hj.
kassa.
Seingjarklædi ella
soviposa
FÓLKADANSUR
8 DANSISPØL
Friggjakvøldid 7. okt., kl. 20
--sunnumorgunin kl. 10
skipar »UPP A TA« fyri skeiði i fólka-
dansi og dansispølum á FJALLS-
GARÐI í Oyndarfirði.
Hvussu nógv kostar tað
og hvar tekni eg meg?
Alt skeiðið, við gisting og mati
kostar bert kr. 250,-
Tú teknar teg við at gjalda kr. 250,- inn
á konto 174.259-2 í Feroya Spari-
Hvat skal eg hava við: Aldursbølkur:
FJALLSGARÐUR
690 Oyndarfjørdur - Tlf. 44522 - Fax. 44570
25 år og eldri