Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 179—21. SEPTEMBER 1994 ESSO ILLS AR SORG SRS 0 FM-vinnari í pinkudeildini 1994, AB. Aftast frá vinstru: Beinta C lothier, venjari, Irdi Neshamar, Li ljan Olsen, Elin Katrina Haraldsen, Asta Magnussen, Rakul Rasmussen, Turið Jacobsen, Annika Midjord, venjari. Fremst frá vinstru: Liv Larsen, Guðrun Joensen, Elsa Sørensen, Ása Christiansen, Jórun Midjord, Anna Djurhuus OSS a AB foroyameistari hjá gentum 8-10 ár Frálíkt venjaraavrik av 16 ára gomlu Anniku og 15 ára gomlu Beintu Leygarmorgunin 17. september: Vit eru nøkur foreldur, sum alt kappingarárið hava hugt at og liva við í kappingini hjá døtrum okkara. Gent- urnar 8-10 år úr 3. og 4. flokki i Argja skúla — pinku- liðið hjá AB. Minnist aftur á teirra fyrsta dyst uttandura. Held- ur hjálparleysar runnu tær á grúsvgllinum inni i Havnar- dali. Tú sást væl, at viljin var til staðar, men taktikkur og teknikkur vóru ein býur í Russlandi. Tær taptu 0-6 móti B36, men tú líkasum sást í andlitinum á ngkrum teirra, at hetta skuldi ikki henda aftur. Silvurvinnararnir úr B36 So við og við mentust tær tekniskt, og eisini taktiskt sást, at tær útviklaðu seg — ikki sørt útspekuleraðar til tíðir — tær taptu ikki aftur, og skulu í dag leika seinna finaluumfar um FM-heitið, sum — um tað eydnast teim- um at vinna — er fyrsta fót- bóltsmeistaraheitið, ið er komið út á Argir. 19 dystir leiktir, ein taptur (B36), tveir javnir (B36) og 16 vunnir (harav tveir B36). Stuttligt hevur eisini ver- ið at eygleitt hini foreldrini, og áhugi teirra hevur heilt vist verið ein týðandi orsøk til tað góða úrslitið; tó hava vit kent okkum eitt sindur illa, tí måtstødulidini í summum fórum næstan ongan stuðul fingu frá for- eldrunum. Sum nevnt í undiryvir- skriftini er tann avgerandi orsøkin til frålika úrslitið tó tit bådar, Annika og Beinta. Hvørjum stødi venjingin hevur verið á, veit eg ikki. Havi hóast alt ikki fylgt við venjingunum, men tann trivnaður og vinskapur, ið hevur verið at síggjamillum tykkum og genturnar, átti at verið fyrimyndin hjá øllum ungdómsvenjarum. Eina hjartans tøkk skulu tit og eisini øll onnur hava, ið tíma at fáast við slíkt arb- eiði, børnum og ungdómi til fragd og menning. Olønt og Bronsuvinnararnir úr ÍF mangan við ongari tøkk, ja, kanska heldur vid knarri og betrivitan. Leygarkvøldid 17. september kl. 21: Tad eydnadist! Vit finguein føroyameistara í húsið, og AB fekk sítt fyrsta fótbólts- Teir fyrstu dystirnir ery AB-IF of SIF-B36. AB vinnur tryggan 3-0 sigur, men B36 heldur lív í vónini við at vinna 1-0, og nú er tað tann moralska finalan, ið er næst á skránni. Vit standa piprandi av nervum og upp- liva fyri fyrstu ferð í eitt hálvtár,at AB ikki er á odda í hálvleikinum, og tá vit endi.ga eftir umleið fimm minuttir í seinna hálvleiki koma framum, hevur hetta við sær ógvusligt trýst frá B36, sum ikki hasar av, fyrrenn AB-ari móti end- anum av dystinum setir bóltin í netið til endaliga úr- slitið 2-0 og tryggjar meist- araheitið. ; SIF vann 2-0 å IF, so nå var — hóast tapið — silvurið tryggjað B36; men dysturin um bronsuna verður av- gjørdur í síðsta umfari, har AB leikar móti SIF og IF móti B36. Her hendir tað løgna, at bæði gull- og silv- urvinnararnir tapa. Væl stuðlaðar av heimaáskoðar- unum stríða sandavágs- pinkurnar seg til ein uppi- bornan 1-0 sigur á føroya- meistarunum, medan IF Er vinnur 2-0 å B36. Tá ið málini verða tald upp, kemur í ljósmála, at ÍF er betur fyri — hóast jøvn í stígum — og vinna ræt har- við bronsumerkini, meðan SÍF fær ein ÍSF-vimpul til minnis um hesa kapping, ið tær annars vunnu árið fyri. Ein sera spennandi og hugnalig kapping á sera positivum stødi er at enda komin. Ein tilik kapping hevur minst líka stóran tydning fyri luttakararnar og åhug- aðu foreldrini og systkini, ommur og abbar, sum vaksnamannadeild hevur fyri bygdina, og er hetta ein roynd at fáa onkran at siga frá slíkum kappingum í yngru deildunum. Blað- menninir koma ikki út fyri tí, so vit foreldur verða í staðin noydd at tríva í penn- in. Tíverri var ikki nóg góð tíð at njóta drekkamunnin, sum sandavågsmammurnar høvdu gjørt til; nakað, sum vit eisini upplivdu í hálv- finaluumfarinum í Fugla- firði. Hetta er annars eitt frålikt høvi at koma at kenna foreldur úr øðrum bygdum, hvers børn hava sama áhuga. Takk fyri í ár. Kanska hittast vit aftur við sidulinj- una næsta ár, um genturnar ikki tá eru byrjaðar at verða >flovar< av okkum... Foreldur