Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (EH Nr. 179 —21. SEPTEMBER 1994 Síða 13 Allan og Ricardo verið á venjara- skeiði í Svøriki Føroyski landsliðsvenj- arin, Allan Simonsen, hevur hesar seinnu dag- arnar verið saman vid eitt nú danska landsliðs- venjaranum Richard Møller Nielsen áeinum stórum fótbóltsvenjara- skeið í Stockholm. Eft- ir skránni endar skeiðið seinnapartin í dag. Svenska fótbóltssam- bandið er vertur, men tað er UEFA, 10 skipar fyri skeiðnum. Høvudsevnid verður HM-endaspælið í USA fyrr í summar, og um- framt teir báðar oman- fyri nevndu, verða so frægir menn sum brasi- lianski landsliðsvenj- arin Carlos Alberto, Jackie Charlton, Terry Venables ogJavierCle- mente eisini við. Eisini hjálparvenjar- in hjá Allan Simonsen, Petur Simonsen, hevði fingið tilboð um at vera við á skeiðnum, men hann gav avboð, av tí at honum barst frá vegna arbeiði. bj. Leygardagin verður ítrótt- arhøllin á Hálsi karmur um upphitingarkapping undan hondbóltskappingini. Tað er Kyndil, ið skipar fyri kappingini, ið líkist henni, ið herfyri var í Vest- manna. Munurin er, at her verða tað bert liðini í 1. deild hjá monnum, ið kappast — í Vestmanna var eisini kapp- ing millum 1. deildarlidini hjá kvinnunum. Kappingin byrjar leygar- morgunin kl. 9, og kappast verður í tveimum bólkum. Í bólki 1 eru KÍF, VÍF og Neistin, meðan SUF, Kyndil og Stjórnan manna bólk 2. Ingi Olsen og VÍF vunnu kappingina í | Vestmanna herfyri i Upphitingarkapping á Hálsi Kyndil skipar leygardagin fyri hondbóltskapping fyrir manslidini í 1. deild — oll seks vera við Fyrrapartin og nakað út á seinnapartin kappast liðini í teimum báðum bólkunum, og seinnapartin verður farið undir endaligu umførini, ið enda kl. 19.20 við finalu millum bestu liðini í báðum bólkunum. Vinnarin av hes- um dysu verður vinnari av kappingini. hj. Soleidis verður spælt: 9.00 KIF-VIF 10.10 SúF- Kyndil 11.20 Neistin-KIF 12.30 Stjørman-StiF 13.40 Døgrdastedgur 14.30 VIF-Neistin 15.40 Kyndil-Stjórnan 17.00 Nr. 3 í bólki 1 og 2 18.10 Nr. 2 í bólki 1 og 2 19.20 Nr. 1 í bólki 1 1052 Fótbóltsvenjari til NSI komandi kappingarár | Sekt verður eftir venjara til 1. og 2. || manslið í fótbólti hjá NSÍ komandi || | kappingarár. Biðið verður um skriv- | ligar umsóknir innan 15. okt. 1994, | og verda tær at senda til: NS NSÍ-Fótbóltur Postboks 173 . 600 Saltangará 50 fólk fingu salmonellu re Ferðin hjá føroyskum hondbóltsspælara í Póllandi fekk óhugnaligan enda Tað hevur verið ringur standur í Esbjerg síðstu vik- una. 50 fólk, sum høvdu verið í Póllandi á venjingar- legu við hondbóltsfelagn- um í býnum, komu sunnu- dagin fyri góðari viku síð- ani aftur, og so at síga oll vóru illa fyri. Tríggir leikarar endaðu á sjúkrahúsinum, og tað varð staðfest, at tey høvdu fingið salmonellu. Millum leikar- arnar er Sóley Mikkelsen av Skála. Hon hevur spælt við Skála í 1. deild bæði í hond- bólti og fótbólti. Hon hevur verið sjúk síðani tey komu aftur, og hon greiðir soleið- is frá: — Talan var um eitt mann- fólkalið og tvey konufólka- lið. Vit fóru úr Esbjerg týs- dag og komu aftur sunnu- dag. Tað var ikki fyrr enn sunnukveldið aftan á, at vit vóru komkin aftur, at búk- ilska fór at gera um seg. Tað tók til, og tað kendist Ogvu- liga illa, at magin krampaði, sigur Sóley Sjålv var eg ógvuliga illa fyri. Mikudagin var kropshitin oman fyri 40 stig, og burtursæð frá onkr- um lítlum flótandi og eitt sindur av vatni, heyði c at siga einki etið, síðani vit komu aftur. Liðleiðarin hjá okkum hevði samband við leikararnar, og hon segði frá lækna, at tað var einki at gera uttan at:drekka vatn og royna at eta okkurt flótandi, hóast tað var so sum so við matarlystinum. Vita tit, hvussu tit fingu salmonelluna? — Leygarkvøldid ótu vit høsnarunga ul døgurda. Høsnarungin var væl steikt- ur, men vit fingu salat aftur- vid, og tað verður hildið fyri víst, at bakterian er komin við salatinum. Fýra ella fimm fólk ótu ikki døgurda gso saman við okkum, og eing- in teirra gjørdist sjúkur Tvei: dystir útsettir Vit tosadu við Sóley Mikkelsen mánamorgunin Hon hevði ligid sjúk síðani ferðina í Póllandi, men hon vónaði at:fara ul arbeiðis í gjár Krefumar eru ikki nógvar, men vil mugu royna at koma í gongd aftur Liðleiðarin hevur ringt og biðið okkum øll móta til venjingar tyskvøldid. Tá verður ein lækni ul staðar, og hann fer at kanna okkum øll. Hvussu eru tit fyri at spæla hondbólt? Landskappingin byrjar aftur nú um vikuskiftid, men vit eru so mikið illa fyri, at tvey tey fyrstu um- førini eru útsett til seinni. Salmoncllan er farin so mikið illa við okkum, at:tað er ikki hugsningur um at spæla nú, men vit vóna, at tað verður frægari um triggjar vikur, hóast vit ikki vera so væl fyri, sum vit høvdu verið, um salmonel!- an ongantíð var komin uppí. Kvinnurnar hjá Esbjerg Nuttu í fjør niður úr 2. og í 3. deild. Tær hava vant í meiri enn tveir mánaðir, men nú mugu tær so at siga byrja av nýggjum. Besta mannfólka- liðið er flutt upp í 2. deild til hetta kappingarárið. -nn- Såley Mikkelsen — her i dysti fyri Skåla — Danmark og spælir vid å kvinnulidnum hjå hond- bóltsfelagnum i Esbjerg Hon hevur — eins og eini 50 onnur í felagnum — ligið við salmonellu nú í eina góða viku eftir ferð í Póllandi Mynd: hilmar Jan býr nú í rr