mikudagur 21. september 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 179—21. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið CD
Ragnar Olsen, formadur
í Starvsfélkafelagnum:
Finansforbundet
heldur ikki so fast
- Vit eru kostanadarmikir
limir, sum skulu hava somu
tænastu sum donsku limirnar.
Ti kann hugsast, at Finans-
forbundet kanska ikki vera so
misnøgdir, um vit søgdu
limaskapin upp. Tað er ein
vansi hjá okkum, sigur
Fóroya Banki er "okkara banki" men:
Starvsfólkini ganga
í tveimum bolkum
— Tað eydnaðist ikki danska Finansforbundet at sannføra
starvsfólkini í gamla Sjóvinnubanka, um fyrimunin at gerast
limir í Starvsfólkafelagnum, sum er fakfelagið hjá
stavsfólkunum í gamla Føroya Banka. Starvsfólkafelagið hevur
limaskap í Finansforbundet
Í farnu viku vóru umboð
fyri Finansforbundet í Før-
oyum. Hetta er fakfelagið
hjá starvsfólkum í peninga-
stovnum í Danmark, sum
Starvsfólkafelagið - fak-
felagið hjá bankafólkum í
gamla Føroya Banka, eru
limir í.
Endamálið við ferðini var
at greiða starvsfólkunum í
gamla Sjóvinnubankanum
frá, hvat hesin fakfelags-
skapur stendur fyri.
Tað er vanligt at banka-
fólk í Danmark eru limir í
ødrum fakfeløgum enn Fin-
ansforbundet, men tad er 6-
vanligt, at starvsfólk i ein-
um bankaeru limir í ymsum
fakfeløgum.
Ahugafelagsskapur
Starvsfólkini í gamla Sjó-
vinnubankanum eru limir í
felagnum "Okkara Felag",
sum er áhugafelag burturav.
Hetta felag hevur ikki til-
knýti til nakað fakfelag.
Tað hevur verið ført fram,
at føroysku bankafólkini
ætlaðu at stovna egna fak-
felag, ella gerast limur í
Starvsmannafelagnum e. 9.
fakfelag, men semja er ikki
um hetta millum starvs-
fólkini. Hóast nógv í gamla
Sjóvinnubanka eru hugaði
fyri at gerast limir í Starvs-
fólkafelagnum og hervið í
Finansforbundet, so tora tey
ikki rættiliga at taka stóðu
til tað, fyri leiðsluni, verður
sagt.
Fyri at gera enda á fak-
felagsspurninginum, hevur
leidslan i Føroya Banka,
meldað seg úr FA (Finans-
sektorens Arbeiðsgiverfor-
ening), sum er arbeiðs-
gevarafelagið hjá banka-
stjórum í Danmark.
Eftir 1. januar 1995, er
bankastjórnin í Føroyum 6-
heft av øllum fakfeløgum,
og kann sostatt sjålv føra
lønarsamrådingarnar = vid
bankafólkini. Sáttmálin hjá
limunum í Starvsfólkafel-
agnum gongur út 1. apríl
1995. Verður Starvsfólka-
felagið verandi í Finasfor-
bundet kann hetta felagið
samráðast um sersáttmála
fyri starvsfólkini.
- Vit, sum hava limaskap í
Finansforbundet, ið telur
50.000 limir, halda okkum
sjálvandi standan6gv sterk-
ari í hesum felag. Harnæst
ereinki fakfelag í Føroyum,
sum bert er fyri starvsfólk í
peringastovnum, sigur eitt
starvsfólk.
- Skulu starvsfólk í Før-
oya Banka taka seg saman í
einum felag, so verður tað
ov veikt grundarlag, av tí at
vit eru so fáment.
- Um so skuldi verið, so
áttu øll starvsfólkini í Spari-
kassum og Tryggingarfel-
øgunum eisini verið limir,
men hver skal gera arbeiðið
og stovna slíkt felag? spyr
ein annar.
Eftir hvat skilst á fólki í
bankanum, so fingu fakfel-
agsumboðini í Finansfor-
bundet einki burturur ferð-
ini í Føroyum, av ú at
bankafólkini ganga í hvor
sínum bólki.
Eingin veit
hval hver fær
Nú ljóðar, at leiðslan skal
hava bjóðað starvsfólku-
num í gamla Sjóvinnubank-
anum lønarhækking.
- Sum nú er veit eingin,
hvat hvør fær i løn, men vit
halda at tey í gamla Sjó-
vinnubankanum fáa eitt
sindur minni enn vit, sum
fáa sambært sáttmálan hjá
danska Finansforbundet,
sigur starvsfólk í gamla
Føroya Banka.
- Tað eru serliga konu-
fólkini, sum kenna seg
tryggari við limaskapi i
danska fakfelagnum.
Ótrygt hja kvinnum
- Dømi er herfyri, at ein
kvinna varð uppsøgd í
donskum banka. Leiðslan
grundaði uppsøgnina á sam-
starvstrupullcikar, men tað
góðtók kvinnan og starvs-
felagadar hennara íkki.
Veruliga uppsøgnin var
grundað á at kvinnan var við
barn, men tað vildi leiðslan
ikki viðganga.
Finansforbundet legði
sak móti bankanum, og
vann sakarmálið. Kvinnan
fekk 700.000 krónur fyri
"tort og svie” og mista ar-
beidsinntøku.
- Tad cr greitt, at slíkt sak-
Ragnar Olsen
Ragnar Olsen er formaður í
Starvsfólkafelagnum í Før-
oya Banka. Hann sigur, at
felagið hevði heitt á Finans-
forbundet um at koma til
Føroya at halda kunnandi
fund fyri bankafólkunum í
gamla Sjóvinnubanka.
- Fakfelagið kann íkki
trýsta fólk til at gerast limir.
Vilja starvsfólkini ikki tað,
so verður limaskapurin av
ongum. Støda verður tíkin
til limaskap í hesum mán-
aði, sigur Ragnar Olsen.
Vil Finansforbundet
ganga vid til, at bert ein
partur av starvsfólkunum
eru limir?
- Vit kunnu vera limir so
leingi, sum vit eru hugaði
fyri tí, men felagið setir seg
ikki ímóti, at vit taka okkum
úr Finansforbundet.
- Vil Jørn Astrup Hansen
trysta tykkum at siga lim-
askapin upp?
- Nei, vit verda ikki bein-
leiðis trýst, men stjórin dyl-
ir ikki, at hann heldur tað
vera sera óhappið, at vit ar-
beiða eftir donskum sålt-
mála, sigur Ragnar Olsen.
armál kundi ikki komið fyri
hjá okkum, hóast grundgev-
ingin samstarvstrupulleikar
væl kundi hugsast at verið
brúkt ógrundað, sigur ein
kvinna, sum arbeiðir í Før-
oya Banka.
- Tí eru vit ikki hugað at
missa tilknýtið úl Finans-
forbundet, har vit kunnu fáa
stuðul og ráðgeving, sum vit
als ikki hava vitan, og fíggj-
árliga orku at veita limu-
num í einum føroyskum fel-
ag, sígur starvsfólk í Føroya
Banka.
Dagny
Eini 300 starvsfólk til-
samans arbeiða í Føroya
Banka, harav ein helvt ikki
eru limir í Starvsfólkafelag-
num.
Regin Olsen sigur annars,
at limirnir í Starvsfólka-
felagnum vilja halda fast
við limaskapin í Finans-
forbundet, eitt nú tí felagið
gevur limunum nógvar fyri-
munir, sum eitt føroyskt fel-
ag ikki kann bjóða.
- Talan er ikki bert um
lønarsamrådingar og tað, at
vit fáa somu løn sum
donsku bankafólkini.
- Álitisfólk okkara fáa
góða útbúgving í Finansfor-
bundet. Tey eru m.a. á skeið
eina ferð árliga, eins og vit
hava aðrar fakligar fyri-
munir av limaskapinum.
- Hinvegin, so kunnu vit
sigast at verða kostnað-
armiklir limir í Finansfor-
bundet, og tí kann hugsast,
atteir ikki eru so misnøgdir,
um vit siga limaskapin upp.
Tad er ein vansi hjå okkum,
sigur Ragnar Olsen.
Dagny
KOYRIKORT
Privat
sum vinnuligt
-- 80 er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
biðum! 1 2270 |