Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. september 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lesarabrøv Le LL LESLIE by | Sjálvstýrisflokkurin og fólkatingsval Ja nå fara vit so aftur til valborðið, hesaferð til eitt fólkatingsval — og nógv seta sær beinanvegin tann spurn- ingin hví stillar SJALV- STÝRISFLOKKURIN upp til fólkatingið, tá sjálvstýr- isflokkurin í sínari stevnu- skrá sigur, at vit føroyingar ikki skulu blanda okkum uppí danskan politikk. Hetta fari eg beinan vegin at gera øllum púra greitt, SJALV- STÝRISFLOKKURIN fer ikki á nakran hátt uppí danskan innanhýsispolitikk og tað meti eg eisini er púra burturvið. Vit føroyingar høvdu ikki verið fegnir um ríkisumboðsmaðurin hevði havt atkvødurætt á Føroya Løgtingi, so hví skulu danir góðtaka at føroyingar hava atkvødurætt á danatingi. Nei vit fara at arbeida fyri, at vit fåa eitt gott sam- starv vid danir vid millum annað einari umboðsstovu í Danmark og at vit á dana- tingi koma at hava møti- og talirætt, á sama hátt sum ríkisumboðsmaðurin, á henda hátt kunnu vit siga, at vit arbeiða saman við danir á líka fót, og tað kann bara verða ein fyrimunur. Høvdu tveir partar arbeitt sum tveir samstarvspartar høvdu vit ikki fingið so ljóta viðferð, og so ljóta umtalu millum danir, sum nú, tað er jú øllum kunnugt, at vit føroyingar ikki eru serliga høgt í metum millum danir, og ikki minst í tí donsku pressuni. Kunnu vit vænta annað tá føroyskir fólka- tingslimir beinleiðis at- kveða fyri donskum innan- hýsispolitikki, og sam- stundis biðja danskar fólka- tingslimir halda fingrarnar frå øllum, sum hevur við føroyskan politikk at gera — NEI — NEI! Fái nú greiði á hesum viðurskiftum og tað gera tit best við at at- kveða fyri einum valevni frá sjálvstýrisflokkinum. Sjålvstyrisflokkurin hev- ur leingi ávarað um, at blanda seg uppí danskan politikk. Urslitid av hesari uppíblandan hava allir før- oyingar følt í ólukkumát, føroyska samfelagið er lam- løstad og skal móti øllum fíggjarteorium snara seg burturúr kreppuni. Danir sjálvir hava tann politikk, at teir skulu seta arbeiðir í gongd fyri at fáa gongd aft- ur á teirra samfelag, meðan teir áleggja okkum føroy- ingum allar møguligar lógir, sum hava til endamál at lamma okkara samfelag. Tað at alt er komið so langt, má vera teimum fólkatings- umboðunum fyri at takka, sum hava sitið á fólkatingi. Teir hava ikki megnað upp- gávuna. Teir hava sum sagt blandað seg, og lagt seg út í kjak við danir, um smálutir og hava gjørt okkum stóran skaða Sjálvstýrisflokurin stillar fólkatingsumboð upp til hetta val sum umboð fyri Føroya Løgting og ikki sum hinir flokkarnir, teir stilla upp til fólkatingsvalið fyri at hjálpa onkrum systur- flokki á danatingi. Sjálv- stýrisumboðini fara at verða eitt talirør fyri Føroya Løg- ting og føroyingar sum heild og lata danir ansa sin- um politikki. Feroyska vinnulívið hevur hart brúk fyri umboðum, sum tala teirra søk. Vit eiga eisini nógva mentan liggjandi í Danmark, sum vit av gllum alvi mugu fáa heimaftur til Føroya. Sjålvstyrisflokkurin fer at leggja stóran dent á at fáa betri avtalur við ES. Vit fara eisini at arbeiða fyri at fáa eina umboðsstovu niðri í Briissel, á sama hátt sum grønlendingar. Umboð fyri Sjálvstýris- flokkin fara eisini at forða fyri, at danir kúga føroy- ingar, tí tað er ein betri pol- itikkur fyri teir. Eingin skal skilja tað soleiðis, at vit í Sjálvstýris- flokkinum hava nakað ímóti dønum, vit vilja bara vísa til gamlan føroyskan sið Tann sidurin hevur altíð verið okkara stoltleiki, og tað er at klára seg sjálvan Tá føroyingurin er vaksin, hevur hann klára seg sjálvan og tað hava foreldrini eisini verið stolt av Vit fara eisini at greiða dønum frå, at teirra sertrød- ingar á tí figgjarliga økin- um, ikki eru so feilfríir, sum teir vilja vera við. Teir hava gjøgnum nógv ár lænt okk- um pening til ørvitisprojekt gjøgnum danskan banka við donskum stjóra. Henda pen- ing læntu teir út, uttan at kanna eftir um grundarlag var fyri projektinum, so heilt skuldarleysir eru danir ikki í okkara kreppu. Nokk um kreppu og hvat Sjálvstýrisflokkurin á nú- verandi stødi ætlar. Eitt skal standa fast og tað er at Sjálvstýrisflokkurin fer at arbeiða fyri føroyingar og Føroyar á danatingi, sum ambod hjå Føroya Løgtingi og ongum ødrum. VEL SJÅLVSTYRIS- FLOKKIN! Følkatingsvalevni hjå Sjálvstýrisflokkinum Hilmar Lamhauge Gaardbo Um at vera - Í rottum parti Nú er umráðandi at gera bart. Fólkatingsvalið verður eitt barometur fyri, um upp- ruddingin sum byrjaði á løgtingsvalinum er meint í álvara. Vit skulu ikkihalda, at eitt Fólkatingsval broytir alt, men velja vit nýggj um- boð, styrkja vit stóðu for- oyinga Ein fólkatingslimur,s um krýpur fram við vegginum, tí hann innast inni veit, at ongin trýr honum eitt orð - er meiri skaðiligur enn gagnligur Fyri nókrum árum síðani vildi eg sagt, at vit ikki høvdu brúk fri limum í danska fólkatinginum. Men stødan er broytt: Í dag eru vidurskiftini | millum Danmark og Før- oyar at samanbera vid vid- urskifti millum lænara og | lånveitara. Vit kenna hvussu | harðir og eirindaleysir bankar eru, um eingin sigur | teimum ímóti. Tí mugu vit | nú syrgja fyri, at lánveitarin fær rættar upplýsingar um | vidurskiftini hjá lænaran- um. Vit skulu svara lánveit- aranum — danska statinum | — at vit ætla at gjalda, men tað verður altso ikki fyri einhvønn pris. Hinir flokk- arnir eru í parti við lánveit- aranum — tað verða vit ikki Eitt umboð hjá Verka- mannafylkingini skal eisini vísa á, at vit ikki kennast við alla skuldina, sum nakr- ir fáir hava ført yvir á skatt- gjaldaran. Spekulantarnir — bæði í Danmark og í Før- oyum — skulu ikki sleppa undan sínum skyldum. Skulu vit vísa okkum sjálvi og umheiminum, at vit hava vilja til upprudd- ing, so er Verkamannafylk- ingin einasti møguleikin. Spekulantarnir = kunnu fylkjast í øðrum flokkum. Heilsan Ossur Wintereig valevni hjá Verkamannafylkingini ss AAA Einkarrættin til Fólkatingið? Tað man helst vera misskilt við vilja, tá ennverandi fólkatings- maður Atli P. Dam leggur mær ta meining til, at eg taki tað illa upp, at Javnaðarflokkurin fer í samgongu við aðrar flokkar enn Tjóðveldisflokkin. Í viðmerking í hósdagsblað- num til grein, eg hevði í Sosial- inum tveir dagar frammanund- an, vil Atli P. Dam vera við, at eg eri fornermaður inn á Sosialin, tí eg havi funnist at skriving hansara um Tjóðveld- isflokkin. Hetta er ikki so. Fyri tað fyrsta haldi eg ikki — sum Atli P. Dam kanska heldur — at ein politikari yvirhøvur kann loyva sær at ganga fornermað- ur. Fyri tað annað kunnu Javn- aðarflokkurin og Sosialurin skikka sær, sum teir vilja, fyri mær. Tað, sum eg fýltist á, var, at Sosialurin/Javnaðarflokkurin fór undir eina útspilling av Tjóðveldisflokkinum, longu áðrenn samstarvið var endað. Tað kundi havt bíðað, til Javn- aðarflokkurin hevði leitað sær saman við Sambandsflokkin- um. Fornermaður Nú nevndi eg, at Atli P. Dam kanska heldur tað bera til, at flokkar og politikarar skulu ganga fornermaðir. Hetta brot- ið í valgrein hansara bendir á tað: >Men einaferð tóku tit sam- an við Sambandsflokkinum, tá eg mælti tykkum til, men brødralagid rakk so stutt, at tit valdu Fólkaflokkin heldur enn okkum“. Fornermaður? Ja, so tykist. Væl veit eg, at Atli P. Dam skuldsetir fyrst og fremst meg fyri at hava hildið Javnaðar- flokkin uttan fyri ta samgong- Spurningar til Finnboga Isakson Hverja ftøkiliga stóðu hevur tjóðveldisflokkurin til tey ar- beiðsleysu í dag? Og er flokk urin fyri at hækka stuðulin, so tað gerst liviligt aftur her á landi? ein, ið væntar svar una. Taðeronki yvir at dylja, at í Tjóðveldisflokkinum vóru ymsar meiningar um, antin Tjóðveldisflokkurin yvirhøv- ur kundi fara í samgongu við Sambandsflokkin ella ikki. Sjálvur helt eg tað ikki vera rådiligt. Men Aðalstjórn og tann táverandi tingmanningin hildu tað kortini vera vert at gera eina roynd. At Fólka flokkurin kom við og ikki Javnaðarflokkurin stóðst mær kunnugt av — meg eg var annars ikki við til samrådingarnar, var ikki tingmaður og var burtur- staddur — at serliga sambands- menn stúrdu fyri, at Javnað- arflokkurin fór at vera ov oyðslutur. Síðani tá er mangt broytt. Nú lítur Sambandsflokkurin ein- um javnaðarmanni til at ansa eftir landskassanum. Ein reinging Um hesa samgonguna í 1989/ 90 skrivar Atli P. Dam eisini: >Nærum einki hendi hesa tíðina, og tey harðligu tiltøk, framd vóru, ikki lagað til bú skaparligu støduna«. Tað er lítið samanhang í at siga, at snærum einki hendi« og síðani tala um >tey harðligu tiltøk, framd vóru=. Eg skal vidganga, at Sam- bandsflokkurin var ikki tá — og man neyvan heldur fara at vera tað nú — nakar progressivur flokkur. Men tað eydnaðist kortini Tjóðveldisflokkinum at ávirka bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin somikið, at júst í báðum Landsstýrunum 1989/90 varð skjøtil settur á at fáa steðgað teirri skeivu sam- felagsgongdini og at fara undir tað torføra arbeiði at leggja á aðra kós. Hesi árini varð eisini farið undir at avtaka loftingarpoli- tikkin og at fáa marknaðarbú- skap aftur at virka i Føroyum. Tíverri vóru vit føroyingar longu tá farnir so langt út eftir hálkubreytini, at arbeiðið at rætta skútuna aftur á beint gjørdist bæði drúgvari og tor- førari, ennnakar grunaði tá— og enn er hetta stev ikki liðugt. Einkarrætturin Atli P. Dam endar greinina við orðunum: >Tað er greitt, at tungt verður at fáa vinstra- vongin umboðaðan, tá allar at- kveðumar hjá Tjóðveldis flokkinum, Verkamannafylk- ingini, Sjálvstýrisflokkinum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Zachariasi Wang fóru fyri skeytið<. Til hetta er fyrst at siga, ateg noteri mær, at Atli P. Dam nú aftur roknar Tjóðveldisflokkin sum ein vinstraflokk eftir í ára- vís at hava plaserað okkum høgrumegin høgravongin í Fólkaflokkinum. Tínæst má eg siga, at tað fellur mær fyri bróstið, at hann heldur Javnaðarflokkin hava einkarrætt til Fólkatingið. Tjóðveldisflokkurin hevur áð- ur havt sæti har og hevur betur og óheftari enn nakar fólka- tingsmaður fyri Javnaðar- flokkin talað sek føroyinga. — Javnaðarflokkurin = hevur sjálvsagt sín fulla rætt til at ganga við ødrum, og Sosialurin hevur rætt at herja á, har hann vil. Men tá hetta verður gjørt, loyvi eg mær at svara aftur við at nýta tað hevið, sum Atli P. Dam skrivar um: >Sosialurin er nú leikpallur hjá fólki úr ollum flokkum, sum altíð fáa innivist, so leingi blaðrúmd er<. Finnbogi Ísakson P.S. Orðini >Hetta forðaði tó ikki fyri, at eg nakað seinni kendi meg sera særdan av eini baktungu frá Finnboga Ísak- son« í greinini hjá Atla P. Dam skilji eg ikki, og tí havi eg onga viðmerking til tey. Samkoman Sion Vágur Sunnudag kl. 11.00: Morg- * unmøli. Sunnukvøld kl. Evangeliskur fundur. 18.00: Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Bønartænastan svarar å tif. 73941, frå kl. 20.00- 22.00. Argja Dartfelag venur hvønn månadag og mikudag i Neystinum hjå Argja Róðrarfelag. Øll eru vælkomin. dómstelefonin hjá Barnabata/Reyða Krossi, svarar månadag frå kl. 16—18. Tlf. 10645. AA