mikudagur 21. september 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 179 —21. SEPTEMBER 1994
Lesarabrøv
Tíðindablaðið CSE
7 7
At ty n a | IV — Viðmerking til Sjónarmið hjá Turið Debes Henze
ABORTLOGGÅVA OG
ABORTPRAKSIS
T. D. Hentze óttast fyri at
núgaldandi abortlóggáva
skal broytast til tað hon var
áður, sum fer at hava við
sær at gentur/konur aftur
skuldu til útlandið tá tær
ynsktu abort..
Mær vitandi hava vit í
løtuni eina abortlóg, sum í
grundini sigur, at vit ikki
hava fría fosturtøku í Før-
oyum, t.v.s. at fosturtøka
einans er loyvd um åvisar
treytir eru uppfyltar. Før-
oyska lógin er sum so
mangar aðrar ein avskrivt
av eini danskari lóg, í hes-
um føri frá 1956. Tann lógin
segði, at loyvd verður fost-
urtøka í serligum førum t.d.
heilsuligum, og ta avgerð
skuldi eitt samráð í mødre-
hjælpen, við atgongd til ser-
læknan í tí ávísu sjúkuni,
taka. Trupulleikin var so
bara at í 1959, tá lógin var
sett í gildi í Føroyum, fanst
ikki nokk av serlæknum, so
at lógin kundi praktiserast.
Tí bleiv í 1962 sett ein „An-
ordning om ikrafttræden på
Færøerne af lov om for-
anstaltning i anledning af
svangerskab m.m." sum eli-
mineradi alt um mødre-
hjælp og serlæknarnar, og
sum segði at bara tveir
læknar vóru samdir um tað,
so kundi fosturtøka fremj-
ast. Síðani tá hevur tað bara
gingið sum eftir samlibandi,
tí vit hava jú minst tveir
„nóg modernaðar“ læknar.
Lógin er gjøgnumholad,
eins og so nógvar aðrar her
í Føroyum á líknandi økj-
um, so tað hevur verið sum
T.D. Hentze skrivar, at bert
kvinnan „ynskti“ eina fost-
urtøku, so fekk hon tað
framt, „fult lógligt“ og und-
ir tryggum korum.
ABORTERAÐA
SAMGONGUSKJALIÐ
Men hvat var so endamálið
við orðingini í samgongu-
skjalinum? Jú, í 1994 hava
vit eitt rímiliga væl útbygt
sjúkrahús, og har trýtur ikki
við serlæknum. So umber-
ingin frá 1962 fyri at seta
„Anordningen“ í verk, kann
ikki brúkast longur. So antin
skulu vit halda áfram við
dupultmoralinum og lógliga
fremja fría fosturtøku í ein-
um landi, ið ikki hevur fría
fosturtøku, ella skal andin í
lógini frá 1959 staðfestast.
Mær kunnugt var tað hetta,
ið uppskotið gekk út uppá
At viðkomandi kommunu-
lækni saman við serlækna
á tí økinum skuldu viðgera
umsóknina um fosturtøku.
Er nakað skeivt í tí? Ella
skulu vit kanska hava fría
fosturtøku í Føroyum, eins
og í Danmark? Tað er jú
haðani modernaðu læknar-
nir koma við síni útbúgving.
MORALUR
At nakað er politiskt lógligt,
merkir ikki at tað er mor-
alskt rætt! Flokkar tosa um
at verja tey veiku í sam-
felagnum, men í aliari sínari
umsorgan, gloyma teir tey
veikastu, ta 6fødda barnið,
ein óynsktan „slímklump“
ið onkur velur at nevna tað,
so tað ikki skal ljóða so
ómenniskjaligt, hesin, ið
samb. T.D. Hentze bert hev- |
ur tvinnar kostir í at velja: |
Antin at verða fyribeindur
lógliga, ella ólógliga (segði
nakar Schindlers List!) Tað
verður mett sum eitt „aftur-
stig“ um avgerðarrætturin
um loysn av hesum
„kvinnuproblemi“ verður
tikin frá henni
Er tað rætt at nærum 10
hvør nyggjur føroyingur
skal fyribeinast, so at vit
kunnu fáa eitt samfelag, frítt
fyri allar mongolar, prob-
lembørn og onnur „óynskt“,
ella eru tað bara teir/tey við
bíbliuni í hond sum meina
at tað er skeivt.
Vónandi er ikki seinasta
orðið um broytingina í lóg-
ini sagt.
Við virðing fyri øllum
føroyingum
Heine Liitzen
Boomerangin hjå Atla
Atli Dam roynir i Sosial-
inum hósdagin at reka tjóð-
veldisveljarar í javnaðar-
rætt. Hann sigur m.a.: „Tað
er greitt, at tungt verður at
fáa vinstraveingin umboð-
aðan, tá allar atkvóðurnar
hjá Tjóðveldisflokkinum,
Verkamannafylkingini,
Sjálvstýrisflokkinum, Kristi-
liga Fólkaflokkinum og
Zakarias Wang fara fyri
skeytið. “
Atkvødubytid á løgtings-
valinum var hetta: Sam-
bandsflokkurin 23,4%,
Fólkaflokkurin 16%, Javn-
aðarflokkurin 15,4%, Tjóð-
veldisflokkurin 13,7%,
Verkamannafylkingin
9,5%, Kristiligi Fólkaflokk-
urin 6,3%, Miðflokkurin
5,8%, Sjálvstýrisflokkurin
5,6%, Føroyski Flokkurin
2,4% og Frælsisfylkingin
1,9%.
Sambandsflokkurin ligg-
ur klårt å odda, men mun-
urin ímillum teir næstu
tríggjar flokkarnar — Fólka-
flokkin, Javnaðarflokkin og
Tjóðveldisflokkin — er sera
lítil, og einans 1,7% er á
muni ímillum Javnaðar-
flokkin og Tjóðveldisflokk-
in.
Nógv bendir sostatt á, at
sambandsmaðurin er trygg-
ur. Men av tí at bara eitt
umboð skal veljast afturat,
so eru tað ikki bara atkvød-
urnar hjá teimum smærru
flokkunum, ið fara fyri
skeytið, sum Atli málber
seg, men sanniliga eisini
atkvødurnar hjá tveimum av
teimum størru. Atkvødurnar
hjå Javnadarflokkinum og
Fólkaflokkinum kunnu eins
væl fara fyri skeytið sum
atkvødurnar hjá Tjóðveldis-
flokkinum.
Atli hevur sostatt blaka
eina boomerang, tá ið hann
vil vera við, at atkvødur fyri
Tjóðveldisflokkin, Verka-
mannafylkingina o.a.fr. fara
fyri skeytið. Boomerangin
rakar nevniliga Javnaðar-
flokkin sjálvan.
Eitt er so púra vist. Sam-
bandsflokkurin, Fólka-
flokkurin og Javnaðarflokk-
urin hava ein stóran trup-
ulleika, sum Tjóðveldis-
flokkurin ikki hevur. Og tað
er júst umboðanin á fólka-
tingi.
Tað man falla mongum
javnaðarveljara tungt fyri
bróstið, at flokkurin tvíheld-
ur um, at tað er í lagi, at
umboð floksins á fólkatingi
atkvøda í serdonskum mál-
um. Tað sama r galdandi
fyri Fólkaflokkin, og í dag
helst eisini Sambandsflokk-
in.
Stundin er komin til at
sleppa okkum av vid hesa
dupulthugsan.
Og tå id nå Atli er so
bersøgin í sínum tilmæli,
hví so ikki eisini vera tað:
„Leið flokk tín á røttu
leið — um hann so eitur
Javnaðarflokkurin, Fólka-
flokkurin ella Sambands-
flokkurin — vel eitt umboð
úr Tjóðveldisflokkinum á
fólkating. So tryggjar tú, at
atkvødan ikki fer fyri skeyt-
ið, at hon verður misnýtt til
uppílegging í danskan pol-
itikk.“
Klæmint Olsen
valevni hjá
Tjóðveldisflokkinum
Politiskar viðmerkingar
Í samband við skipan av
landsstýrissamgongu kann
ikki sigast annað enn at
bylgjurnar hava gingið høgt
í Sambandsflokkinum og
nú til seinast legði ein heil
nevnd saman við varalim-
um frá sær, tí at ónggdin
við leiðsluna í tingflokk-
inum var so stór.
Nakrar dagar áðrenn
vóru tveir av tinglimunum,
ið ikki bakkaðu flokkin upp,
tí ónggdin var so stór við
leiðsluna.
Vit hava lisið greinar frá
Bjørn á Heygum har hesin
við sakførarasnildi hølvar
leiðsluna av í flokkinum.
Heðin Mortensen býráðs-
limur hevur sítt at siga um
Sambandsflokkin eisini í
grein í Dimmu.
Finnbogi Arge stóð
alment fram í Sjónvarpi og
Útvarpi og segði Føroya
fólki hvussu vorðið var í
Sambandsflokkinum.
Hesir eru navngivnir per-
sónar, ið allir eru valdir av
Sambandinum ávikavist í
løgting og byråd, ikki kann
sigast annað enn at tað hesir
hava sagt eigur at fortelja
Føroya fólki at Sambandið
ætlaði sær aldrin út í Tinga-
nes at føra borgarligan pol-
itikk.
Tå ein so fer at hugsa um
øll lesarabrøvini og grein-
irnar vid dulnevndum und-
irskriftum og samanfallandi
orðum, at tað kundi verið
ein og sami persónur, ið
skrivaði alt hettar, hettar
vóru tónarnir í Dimmu
meðan samráðingarnar fóru
fram millum Fólkaflokkin
og Sambandið, so eigur ikki
at verða neyðugt at siga
meir um hetta, tí blaðstjórin
á Dimmu er jú tann harða
sosialistiska sambandslinj-
an f Sambandsflokkinum.
Aðrir vórðu tónarnir í
Dimmu meðan sosialistar-
Mannbjørn í Grund, skipari
MT Beinir
og tvingsilssøla
Thomas Arabo heldur, at tå
heili try feløg, bjédadu upp
á „Beinir“, tå keypt varð,
so verða aðrir snýttir, um
núverandi eigarar fáa so-
mikið av kvotu, at tann
kombineraði fiskiskapurin
Irmingahav/Barentshav
kann halda fram.
Hini bæði felggini hava
fingið eyka kvotu og kunnu
halda fram uttan trupulleik-
ar
Hvor kann tå vera snýttur
so tað munar?
Um tað hendir, sum
fryktandi er fyri, at „Beinir“
óneyðugt fer á aðrar hendur
og so fær ta kvotu sum hes-
um reidarfi tørvadi, verður
tå ongin snyttur?
Tað at bjóða aðra kvotu
til komandi eigarar, tað er
at biðja Skibskredittin um
at tvanga skipið, og íkki
avlýsa tvingsilsøluna.
Arabo tú skrivar til mín,
at føroyingar vilja bara
sleppa sær undan tá á stend-
ur
Tá undirritaði fór í land
sum skipari á størsta veiði-
fari í Føroyum, M/T Enni-
berg, so var tað ikki fyri at
vinna meira pening ella at
fáa tað lættari, men eina fyri
at royna nýggjar leiðir til
frama fyri land og fólk
Virðingarmest
Manbjørn í Grund
AAA
nir gjørdu samgongu og så
hvussu hon lovprísaði tí
samgonguni og nú vit síggja
tann eina landsstýrismannin
kann eingin ivi vera meir
um, at hetta var tað Sam-
bandið vildi, men tit eiga at
| vita, at hetta var íkki tað
veljarin vildi, men nær hava
tit lurta eftir honum.
Eg vil vóna at tann borg-
| arligi veljarin hugsar um
hetta tá krossurin verður
settur tann 21. september til
fólkatingsumboðanina.
Tær somu kreftirnar eru
aftur farnar í gongd í
Dimmu, nú móti sínum
egnv, takið bert bæði tey
dulnevndu lesarabrøvini í
Dimmu leygardagin 17.
september. Fyrst er tað Jóhs.
M. Olsen ið umboðaði
Sambandið í sjónvarpinum
hóskveldið, id skal jarðast,
vápnini teir nýta eru aldrin
ov skitin tá teir ætla at jarða
ein, lesið bara.
Ikki skammast tit heldur
við lesarabrævinum í sam-
band við landsstýrismann,
ið norðoyingar vildu hava,
her draga tit eisini Fólka-
flokkin inn, men vónandi
kennur sambandsveljarin í
Norðoyggjum eisini teir
lítlu svertu, ið stjórna
Dimmalætting og stýra
sambandinum sjálvt um
hesir skriva seg undir sum
SAMBANDSMAÐUR Í
NORÐOYGGJUM.
Er tað nakar, ið hevur
talað sak føroyinga niðri á
danatingi við klárari rødd.
so er tað umboð Fólkafloks-
ins, tí fer atkvødan ikki fyri
skeyti, um Fólkaflokkurin
fær hana.
John Petersen
—— we
Altjóða
Barnalegur
»CISV«
Landsfundur verdur å Lær-
araskúlanum leygardagin
1. okt. kl 15. Skrá samb.
reglugerð. Framløga av
komandi hålvåri o.a. Øll
hjartaliga vælkomin.
ETTER
í