mikudagur 21. september 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ) 7 Nr. 179 — 21. SEPTEMBER 1994 Síða 21
Lesarabrøv :
Fakfelag keypt Skansa
Starvsmannafelagið hevur
gjørt eitt rimmarkeyp. Fe-
lagið fekk Skansan fyri
800.000 krónur.
Fríggjamorgunin 16. septemb-
er hvakk eg við, tá Sosialurin
indi um, at arbeiðspláss okkara
tey seinastu 3 árini var selt und-
an okkum. Til STARVS-
MANNAFELAGIÐ! Seinni
um dagin vóru tíðindini eisini
borin í Útvarpinum.
Tvingsilssølan
Bæði sethús okkara (tey aft-
aru) og Tilhaldshúsið Skansin
(tey fremru húsini í Jekaragøtu
8) koyrdi Realkredit Danmark
á tvang 5. maí í ár.
Føroya Sparikassi keypt
sethúsini, og seldi okkum tey
aftur seinni, meðan Realkredit
Danmark keypti fremru húsini.
Nú fóru vit, stuðlað av børn -
unum, atroyna at keypa fremru
húsini atur fyri ein forsvarligan
prís, ið raksturin kann bera.
(Hesi hús vóru bygd í >teim-
um eru 80'unum«, og prísurin
var tí hareftir, so raksturin ikki
kundi bera lánini, nú ið inn-
tøkumøguleikin minkaði).
Seld uttan at vera
lýst til sølu
Hvekkurin stóðst av, at húsini i
Jekaragøtu 8 vóru seld uttan-
um okkum. Vit og børn okkara
fingu einki at vita um, at nå var
komið upp um okkara boð
uppá 500.000 krónur (um fígg-
ing fekst til keypið).
Nevnda boð gav eg sakfør-
aranum hjå Realkredit Dan-
mark munnliga 20. mai i år.
Hann tók ikki av tilboðnum, og
stongdi húsini sama dag. — Fyri
summarið! (Summarið er, sum
kunnugt, inntskutíðin í ferða-
vinnuni.)
TILHALDSHÚSIÐ
SKANSIN
Áheitan á fakfelags-
limirnar
Tað mest ørkymlandi var, at
Starvsmannafelagið bjóðaði
okkum av! Hvussu hugburður-
in er í hesum felag, veit eg ikki,
men Feroya Arbeiðarafelag
hevur biðið limir sínar latið
vera við at bjóða móti fólki, ið
royna at keypa húsini aftur!
(Rímiligt er, at slíkur hugburð-
ur er galdandi fyri all hampa-
fólk).
Livibreyðið hjá
tveimum familjum
Um nevndu hús vóru keypt
aftur fyri ein rímiligan prís,
vildi hetta verið livibreyð hjá
tveimum familjum! Í staðin er
ætlanin nú at hýsa skrivstovum
v.m.
Hvat ið galið var við Postfe-
laghúsinum við Tinghúsvegin,
veiteg ikki, men sømiligari var
at lagt eftir onkrum ødrum 6-
mannaðum húsi á marknaðin-
um, ið eingin bjóðar uppá, —og
tey eru mong!
Sum ein limur í Starvs-
mannafelagnum segði mær:
>Sama ger hvar skrivstovuhús
okkara eru, bert alt virkar sum
tað skal!<
Ferðamannalandið
»Sengeløse«
Nú um dagarnar verður nógv
talað um »Føroyar sum ferða-
mannaland«. Nið hesum
»kvettinum« hevur Starvs-
mannafelagið gjørt landið og
Havnina 30 sengur fátækari!
Solidariteturin
Ikki kann annað sigast enn, at
líti! solidaritetur er vístur.
Kanska hava limirnir — ella
leiðslan — als ikki skilt samfe-
lagssamanhangin: at flestu
limirnir verða lentir yvir
skattagjaldið hjá meðborgar-
unum.
Fyri hvert arbeiðspláss í
samfelagnum, sum fer fyri
bakka, missa limirnir innteku-
møguleika, samstundis sum
tey arbeidsleysu koma at liggja
til byrdu hjå ti almenna!
Áðrenn eg haldi fram,
trívi eg í tað týdningar-
mesta, so ein betur
skilir heildina:
Vit hava búð, og starvast
(Grafia), í aftaru húsunum, set-
húsunum, síðan 1963. Fremru
húsini vóru bygd í 1983-84, og
vóru innrættað til tvinni enda-
mál — skrivstovuyrki og sum
kollegium (næmingabústað).
Við einum rímiligum leigu-
gjaldi og við ískoyti frå Grafia,
mólu tey fremru húsini so dánt
runt.
Tíðirnar versnaðu, og Grafia
hevði minni fyri hvønn mánaða
at rinda hallið við. Og so í
februar 1991 flutti leigarin í
egin hús. Hesi vóru keypt bí-
liga frá útlendskum felag, ið
rýmdi yvir háls og herðar, nú
tíðirnar versnaðu.
Nú gjørdist stødan ålvarslig,
ti ikki var hugsingur um nakað
leigumál, tí øll táttaðu i. Sam-
felagið lá í andaleypi!
So var bert eitt at taka til:
Gistingarhús! Fremru húsini
vóru, sum áður sagt, innrættað
sum kollegium. Og eftir tær
neyðugu broytingarnar og inn-
keyp av innbúgvi, lótu vit Til-
haldshúsið Skansan upp 8.
mai 1991.
Fullsett hús summarmánað-
irnar, og eitt slød restina av år-
inum. Ikki fingust endarnir at
røkka saman. Livsuppsparing-
in syndradist, ti hon var øll nytt
til at stappa i »holini«, til vit at
enda komu at standa å berum, —
nei, verri enn tað, tí nú var bein-
leidis hall!
Nu kundi onkur sagt »hvi
settu tit ikk: prisimar upp?« Til
tað er al siga, at prísirnir svar-
aðu til »klassan« sum Skansin
hoyrir til, men útreiðslurnar
ikki. So, vit fóru á tvang, sum
áður sagt frå.
Nú vendi eg aftur til
fyrsta tátt, framhald:
Kennir seg íkki illa
Eftir hesi ófrættir í Sosialinum,
ringdi eg til Starvsmannafelag-
id, har eg hitti Jákup Danielsen,
formann. Hann váttaði at so
var, at felagið hevði keypt ogn-
ina undan okkum. Hetta, segði
hann, nervaði hverki seg ella
nevndina, tí hetta var eitt >lóg-
ligt keyp«. Hvussu kenslumar
vóru, vildi hann ikki úttala seg
um.
Eisini játtaði hann, at felag-
ið hevði boðið 80.000 oman-
fyri prísin, ið Feroya Spari-
kassi hevði lovað okkum set-
húsini fyri, men til fánýtis!
Hóast einki var skrivað, leyp
Sparikassin ikki frá sínum lyfti
til okkara um prís og rímiliga
fígging.
— Tað er mín vón, at hetta
verður gongdin framyvir her í
Føroyum, at sein maður er ein
maður og eitt orð er eitt orð<!
Tveir samantvinnaðir
matriklar
Undir samrøduni segði eg Ják-
upi Danielsen frá, at hóast tveir
matriklar, við hver sínum
nummari, og brandisolering
húsanna millum, so eru flest
allir teknisku hentleikarnir inni
hjá okkum — í sethúsunum. Eitt
nú hitaverkið, skorsteinur,
oljuåfylling, atgongdin til báð-
ar loftsíbúðirnar o.a.m.
At fáa øll hesi viðurskifti í
rættlag — inni í fremru húsun-
um — meta kønir menn fer at
kosta millum 300.000 og
400.000 krónur afturat keyps-
prísinum uppá 800.000 kr.
Ikki slepst niðan tl inn-
gongdina við bili, tí ov smalt er
har, bara 1,5 m, meðan vit ráða
yvir 3 metra breiðari niðan-
koyring!
>Jú, hann hevði hoyrt okkurt
um hetta! <
Moralurin?
At enda minti eg á tað 6-
moralska við keypinum, sum
greitt er frá í tí undanfarna. Eis-
ini, legði eg afturat, verður
varandi óvinskapur húsanna
millum, ið neyvan ber til at liva
við hjá limunum í Starvs-
mannafelagum og viðskifta-
fólki annars.
Nú verður forvitnisligt, um
limirnir í Starvsmannafelag-
num kenna seg »førdar bak
ljósið< ella framferðin sam-
svarar við teirra ynskir. Bert
ein eykaaðalfundur kann svara
hesum.
Frants Restorff
Jekaragøta8,
Tórshavn
Almennur fundur
|
Nordurlandahusinum
Ole Sylvester Jørgensen,
barnapsykiatari og yvirlækni å Bispe-
bjerg Hospital, heldur fyrilestur
hóskveldið 22. september kl. 19
August Wang bjóðar vælkomin
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 06. okt. 1994, kl. 11.20
tvangsauktion, (AS 289/94) over matr.
nr. 1433 e, Tórshavn, beliggende
Varðabyrgi 6.
Auktionen er begæret af Advokatskriv-
stovan, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940535) pá
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 140 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 63 kvm. í 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 14.09.94
Henrik Engell Rhod
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 06. okt. 1994, kl. 11.30
tvangsauktion, (AS 498/93) over matr.
nr. 1632, Klaksvik, beliggende Klaks-
vik.
Auktionen er begæret af Advokatfelag-
ið, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tlf.
1.1260 (j. nr. 25761) på vegne en pant-
og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 410 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 70 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 14.09.94
Henrik Engell Rhod
dím.
Ole Sylvester Jørgensen heldur fyri-
lestur um evnid Sålarligir trupulleikar
hjå børnum og ungum
Høvi verdur at seta spurningar
Kaffistedgur
Framhald av fyrilestri hjá Ole Sylvester
Jørgensen
Høvi verður eisini her at seta spurning-
ar
Orðstýrari: Arne Ludvig, sálarfroð-
ingur
Autistafelagið - Javni - Sinnisbati
1 e j Njåll og Georg
- veitslutónleikur til |
tel. 1-9194 tann ljósa morgun! |