Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Baðfóik- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tårfinn Smith - Kilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Eftir fólkatingsvalið FÓLKATINGSVALIÐ í gjár kann fáa stóran tydning fyri Føroyar. Her hugsa vit fyrst og fremst um valið í Danmark. Valhelini vórðu ikki latin aftur, tá henda oddagrein varð skrivað, men gongur, sum seinastu veljarakanningarnar hava spátt, so fáa vit eina stjórn í Danmark undir javnaðarleiðslu. NÚ javnaðarflokkkurin hevur fingið ein týðandi leiklut í landsstýrinum hevur tað stóran tydning, at annað av fólka- tingsumbodum okkara er eitt javnað- arfólk. - ikki minst nú tað kanska meira enn nakrantíð ræður um at hava góð viðurskifti við donsku stjórnina, fólka- tingið og danska almenningin. Tað er sera - sera umráðandi, at føroyingar velja fólk á danating, sum kunnu birta upp undir og stimbra eitt komandi gott samstarv millum londini bæði Í blaðnum í gjár høvdu vit samrødu vid danska fíggjarmálaráðharran, Mogens Lykketoft, sum leggur upp til eitt pos:- tivt og gott samstarv millum Føroyar og Danmark eftir valid. Vit skilja hann soleiðis, at tað hevur stóran tydning fyri eina komandi danska javnaðarstjórn at kunna leggja til brots meira ella minni av nýggjum í framtíðar samskiftinum. Tvs. at er neyðugt at broyta avtalur og stinga eina heilt nýggja kós út í kortið, so eigur tað at verða umrøtt. Og fyri at hava eitt gott grundarlag at byggja á, so er neyðugt, at danski forsætisráðharrin og hansara næstu medarbeiðarar koma til Føroya. Hetta fara vit enn einaferð at minna danska forsætisráðharran um. Kom til Føroya og kunna teg við støduna her! SAMBANDSFLOKKURIN og javnad- arflokkurin mynda nú landsstýrið. Tað hevði verið gott og eisini nátúrligt, um hesir báðir flokkar fingu umboð vald á fólkating. Umframt at hjálpa til við at fáa góðar avtalur millum landsstýrið og stjórnina, so kundu hesi bæði umboð gjørt eitt lobbyarbeiði báðumegin í fólkatinginum. Javnaðarumboðið kann koma at hava tann týðandi leiklutin at stuðla eina danska javnaðarstjórn, með- an sambandsumboðið kemur at hava til uppgávu at fáa tann stóra vinstraflokkin í andstøðu at stuðla og taka undir vid tí politikki, sum stjórnin og landsstýrið fara at reka í viðurskiftunum millum bæði londini. EITT fólkafloksumboð fer onga nyttu at gera. Tverturímóti fer tað bara at vera Utgevari: PA Saslalurin Uppsetng. PA Sesialurin Prent: P/E Pressan 1981 gústaður. Argjavegi 26 Teisfon. 11820 67. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 76 110 Tórshavn Teielar: 14720 Argjum til fortreð. Fyri føroyingar og fyri darir. Ja eisini fyri tey fólkafloksfólk, sum ynskja, at nakað gott kann koma burtur úr samskiftinum millum londini bæði. Skuldi tað hent, at umboð fólkafloksins verður afturvalt, tá vita vit øll, at tess uppgáva verður at halda fram við at reka føroyskan fólkafloks andstødu- politikk á fólkatingi og harnæst at gera alt fyri at mótarbeiða eini danskari javnaðarstjórn. Hetta er jú fullkomiliga burturvið. Nettup í hesum tíðum hava vit brúk fyri at føroyingar standa saman. Vit hava brúk fyri á skynsamiligan og sømiligan hátt at greiða dønum frá støðu okkara, og vit hava brúk fyri at ikki bert danskir politikarar men so sanniliga eisini tann vanligi danin virðir og skilir okkum. Tað krevur so eisini av okkara umboðum, at tey virða og skilja danir og ikki niðurgera teir vid eitthvørt høvi. OKKUM nýtist hvørki av vera und- irbrotlig ella stórlátað. Tað ræður um at finna rætta stevid og brúka slík orð, sum báðir partar vilja lurta eftir og harvið kunnu skilja. ókvæmisorð og lortaspannir Breckmanns byggja einki upp, tey bara bróta niður og seta kílar i. Alt hetta við at brúka stór orð og bom- bardera og spiila út danir tænir ikki søk okkara. Tí má og skal Óli Breckmann vrakast sum fólkatingsmaður. Hetta hevur einki við hansara persón at gera. Einki persónligt er í hesum. Henda okkara avgjørda stóða skyldast eina og aleina hansara oyðileggjandi politiska virksemi. TAÐ ber rætt og slætt ikki til at hava ein føroyskan politikara á fólkatingi komandi tíð, sum bara fer at seta sær eitt fyri og tað er at seta kíla millum sit- andi landsstýri og eina komandi danska stjórn. Hetta áttu allir føroyingar at skilt, eisini fólkafloksmenn, sum so sanniliga eisini hava brúk fyri einum góðum og tolerantum samráðingarklima komandi tíð millum danir og før- oyingar. Vit loyva okkum tí í skrivandi løtu at vera so naivar at trúgva, at føroyski veljarin hevur skilt álvaran og fer at forða fyri, at fólk, sum mótar- beiða Føroyum, koma á fólkating. HINVEGIN eiga tey umboð, sum verða vald, at vera enn meira virkin og brúka alla sina tíð sum lobbyistar fyri Føroyar og sum brúgvabyggjarar millum tveir partar av samveldinum. SOSIALURIN Nýggj grindaherferð í Týsklandi: Ræða innflytarar av føroyskum fiski — Tað eru 14 dagar síðan at eg fyrstu ferð hoyrdi um herferðina og eg veit at føroyskir fiskaútflytarar eru raktir av hesi herferð, sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri Kendu djóraverndarfelags- skapirnir í Bretlandi, EIA, pilot Whale Campaign og Whale á Dolphin Conser- an við týskum djóravernd- arfelagsskapum, farnir undir eina grindaherferð í Týsklandi mótvegis føroy- — Hesuferð royna djóra- verndarfelagsskapirnir ikki at leggja eftir småsølulid- num, men royna heldur at flyta føroyskan fisk, sigur Kjartan Hoydal vation Society eru nú, sam- ingum. ræða fyritøkurnar sum inn- Kjartan Hoydal. — Tað eru 14 dagar síðan, at eg fyrstu ferð hoyrdi um nýggju herferðina. Royki- virkið í Klaksvík hevði, gjøgnum danska útflytaran, trupulleikar at sleppa av við sínar vørur, tí innflytarin í Týsklandi var vorðin bang- in av grindaherferðini. Eg veit eisini um at Faroe Sea- food og aðrir fiskaútflytarar hava merkt til herferðina, sigur Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri. — Vit hava sent tilfard, sum greidir frå grind og grindadråpi til føroysku út- flytararnar, teir kunnu sidan senda hetta tilfar vidari til fiskakeypararnar í Týsk- landi. sogur Kjartan Hoy- dal. Miseydnadist i Bretlandi Herferðin hjá áður- nevndu bretsku djóra- vemdarfelagsskapum i Bretlandi = miseydnadist Okkara fólk í Bretlandi, eitt nú Faroe Seafood og Louis Wilson og hansara felags- skapur hava gjørt eitt framúrskarandi arbeiði fyri at verja føroyingar. --Faroe Seafood í Bret- landi slerdi nevan í borðið og segði, at teir ikki vildu finna seg í álopunum frá djóraverndarfelagsskapunu m. Teir hava vart seg við at greitt frá hvat veruliga hendir í Føroyum og teir hava nýtt tilfarið hjá lands- stýrinum um grind og grindadráp, sigur hann. — Tá tað ikki eydnaðist hesum felagsskapum at steðga bretska innflutning- inum av føroyskum fiski, so royna teir nú eydnuna í Týsklandi, sigur Kjartan Hoydal. Faldarin sum er sendur út til týskar fiskainnflytarar er fyltur við somu ósannind- um sum hesir felagsskapir hava nýu fyrr. Millum annað, at vit drepa grind til stuttleika, at vit hótta stovnin og at vit eru ríkasta fólk í øllum Europa. jústinus.