Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 180 — 22. SEPTEMBER 1994 Mótasýning á parkeringsplåssi Fólk, sum leygardagin fóru til handils í miðbýnum, komu óvæntað fram á mótaframsýning, sum klædnahandilin Benetton skipaði fyri buksum og ríputum turriklæði og húgvu Tað nýtist ikki at vera so stórt og glæsiligt, fyri at fáa fólk at geva einum tiltaki gætur. Tað upplivdi Sosialurin leygardagin aftaná døgur- ða, tá fólk vóru í handils- grindum í miðbýnum. Tað var klædnahandilin Benetton, sum skipaði fyri mótasýning. Har var eisini tónleikur og hann skipaði D.M. Tronic fyri. "Mótapallurin" - tvey træbretti og tveir hátalarar - var sett upp á parkerings- plássinum uttan fyri móta- handilin, har eisini hárfríð- kanarstovan hjá Tótu er. Tónleikurin rungaði mill- um húsini, og tað var nóg mikið til at tey, sum ikki vist hvat var á våsi, steðgaðu forvitin eina løtu. Frítíðarklæði ella bert vanliga gerandisklæðir. Her er Karin Berglíð ílatin í troyggju og vesti úr sama tilfari, gulum Umstødurnar góvu kans- ka ikki framsýnarunum fyrimunir, men heldur tað, at nakrar væl upplagdar og fyrikomandi = "modellir" hildu tað vera stuttligt at sýna Benetton klæðir á palli. Hetta var ein stuttligur steðgur hjá teimum, sum fóru í handlarnir at keypa, | áðrenn handlarnir lótu aft- ur. Benetton klæðir eru av | slíkum slík, sum bæði ungar og tilkomnar kvinnur kunnu brúka. Litirnir eru vakrir og stuttliga settir saman i Tað nýtist ikki at vera so £| nógv hóvasták av at skipa | eina mótaframsýning. Framsýnarnir runnu aftur . og fram millum parkeringsplássið og klædnahandilin, og tað gekk upp á stás. Vinstrumegin: Brynhild Restorff, Anni Liitzen, Ásla Holm og karin - Berglíð Tidindabladid (XX) Troyggjan er re ; og kjólin er reyður við hvítum blómumynstri. Slík klæði virka lívgandi, og tað heldur Anni Liltzen ivaleyst eisini ymsum mynstrum. Um- framt hetta, so sóu vit konu- fólkaklædningar við vesti, ullintar frakkar, frítíðar- klæðir og vanlig gerandis- klæðir, sum kvinnur í øllum aldri og støddum kunnu brúka. Benetton verur er víða- kendar fyri sínar litsaman- setingar. Í vetrarmótanum eru serliga heystlitirnir at síggja, eitt nú grátt, reyð- brúnt, grønt, brúnt og blátt. Umframt tað eru einslitt pløgg í náttúrulitum, sum ikki bert lívga móti vetrar- kuldanum, men eisini eru í nútímans sniðum, bæði Stutt og langt, so sum konu- fólk nú einaferð dámar best at lata seg í. Tóta Lohse eigur klædna- handilin Benetton, og hon sigur, at klædnaúrvalið, sum varð framsýnt henda dagin, bert er ein partur av tí, sum myndar vetrarmótan í ár. Handilin fær nýggja veru so hvørt sum tað líður meir út á veturin. Dagny Mynd: Alan Brockie Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 06. okt. 1994, kl. 10.30 tvangsauktion, (AS 301/94) over matr. nr. Fuglafjørdur. Auktionen er begæret af Advokatskriv- stovan, Fr. Petersensgøta 9, Tørs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940531) på 478, Fuglafjørdur, beliggende vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 542 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 48 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 14.09 94 Henrik Engell Rhod dím.