fríggjadagur 23. september 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 181 — 23. SEPTEMBER 1994
5
Ossur Winthereig og Óli Breckmann hava ongantíð verið serliga samdur í politi
taka í hondina á Óla Breckmann, meðan myndamaðurin var hjástaddur (Mynd: Kalmar)
Ossur Winthereig, verkamannafylkingin:
ie es
Nu standa
vit sterkari
í samgonguni
- Fyri fyrstu ferð hava vit nú eina greiða og skip-
aða andstødu móti teimum gomlu flokkunum,
sigur Øssur Winthereig, sum fekk næstflestar at-
kvødur av øllum teimum 86, sum stilladu upp í
Føroyum til fólkatingsvalið
Øssur Winthereig er púra
ovfarin av valúrslitinum
mikudagin.
- Okkara mål við at stilla
upp var at staðfesta okkum í
verkamannafylkingini, og
vit vónaðu at fáa vøkstur.
Ein veljarakanning vísti, at
vit bara fóru at fáa 4-5 % og
summi vóru eitt sindur
bangin, tí við løgtingsvalid
fekk fylkingin 9,5 %. Og nú
fingu vit 16,2 %. Tað var
heilt einastandandi, sigur
Øssur, sum fekk 1539 per-
sónligar atkvødur. Verka-
mannafylkingin fekk til-
samans 3111 atkvødur.
Tað er ikki beint, at
verkamannafylkingin sats-
aði á at fáa júst Øssur vald-
an.
Ovæntað valevni
- Onkur helt tað kanska, tí
eg fekk orðið so ofta í val-
sendingunum, men tá bara
trý fólk eru á einum lista,
sleppa tey so mikið oftari
framat enn td. hvør av
teimum 25, sum stillaðu
upp fyri sambandsflokkin,
sigur Øssur, sum heldur seg
kennaeinaorsøk til, at jæust
hann á listanum hjá verka-
mannafylkingin fekk so
góða undirtøku.
- Eg haldi, eg var einasta
óvæntaða vælevni. Tað var
ikki óvæntað, at Ingeborg
Vinther, Óli Jacobsen og øll
hini valevnini vóru. Eg kom
so knappliga uppi.
- Mittegna valúrslit gevur
mær viðurkenning fyri ti, eg
havi sagt, og verkamanna-
fylkingin hevur fingið stað-
fest, at hon sum andstøda til
teir gomlu flokkarnar hevur
stóra undirtøku. Tað gevur
teimum hjá verkamanna-
fylkingini eisini nógva
styrki, tí nú kunu reisa seg
upp og siga sína hugsan.
Tey kunnu standa fast við
sítt, tí tey hava yvir 300
veljarar aftanfyri seg, sigur
Ossur.
Teir belastaðu
Hann heldur eisini val-
úrslitið siga nakað um, at
veljaramir eru misnøgdir
vid teir flokkar, sum ikki
tordu at sleppa sær av vid
teir mest belstaðu persón-
arnar í føroyskum politikki.
Tað skuldi sagt eitt sindur,
at Finnbogi Ísakson fekk
færri atkvødur enn Heini O.
Hiensen, at Atli Dam íkki
fekk tær flestu á javnaðar-
listanum, og at Pauli Ell-
efsen lá aftanfyri Edmund
Joensen og Jóhs. Martin
Olsen, heldur Øssur.
Hann afturvísir, at verka-
mannafylkingin bara er eitt
upplop, og at allar atkvød-
urnar vóru læntar frå ødr-
um.
- Vit kunnu tad sama siga,
at vit hava fingið atkvødur í
varðveitslu frá gðrum
flokkum. Veljararnir hava
givið okkum hesar atkvødur
at varðveita sum eina hóttan
móti teimum gomlu. Nakrar
kki, og valkvøldid var Ossur lítið fyri at
#1
av hesum atkvødum fáa
hinir flokkarnir kanska aft-
ur einaferð, um teir fara at
reka ein annan politikk,
sigur Ossur Winthereig.
Sama ger
Hann tekur sær ikki nær
skuldsetingina um, at
verkamannafylkingin hev-
ur hjálpt teimum borgarligu
flokkunum at fáa umboð í
fólkatingið.
- Fyri mær er hasin spurn-
ingurin sera einfaldur. Fyri
tað fyrsta eiga føroysku
fólkatingsmenninir ikki at
leggja seg út í donsk viður-
skifti, teir.skulu bara um-
boða føroysk áhugamál.
Haraftrat hevur tað einki at
siga, um fólkatingsmaðurin
eitur Oli Breckmann ella
Atli Dam, sum kann gera
líka stóran skaða sum hin.
Hinvegin má eingin
ivast í, at eg i føroyskum
politikki dámar nógv betur
eitt landsstýri við javnað-
arflokkinum enn við fólka-
flokkinum.
Verkamannafylkingin
letur ikki henda sigurin
hanga í leysari luft, tí longu í
morgin verður stovnandi
fundur í fylkingini. Tá fara
tey at gerareglur um skipan,
Tíðindablaðið EH)
Størsti sigursharrin í Før-
! oyum í fólkatingsvalinum
var Óli Breckmann. Í at-
kvødum fór hann ikki fram
sammett við seinasta val,
| hann fekk nøkulunda lika
nógvar atkvødur. Atkvødu-
tal hansara hesu ferð var
2926 av teimum tilsamans
4156, sum fólkaflokkurin
fekk. Tað má sigast at vera
frálíkt úrslit fyri Óla sjálv-
an, tí allir teir gomlu flokk-
arnir fóru aftur, av ti at
| nýggir flokkar stillaðu upp.
Óli Breckmann var tíð-
liga á fótum morgunin eftir
| valsigurin, sjålvt um hann
| ikki slapp til songar fyrr enn
langt út á nåttina.
- At eg fái so nógv fleiri
atkvødur enn nakar annar i
flokkinum man vera ti, at i
fólkaflokkinum er alt meira
persónssentrerað. Tað var
eingin kapping millum okk-
ara valevni.
Eg eri sum eg eri
- Ødrvisi er í øðrum flokk-
um. Í javnaðarflokkinum
stóð dysturin millum Atla
| Dam og Maritu Petersen, og
sambandsflokkurin stillaði
25 breiðar bringur upp, so
sambandsveljararnir vistu
ikki, hvønn teir skuldu
velja, sigur Óli Breckmann.
At Edmund Joensen íkki
fekk fleiri atkvødur tulkar
hann sum, at fleiri sam-
bandsveljararar = hugsaðu
sum so, at løgmaður kortini
ikki fer í fólkatingið, og tí
kundu tey tað sama velja
og helst verður skjótt kallað | onkran annan.
inn til landsfund.
- Hvussu skipanin fer at
verða, ber ikki til at siga
enn, men tað verður í øllum
fórum ein demokratisk
skipan, sum loyvir gllum
limum at leggja uppskot
fram, og hver limur skal
hava sina atkvødu. Vit fara
ikki at gera nakra skipan,
sum fær okkum at líkjast
hinum flokkunum, sigur
Qssur Winthereig.
randi
- Eg verði valdur, tí eg eri
sum eg eri, meini sum eg
meini, og geri sum eg geri.
Tá eg veit, hví eg verði
valdur, noyðist eg at gera
hareftir, sigur Óli Breck-
mann.
Hann ætlar sær ikki at
bera seg gðrvísi at,enn hann
altíð hevur gjørt í fólkating-
inum. Hann fer ikki atlúta
fyri donskum embætisfólk-
um ella politiskum mót-
stóðufólkum og teirra yvir-
Óli Breckmann:
Fer ikki
at tiga
- Eg ætli ikki at leggja meg út í
samráðingarnar
landsstýrið og donsku stjórn-
ina, men hinvegin er mítt trúf-
esti stórri móti fólkinum enn
móti landsstýrinum, sigur Oli
Breckmann, sum nú fer undir
sitt jimta skeið sum føroyskur
fólkatingsmaður
millum
gangi, sum hann tekur til.
Óli Breckmann hevur ta
åkodan, at tað kvørkratak
danir hava tikid um føroy-
ingar f teimum avtalum,
sum gjørdar eru seinastu
tíðina, hava gjørt stórri
skaða fyri Føroyar enn poli-
tikkurin í 80-årunum.
- Tad er skeivt at rubba so
til, at vit hvørki hava luft
ella nakað blóðrensl eftir,
betri hevði verið at veitt
okkum andahjálp, sigur Óli
Breckmann.
Alt bendir á, at torført
verður at skipa stjórn í Dan-
mark. Hvør hon enn verður,
ætlar Oli sær at stuðla teim-
um borgarligu.
Hvat vilja tey?
- Mogens Lykketoft væntar
sær neyvan heldur nakran
stuðul frá mær.
Oli Breckmann heldur tað
vera harmiligt, at hvorki
Marita Petersen ella Ed-
mund Joensen hava víst á
nakrar mátar at gera tað
liviligt aftur í Føroyum.
Sjálvur ætlar hann at
royna at sannføra danskar
politikkarar um, at ikki
dugir at binda okkum, at
hava so høgt skattatryst,
krevja javnvåg å figgjar-
lógini, at hava banka-
fiskivinnuskipan og Fiska-
virking, ið liggur sum ein
dyna yvir okkum.
Oli Breckmann ætlar ikki
sum føroyskur fólkatings-
maður at leggja seg út i
samrådingamar = millum
landsstýrið og donsku
stjórnina.
- Men eingin skal tó vera í
iva um, at eg leggi stórri
dent á trúfestið móti land-
inum og fólkinum her enn
móti landsstýrinum, sigur
Óli Breckmann.
randi