fríggjadagur 23. september 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 181 — 23. SEPTEMBER 1994
Síða 7
Tíðindablaðið (>)
Danir bíða spentir eftir nýggjari stjórn:
Drotningaumfarið
var seinna-
partin í gjar
Hóast danska stjórnin á valinum mikudagin misti 14
fólkatingsumboð, og tann eini stjórnarflokkurin heilt
hvarv úr fólkatingini, fara hinir tríggir eftirverandi
flokkarnir at royna at skipa eina minnilutastjórn
Tann stóra framgongdin, ið
leingi hevur verið spádd
Vinstraflokkinum á fólka-
tingi, vísti seg, tá danir —
eins og føroyingar — vóru á
fólkatingsvali mikudagin.
Flokkurin hjá Uffe Elle-
mann-Jensen hevði ta allar-
stórstu framgongdina við
7,5%. Í fólkatingsumboð-
um vaks flokkurin úr 29 upp
í 42, og er greitt næststørsti
flokkur á fólkatingi.
Men ivasamt er, um Uffe
og hinir í Vinstraflokkinum
kunnu brúka framgongdina
til nakað sum helst í fyrsta
umfari. Valkvøldid boðaði
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri, saman við
hinum báðum flokkunum,
ið eftir eru av stjórnini, at
teir ætla at halda fram við
minnilutastjórn.
Fjórði flokkurin, ið hevur
sitid í stjórnini, fall á val-
inum. Eftir at hava verið á
fólkatingi í samfull 21 ár
uttan slit, fekk Kristiligi
Fólkaflokkurin ikki nóg
nógvar atkvødur til, at hann
kundi fáa umboðan á fólka-
tingi. Flokkurin fekk bert
1,8% av atkvødunum, og
tad er 0,2% ov litid.
So er spurningurin, um
nakar annar flokkur kann
væntast at koma aftrat teim-
um trimum stjórnarflokk-
unum, ið yvirlivdu. SF hev-
ur verið nevndur sum ein
møguleiki, og eisini hevur
talan verið um, at Eindar-
listin, ið fyri fyrstu ferð fekk
umboðan á fólkatingi, kann
hugsast at hava hug til sam-
starv við teir tríggjar stjórn-
arflokkamar.
Seinnapartin i gjår, kl. 15,
var sokallada drotningaum-
farið, har allir floksfor-
menninir — eftir støddini á
flokkunum — skuldu tosa
við Margrethu drotning. Í
rúgvuni av floksformonn-
um var eisini Jacob Hau-
gaard, ið hevur stolið mestu
umræðuna í donsku fjøl-
miðlunum eftir valið.
Annars eru flestu donsku
blødini í gjár á einum máli
um, at fólkatingsvalið ikki
gav nóg greiða ábending
um, hvat veljarin ynskir.
hj.
Poul Nyrup Rasmussen ætl-
ar at skipa minnilutastjórn
við CD og teimum radikalu
um nývalda Jac- ,
ob Haugaard
Óli Breckmann, A
Atli P. Dam, C
Óli Jacobsen, |
Pauli Ellefsen, B
Ingeborg Vinther, |
Bjørn á Heygum, B
Jógvan |. Olsen, B
Finnbogi Arge, B
Lasse Klein, F
Atli Hansen, B
Hergeir Nielsen, E
Tummas Arabo, C
30 tey bestu
Ossur Winthereig, |
Marita Petersen, C
Zacharias Wang, Ú
Heini O. Heinesen, E
Edmund Joensen, B
Jóhannes Martin Olsen, B
Arfinn Kallsberg, A
Finnbogi Isaksen, E
Jóannes Ejdesgaard, C
Helena Dam á Neystabg, D
Jógvan Sundstein, A
Jákup Mikkelsen, A
Vilhelm Johannesen, C
Poul Martin Rasmussen, B
Anita á Fridriksmørk, E
Jåkop Lindenskov, C
Kaj Leo Johannesen, B
Jógvan Durhuus, E
2.926
1.539
1.392
1.358
1.110
1.039
672
662
622
487
347
337
324
324
257
212
191
167
164
162
155
148
138
138
130
119
115
111
96
93
Ein borgarligur og
ein vinstrahallur
valdir í Grønlandi
Umframt tey 175 umboðini
til fólkatingið, ið danir velja
sjálvir, verða eisini tvey
vald í Føroyum og tvey í
Grønlandi, ið eru í rikisfel-
agsskapi við Danmark.
Meðan valið í Føroyum
førdi við sær, at annað um-
boðið, ið hevði sitið í und-
|
| 70 8
Fo I
| 60
| 50
Flokkabytid å Folkatingi i tinglimum
=
Fólkatingsvalið 12. desember 1990
x Fólkatingsvalið 21. september 1994
Umframt teir 175 tinglimirnar,
ið verða valdir í Danmark, verða
tveir valdir í Føroyum og tveir í
Grænlandi — 179 eru tilsamans
42
Grafikkur: Hilmar Jan Hansen 19940
anfarna valskeidi, varð skift
út og hitt afturvald, vórðu
bæði tey grønlendsku um-
boðini afturvald.
Otto Stenhold úr Attasut-
flokkinum og Hans Pavia
Rosing úr Siumut-flokkin-
um vórðu báðir afturvaldir,
og sostatt fáa borgarligi og
vinstrahalli vongurin niðri á
fólkatingi hvør sitt umboð,
tí Attasut er borgarligur
flokkur, meðan Siumut er
javnaðarflokkur.
Og av ti at bæði tey før-
oysku umboðini, ið vald
vóru — fólkafloksmaðurin
Óli Breckmann og sam-
bandsmaðurin Edmund Jo-
ensen — eru borgarlig, fær
borgarligi vongurin trý um-
boð aftrat og vinstravong-
urin eitt.
Hvussu hetta kemur at
ávirka donsku stjórnarsam-
ráðingarnar er kortini Óvist,
tí Poul Nyrup Rasmussen er
sinnaður at halda fram sam-
an við Sentrums Demokrat-
unum og Radikala Vinstra-
flokkinum — hóast stjórnin
mikudagin mist 14 umboð,
tí Kristiligi Fólkaflokkurin
kom ikki á ting hesaferð.
hj.