Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 129 - 11. juli 2003 Nr. 129 - 11. juli 2003 23 fingið hasi 25-30 prosent- ini av marknaðinum, sum myndugleikarnir vilja hava Føroya Tele at missa, sigur Andras Róin. Vandamikið fyri marknaðin Umframt at Føroya Tele- stjórin er ónøgdur við kappingarumstøðurnar hjá fyritøkuni, sum hann stend- ur fyri at reka, metir hann tað eisini kunna gerast vandamikið fyri føroyska fjarskiftismarknaðin. - Við hesum seta mynd- ugleikarnir marknaðar- kreftirnar til síðis og stýra beinleiðis kappingini. Grundgevingin er, at Kall skal hava ein kjans, men vit halda, at veruliga úrslitið av hesum er, at kundarnir fáa minni fyri pengarnar. Vit vilja gjarna bjóða kundum eina betri vøru bíligari, men vit sleppa heilt einfalt ikki. Soleiðis eru tað kund- arnir, sum tapa í núverandi støðu. Fjarskiftiseftirlitið, sum er hægsti myndugleikin á fjarskiftisøkinum, hevur avmarkað spælirúmið hjá Føroya Tele í avmarkaða tíð, júst fyri at kundarnir skulu vinna í longdini, men á Føroya Tele stúra tey fyri at Fjarskiftiseftirlitið er farið ov langt við sínum góða vilja. - So sjónliga og bein- leiðis skeivregulering av marknaðarmøguleikunum hevur man ikki sæð í nøkr- um av okkara grannalond- um. Vit hava nú í trý ár søkt um at sleppa at samanseta tænastur, soleiðis at kundin fær fastan avsláttur, um hann til dømis hevur bæði fastnettelefon og fartelefon hjá okkum, men vit sleppa ikki. Kall slapp haraftur- ímóti frá fyrsta degi at samanseta fastnettelefon og internet og nú eisini fast- nettelefon og fartelefon. Andras Róin vísir á, at hetta slagið av skeivari marknaðarstýring heldur ongantíð er sæð í Føroyum fyrr, hóast tað er vanligt at almenn partafeløg kappast ímóti privatum á tildømis tryggingarmarknaðinum, flogferðslumarknaðinum og marknaðinum fyri farmasigling. Ein stjóri á høvdinum Skeiva marknaðarstýringin hevur sett Føroya Tele- stjóran í eina heldur óvan- liga støðu sum stjóri fyri eina fyritøku í kapping. - Eg má næstan siga við starvsfólkini, at tey mugu ikki gera sítt arbeiði so gott. At tey mugu ikki vera so effektiv, sum tey eru. Til dømis missir okkara Vinnu- deild, sum selur tænastur til vinnulívið, alt ov fáar kundar til at vit í nærmastu framtíð klára at missa tann fjórðingin, sum vit skulu. Á tí økinum gongur tað ov væl hjá okkum, sigur Andr- as Róin. Men so væl gongur ikki á øllum økjum., og Føroya Tele er av álvara farið at merkja kappingina og kundaflytingina. Tann vøksturin, sum fyritøkan hevur upplivað seinastu nógvu árini, er stagneraður og vendir nú tann tunga endan niður. Vøksturin, sum roknskapurin fyri 2002 vísti, stavaði frá fyrra hálvári. Í seinna hálvári upplivdi fyritøkan stagna- tión og beinleiðis niður- gongd, so úrslitið fyri kom- andi ár verður ikki eins gott, torir Føroya Tele-stjór- in at lova longu nú. Tí hev- ur hann eisini boða frá steðgi í útreiðsluvøkstrin- um komandi trý árini. Óvissa Tað er ikki til stuttleika at kassin verður smekkaður í, men heldur ikki av neyð. Óvissa um framtíðar um- støður er grundleggjandi orsøkin til útreiðslusteðgin.. - Hvat vil man frá polit- iskari síðu við føroyska fjarskiftismarknaðinum, spyr Andras Róin uttan retoriskt útrópstekin. - Høvuðssettningurin í løtuni tykist vera kapping fyri einhvønn prís. Men harvið undirgravar man tað veruliga endamálið við kappingini, nevniliga betri og bíligari tænastu. Okkara endamál sum almenn fjarskiftisfyritøka er, at vit skulu virka slóðbrótandi. Men tí endamáli kunnu vit ikki røkka, tá vit verða tvungin í útreiðslusteðg orsakað av ójavnari markn- aðarstýring. Eg haldi at man burdi kappast á jøvn- um føti. Føroya Tele ein reint føroysk fyritøka, og enntá alment átt, meðan Kall ikki er serliga føroysk. Gott nokk er størsti eigarin Framtaksgrunnurin, men ein stórir partar eru ís- lendskir og svenskur. So hví ein landsmyndugleiki syrgir fyri at útlendskir íleggjarar klára seg betur enn ein føroysk fyritøka á marknaðinum, havi eg ringt við at skilja, sigur Andras Róin. Ókendar leiðir Men Føroya Tele hevur slept vónini um, at støðan fer at broytast. Og tá fyri- tøkan skal missa marknað- arpart á kjarnuøkinum er sambært Føroya Tele stjór- anum ikki annað at gera enn at fara inn á onnur øki. - Televarpið er eitt gott dømi um, at vit kunnu skapa okkum nýggj virkis- øki, og vit hava í løtuni nógv samstørv ígongd við tí fyri eyga á líknandi hátt at skapa nýggjar inntøku- møguleikar. Í 2001 legði Føroya Tele eina strategiætlan fyri næstu fimm árini har eitt av høvuðsmálunum var at skapa nýggjar inntøku- møguleikar fyri Føroya Tele. Viðtøkurnar fyri partafelagið siga, at Føroya Tele skal arbeiða innan fjar- skifti og hartil knýttar tæn- astur, og tí eru mørk fyri hvar fyritøkan kann fara. Men fjaskifti er eftir hond- ini vorðin ein umfatandi partur av alskyns øðrum vinnuøkjum, so møguleik- arnir fyri nýggjum leiðum eru nógvir. Sundurskiljing og einskiljing Ímeðan Føroya Tele so- leiðis setir nýggja feska dótturfyritøku á stovn, veksur spurningurin um hvat fer at henda við sjálv- ari móðurfyritøkuni í fram- tíðini. Fjarskiftiseftirlitið og summir av kappingarneyt- unum hjá Føroya Tele hava í seinastuni havt ynskir frammi um at sundurskilja Føroya Tele í tvær sjálv- støðugar fyritøkur, eina tænastufyritøku og eina kervisfyritøku. Orsøkin er, at Føroya Tele, sambært Fjarskiftiseftirlitinum, hev- ur tað við at taka seg sjálv- an framum kappingarneyt- arnar, soleiðis at tað tekur kappingarneytunum nógv longri tíð at fáa veitingar frá kervisdeildini á Føroya Tele enn tað tekur Føroya Tele sjálvum. Í løtuni situr ein nevnd undir Vinnu- málaráðnum og arbeiðir við møguleikanum at sundur- skilja fyritøkuna. Avgerðin um at sundurskilja ella ikki hevur ein ávísan skund, tí í løtuni eru eisini ætlanir frammi um at einskilja (pri- vatisera, blaðm.) almenna partafelagið, og tað fer at bera illa til at sundurskilja Føroya Tele eftir eina ein- skiljing. Ein vanlukka at sundurskilja Andras Róin hevur leingi verið fortalari fyri einari einskiljing av Føroya Tele, men sundurskiljingini er hann hart ímóti. - Eg haldi at man skal ansa sera væl eftir við at sundurskilja kervisrekandi fyritøkuna, einamest tí at tað hevur man nærum ikki roynt aðrastaðni. Lichten- stein hevur roynt at sundur- skilt sín kervisveitara, men har eru tey farin undir at leggja fyritøkurnar saman aftur, tí tað riggar ikki. So vit stúra fyri at man finnir heimabryggjaðar loysnir uttan at hyggja rundan um seg og læra av øðrum, sigur Føroya Tele-stjórin. Sjálvur metir hann, at avleiðingarnar høvdu verið ein vanlukka fyri menning- ina av fjarskiftismarknað- inum. - Tað hevði verið at brotið alt tað niður, sum vit hava skapt tey síðstu seks árini. So høvdu vit mist teir møguleikar, sum liggja í at hava eina stóra og vælkoyr- andi fyritøku sum Føroya Tele, ið hevur ráð at gera tær stóru íløgurnar nú, sum tryggja menningina í fram- tíðini. Um vit ikki vóru før fyri tí, hvør hevði so gjørt íløgur í til dømis kaðal til Íslands og Skotlands, sum vit í løtuni leggja hundrað milliónir í, spyr Føroya Tele stjórin. Væntaði fleiri Nú fýra ár eftir, at fyrstu privatu fyritøkurnar fingu loyvi at taka kappingina upp ímóti Føroya Tele, er Kall tann einasti kappingar- neytin á telefon- og fartele- fonøkinum. Stjórin fyri Føroya Tele hevði væntað fleri. - Eg hevði roknað við, at vit fingu fleiri kappingar- neytar uttan egið kervi, og kanska ongan við egnum kervi. Í Danmark hava fýra veitarar ringt við at klára seg, og tí er tað ikki so løg- ið, um man ivast í, hvussu tveir full-scale veitarar kunnu klára seg í Føroyum. Vit stúra fyri, at Kall ikki fer at megna at fáa íløguna í sítt fartelefonkervi inn- aftur. Orsøkin til at vit eru bangin fyri hvussu tað gongur okkara kappingar- neyta er, at vit lætt kunnu enda sum undirskotsgaranti hjá Kalli og óbeinleiðis koma at gjalda fyri at halda Kall uppi við framhaldandi skeivreguleringum, sigur Føroya Tele-stjórin og legg- ur ikki fingrarnar ímillum í sínum kritikki av markn- aðarstýringini. - Fjarskiftiseftirlitið vil hava nøkur ting at henda og stýrir marknaðinum har- eftir, men endamálið við fjarskiftislógini er allir veitararnir skulu kappast á jøvnum føti. Við at stýra kappingini, gongur man beint ímóti hesum enda- máli og setir allar marknað- arkreftir út úr spælinum. Tað kann gott vera at málið halgar mátan, men vit eru bangnir fyri, at man hevur gloymt hvat málið var, nevniliga betri og bíligari tænastu til kundarnar, sigur Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele. Almenna fjarskiftis- fyritøkan Føroya Tele plagdi at hava alla kakuna fyri seg sjálv- an. Men so skuldu onnur hava burturav. Tað í sær sjálvum, er i lagi, men sambært Andras Róin, stjóra fyri Føroya Tele, eru myndugleikarnir farnir at stýra at- gongdini til kakuna nakað harðrent í royndum sínum at syrgja fyri, at nýggja og raka Kall kann fitast eitt sindur upp. Føroya Tele er komið á ein alment stýrdan klænkikur, og hann er av álvara farin at merkjast Rúnar Reistrup Føroya Tele er ein húsvill fyritøka. Hon er koyrd út úr sínum gamla høvuðssæti á Tinghúsvegnum av før- oysku politikarunum, sum nú sjálvir flyta inn í bygn- ingin. Og nú verður hon blakað út úr sínum høvuðsmarkn- aði. Partvís í hvussu er. Tí gott pláss skal vera fyri unga kappingarneytanum Kall, nærri ásett millum 25 og 30 prosent av marknað- inum, og fyrr enn Føroya Tele hevur mist tilsvarandi, sleppur fyritøkan ikki inn aftur í hitan hjá stýrandi myndugleikanum, metir sjtórin fyri fyritøkuni, Andras Róin. Í bíðitíðini byggir Føroya Tele sær nýtt stásiligt høv- uðssæti fyri smáar hundrað milliónir og traðkar nýggj spor inn á aðrar marknaðir. Stásiligur grundarsteinur Við sínum nýggja høvuðs- sæti, sum væntandi verður tikið í nýtslu á heysti 2004, setir Føroya Tele á somu tíð ein endaligan minnisvarða yvir gamla almenna stovnin Telefonverk Føroya Løg- tings og ein grundarstein undir fult nútímansgjørdu og avstøvaðu fyritøkuni Føroya Tele. Eitt punktum og eitt reglubrot eftir eina langa og seiga broytingar- tilgongd. - Fyri okkum byrjaðu broytingarnar afturi í 1997, tá vit vóru við til at gera nýggju lógina um fjarskifti, sum gjørdi enda á einka- rættinum hjá Føroya Tele at veita fjarskiftistænastur. Tað, sum vit hava gjørt síð- an, hevur fyrst og fremst verið at betra kappingar- førið við at lækka prísirnar og gerast meira produktiv, sigur Andras Róin, sum hevur staðið á brúnni alt hetta tíðarskeiðið. Avstøvað fyritøka Og ikki so lítið er hent síðan 1997. Sambært stjór- anum fyri Føroya Tele var nettosølan fyri hvørt starvs- fólk 600.000 krónur um árið, tá broytingartilgongd- in byrjaði. Nú stendur hvørt starvsfólk fyri einari netto- sølu á 1.200.000 krónur. - Sær man hasi tølini í ljósinum av at starvsfólka- talið er vaksið og vit hava lækkað prísirnar niður í ein triðing ella helvt í sama tíðarskeiði, so bera tey boð um, at tað hevur gingið rættiliga væl at effektivi- sera fyritøkuna, sigur Før- oya Tele-stjórin, sum tó ikki tekur alla æruna yvir á seg og síni. - Fjarskiftismarkaðurin hevur verið ein stuttligur marknaður at virka á, tí hann er vaksin sera skjótt, og tað er sjálvsagt ein part- ur av orsøkini til, at tað hevur eydnast okkum at koma hartil, sum vit eru nú. Fyri seks árum síðan var talan um ein almennan stovn, fyri trimum árum síðan um eina monopol- fyritøku og nú er Føroya Tele ein fyritøka í kapping við aðrar. Tað hevur kravt eina høvuðsreingerð innan fýra veggirnar á Føroya Tele. - Har hava verið nógvar restir av tí gamla støvuta monopolinum í fyritøkuni, sum vit hava arbeitt miðvíst við at fáa burtur. Kanska eru nakrar fáar restir eftir enn onkrastaðni, men sum heild er Føroya Tele ein effektiv fyritøka, sigur Andras Róin. At soleiðis støva fyritøk- una av hevur millum annað inniborið at gera starvs- fólkini meira tilvitað um, at tey arbeiða á einari fyritøku í kapping og ikki á einum almennum stovni. Skulu missa kundar Andras Róin hevur frá byrjan tikið fult undir við einari avtøku av einkarætt- inum hjá Føroya Tele. Men frælsgerðingin av marknað- inum hevur ikki gingið heilt eftir hansara høvdi, og í løtuni er hann rættiliga ónøgdur við gongdina. - Vit síggja skriftina á vegginum, sum sigur, at vit skulu missa ein ávísan part av okkara kjarnuvinnuøkj- um til nýggjar veitarar. Tað er frammanundan avgjørt av myndugleikunum, at vit skulu av við eini 25-30 prosent av marknaðarparti okkara innan fartelefoni, fastnettelfoni og internet, so har er ikki nógv annað at gera enn at bíða, til vit hava gjørt tað, sigur Føroya Tele- stjórinum í einum tóna, sum ikki letur nógvan iva vera um egnu støðu hansara ímóti hesum, eftir øllum at døma, óumgangiliga veru- leika. - Vit verða skeivreguler- aðir. Kall og Føroya Tele verða viðgjørd ymiskt og fáa ikki somu møguleikar á marknaðinum. Kall sleppur ymiskt, sum vit ikki sleppa, og tað heldur eftir øllum at døma fram, til Kall hevur • Føroya Tele er skipað sum alment partafelag við Føroya Landsstýri sum einasta eigara. • Fyritøkan hevur 23.000 fastnetkundar, 30.700 fartelefonkundar og 7.800 kundar við uppringd- um internetsambandi. Talið á privatkundum við breiðbandssambandi er ikki almannakunngjørt, men tað er lágt, tí prísurin er høgur. • Seinastu trý árini hevur Føroya Tele arbeitt saman við Landssími Íslands og øðrum um at leggja kaðal millum Ísland, Føroyar og Skot- land. Kaðalin verður eftir ætlan klárur síðst í hesum árinum. Við kaðalinum metir Føroya Tele seg fara at kunna bjóða breiðbandssamband fyri kappingarførar prísir komandi ár. • Ársúrslitið hjá Føroya Tele í 2002 var 53,5 milliónir eftir skatt og var tað besta nakrantíð hjá fyritøkuni. Samlaðu ognirnar hjá fyritøkuni eru verdar 410 milliónir, og tøki eginpeningurin er 258 milliónir. • Á Føroya Tele starvast 250 fólk. Føroya Tele í stuttum Føroya Tele klænkar Í 1997 varð føroyski fjarskiftis- marknaðurin formliga latin upp fyri fríari kapping, men ikki fyrr enn um ársskiftið 2000-2001 var klárt hjá nýggjum veitarum at byrja so smátt. Í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið skjótt síðan byrjan. Kapping er á øllum tænastuøkjum innan fjarskifti, og fjarskiftistænast- ur eru blivnar fjølbroyttari og bílig- ari. Men hvussu sunn er gongdin? Er talan um kapping fyri einhvønn prís við kunstigum almennum anda- drátti, sum Føroya Tele vil vera við ella um eina nærum fyrimyndarliga skjóta tilgongd frá avoldaðari monopolstøðu til kapping eftir marknaðartreytum, sum politiski myndugleikin, Fjarskiftiseftirlitið, heldur uppá. Í greinarøð um føroyska fjar- skiftismarknaðinum fer Sosialurin tætt at høvuðsleikarunum á markn- aðinum við tí fyri eyga at lýsa aktu- ellu støðumyndina frá øllum síðum. Í blaðnum í dag ber til at lesa aðru greinina í røðini av trimum um føroyska fjarskiftismarknaðin, har Føroya Tele stjórin Andras Róin ávarar ímóti ósunnu skeivreguler- ingini, sum í løtuni fer fram á marknaðinum og ímóti einari sund- urskiljing av Føroya Tele. Ein støðumynd av fjarskiftismarknaðinum Ófrælsgjørdur marknaður: - Vit verða skeivreguleraðir. Kall og Føroya Tele verða viðgjørd ymiskt og fáa ikki somu møguleikar á marknaðinum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 23 22