Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 129 - 11. juli 2003 Nr. 129 - 11. juli 2003 25 Leo Hans og Sigrun Mikkelsen úr Sørvági hava í skipað fyri barnalegum hjá Heimamissiónini seinastu 10 til 12 árini. Hugurin til tess er framvegis góður, hóast tað ikki er bara sum at siga tað BARNALEGUR Solby A. Eliasen Beint eftir at skúlarnir eru farnir í summafrí, eru van- liga barnalegur hjá Heima- missiónini í Sørvági. Tey plaga at húsast í skúlanum, og undirtøkan hvørt ár er góð. Í ár er hon so góð, at legurnar eru býttar í tvær. Ein er fyri annan til fjórða flokk og hin er fyri fimta til og við sjeynda. Tað eru tey bæði Leo Hans og Sigrun Mikkelsen, sum vanliga standa fyri legunum. Leo Hans sigur, at tað er sera hugaligt at fara undir fyrireikingarnar á hvørjum ári, tí tað standa so nógv og góð fólk til- reiðar at geva eina hjálp- andi hond. Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eina tílíka legu upp á beinini. Um 125 luttakarar er tað vanliga talið, men í ár eru tey held- ur fleiri. Eini 150. Undan legunum, sum Heimamissiónin skipar fyri, plaga leiðararnir at hittast til ein fund, har ymisk hugskot koma upp at venda um, hvussu tey kunnu skipa legurnar. Og so fer ein eftirmeting fram eftir Ólavsøku, tá tær sein- astu legurnar hava verið í Nesvík. Eitt hefti er, sum verður gjørt í Nesvík, sum so børnini arbeiða við, tá tey eru á leguni. Vanligt hava tey eitt evni ella ein persón, sum gongur aftur í tí, sum tey arbeiða við. Í ár hava tey valt Dávid at arbeiða við. So fáa børnini hetta heftið, tá tey koma á legu, og har eru ymsar uppgávur, sum tey skulu loysa. Og nógvar av teimum hava so okkurt við Dávid at gera. Leo Hans sigur, at tað er farin fram ein broyting í vitanini hjá børnum um bíbilsøgurnar. – Fyrr var tað heilt løgið, um eitt barn ikki átti eina Bíbliu til dømis, men tað er meiri vanligt í dag. Hartil eru tað nógv børn, sum ikki vita so øgiliga nógv. Men tey, sum vita, tey vita hin- vegin sera nógv, greiðir Leo Hans frá. Stuttleiki Men tað er ikki bara upp- gávur og bíbliusøga, sum børnini takast við, tá tey eru á barnalegum í Sørvági. Har er somuleiðis pláss fyri bæði hugna og stutt- leika. – Endamálið er heilt klárt at fáa boðskapin út, men tey skulu eisini hava loyvi at stuttleika og hugna sær, sigur Leo Hans. Tað kunnu tey við mill- um annað at rógva á firð- inum og at svimja. Øll kunnu ikki rógva í senn, so tey plaga at skiftast um. Har er ítriv, har tey í ár fara at mála á krúss. Eisini skipa tey fyri ríðing, og Leo Hans letur sera væl at samstarvs- viljanum hjá hestaeigarun- um. Hartil plaga tey eisini at grilla. Um kvøldini plaga tey so eisini at hava eina hugnaløtu, har bæði álvari og gaman er á skránni. Leo Hans sigur, at tað er onki at taka seg aftur í, at tað er strævið at skipa fyri legunum, men ongantíð hava tey hugsað, at tey ikki tíma meira. – Tá ein hevur so gott fólk afturat sær, og vit fáa so góðar sømdir allastaðni frá, so er tað í grundini ikki so torført, sigur hann. Børnini, sum eru til ta fyrru leguna í ár, eru frá øðrum til og við fjórða flokki. Spurdur um ikki heimlongsul onkuntíð ger um seg, svara Leo Hans, at tað hendir viðhvørt. – Vit royna at hava teir somu leiðararnar aftur hvørt ár. Sjálvandi hendir ein útskifting, men vit hava nakrar sokallaðar mammu- ligar leiðarar eisini, sum duga væl at taka sær av tí- líkum, sigur hann og leggur afturat, at tað styrkir um samanhaldið, at børnini kenna leiðararnar aftur hvørt ár. Tað ger tað lættari hjá børnunum at fara aftur, og so kennast børnini somuleiðis aftur. – Tað hevur so at siga ongantíð verið nakar trupulleiki at fáa ungar leiðarar, og tað er sera stutt- ligt at síggja, hvussu væl teimum dámar at vera um børnini hesar dagarnar, sigur ein av fyrireikarunum til barnalegurnar í Sørvági at enda. Ein fragd at skipa fyri barnalegum www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 25 24