Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juli 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 129 - 11. juli 2003 Nr. 129 - 11. juli 2003 27 Hansina á Plógv, formaður í róðrar- deildini hjá SÍF, held- ur, at kappróðurin er á einum vegamóti, tí tað gerst verri og verri at manna bátar- nar. Undanførslurnar eru nógvar. Hvør tann veruliga orsøkin til hetta er, veit hon ikki at siga. Men hon hevur nakrar hugsa- nir um tað KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Róðrarfelagið í Sandavági hevur bert ta einu mann- ingina við í kappróðrinum í ár. Men tó skal sigast, at tvær manningar eru til barnaróðurin, so framtíðin er kanska longu tryggjað. Men so ljóst sær Hansina á Plógv ikki upp á tað. Hon sigur, at tað hevur verið verri at manna Ørnina í ár enn undanfarin ár. – Tað hevur ongantíð verið so torført, sum í ár. Eg veit ikki, hví tað er, sigur hon. Hon hevur nakrar tankar um, hví so man vera. Kapp- róður er ein sera krevjandi ítróttargrein, sum bindur ein eitt heilt summar. Og tískil krevur hon tilrættis- legging. Í Sandavági gera tey so, at tey hava ein kunnandi fund, tá venjingin byrjar, har tað verður greitt rógv- arunum frá, hvat verður væntað av teimum, og hvat tað krevur at rógva. Og tá koma nógvar undanførslur fram. Onkur lesur til próv- tøku og onnur hava ikki hug at binda seg. Men til dømis hetta við at ein ikki kann rógva og lesa samstundis, heldur Hansina ikki er nakað hald í. Hon vísir á, at ein lærari, sum í fleiri ár hevur undirvíst á miðnámsskúlanum, hevur sagt, at hann hevur havt nógvar næmingar, sum hava gingið til próvtøku, meðan tey hava róð. – Hann segði tá, at tað var onki, sum talaði fyri, at endaliga úrslitið í skúlanum versnaði av tí orsøk, at næmingar vóru farnir at rógva. Heldur hinvegin, greiðir Hansina frá. Tað er ikki so lætt bara at skifta ein rógvara út, tí tað má vera ein, sum er í venj- ing, sum kemur við. Tað eru sjey í bátinum, og tað er ikki pláss fyri útskiftarum. Og so veit ein eisini, at tá eg ikki kann venja, so kann báturin ikki fara á sjógv. Tað kann vera við til at leggja eitt ávíst trýst á, tá ein umhugsar at fara at rógva. Men soleiðis eru treytirnar allastaðni í land- inum, tá tað snýr seg um kappróður. Set ljóskastaran á Eisini heldur Hansina, at tað kundi verðið gjørt meira við kappróðurin í fjølmiðlunum. Hon skilir ikki, at eitt nú sjónvarpið ikki kann vísa allar róðrar- nar, ístaðin fyri brot. Og at úrslit frá kappróðrinum ikki fáa eins gott pláss og til dømis fótbólturin. – Alt fokusið er á fót- bóltin, og hann er eisini tann best umtókta ítróttar- greinin í landinum. Kanska hevði tað hjálpt, um meira ljós varð varpað á kapp- róðurin fyri at økja um áhugan, hugleiðir hon. Men so leggur hon eisini afturat, tað hon ikki hevur ta enda- ligu loysnina, men bert gjørt sær nakrar tankar um henda trupulleikan, sum nú hevur hug at stinga seg upp í kappróðrinum. – Tað er ikki bara her vesturi, at tað hevur verið trupult at manna bátarnar, havi eg skilt á lagnum, sigur hon. Hansina hevði annars vónað, at tað fór at verða lættari at manna bátin í ár, nú undirsjóvartunnilin er komin, men gongdin hevur víst á beint tað mótsatta. Og tað harmast hon um. Men samstundis vónar hon, at tað fer at verða bet- ur komandi ár, tí róðrar- felagið er undir menning. Ørnin, sum er fimm- mannafarið hjá teimum, er ein nýggjur bátur. Tey hava útvegað sær fýra nýggjar rógvimaskinur og í heyst vóna tey, at arbeiðið við at byggja eitt nýtt neyst kann fara ígongd. – Sum nú er halda vit til í Rækjuvirkinum í Miðvági, og vit venja eisini í Mið- vági vanliga, tí har er so veðurgott, men vit mugu fáa eitt nýtt neyst, sigur Hansina. Gentumanningin á Ørn- ini liggur í løtuni á einum fimtaplássi í FM kapping- ini, og tað er Hansina sum heild nøgd við. – Vit hava verið so óhepnar við fleiri skaðum, so tað er sum heild í lagi, sigur hon. Sjálv hevur hon traðkað til, tá skaðirnir hava verið umfatandi. Hon orkar framvegis væl at rógva, og hon hevur lovað at halda fram við teimum, um so er at ongin onnur kann verða funnin. Hansina á Plógv sær tó ikki so svart upp á fram- tíðina hjá kappróðrinum í Sandavági. – Umstøðurnar eru so góðar nú, sum tær ongantíð hava verið. Nýggjan bát og nýggjar rógvimaskinur. Umframt at vit vónandi fara at byrja upp á eitt nýtt neyst einaferð í heyst. Og við tveimum barnamann- ingum, sum væl kunnu fara upp í FM kappróður kom- andi ár, so kunnu vónirnar ikki vera annað enn góðar til næsta kappingarár, sigur Hansina á Plógv at enda. Kappróður er á einum vegamóti Hansina á Plógv, á bógbekki í bakborð, rør framvegis kapp, hóast hon fylti 50 ár fyrr í summar Mynd Edvard Joensen Ørnin venur á Sandavági við Føroya elstu aktivu róðrarkvinnu umborð Mynd: Edvard Joensen C M Y K 27 26