fríggjadagur 11. juli 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 129 - 11. juli 2003
Nr. 129 - 11. juli 2003
29
Niðursjóðingarvirkið
Kovin í Sandavági
hevur óvanligar
fyritreytir at arbeiða
undir. Allar vanligar
marknaðarumstøður
siga, at raksturin
eigur ikki at bera til.
Og kortini hevur tað
eydnast at reka fyri-
tøkuna í harðari
kapping við aðrar á
sama marknaði
ÍDNAÐUR
Edvard Joensen
Undir
marknaðarviður-
skiftum,
sum
sambært
stjóranum ikki áttu at borið
til, kappast niðursjóðingar-
virkið Kovin í Sandavági
við onnur virki á sama
marknaði. Og hóast kapp-
ingin er hørð, og vegurin á
marknaðin er bæði langur
og torførur, heldur stjórin á
Kovanum, at virkið eisini í
framtíðini fer at hava lív
lagað.
– Bara tann sannroynd, at
vit skulu flyta allan pakn-
ing, og alt, sum skal setast
til lidnu vøruna, inn í land-
ið, áðrenn farast kann til
arbeiðis, átti at verið nokk
til, at virkið ikki hóraði
undan, sigur Ari Thomas-
sen, stjóri á Kovanum. Her í
Føroyum hava vit einki
annað enn bara sjálva
rávøruna. Alt hitt skal fyrst
flytast til landið og síðan
útaftur, áðrenn tað er komið
á marknaðin, har tað skal
seljast. Tað sigur seg sálvt,
at tað er harðar treytir at
kappast undir, tá vit tvær
ferðir skulu flyta megin-
partin av tí, vit selja, alla
hesa longu leið. Tað skuldi
so verið hildið upp í móti
bíligari rávøru, til fram-
leiðslu okkara, men so er
heldur ikki, sigur hann.
Men gott er seiggið, og
frálíka góð man lidna vøran
vera, tí hóast allar hesar
forðingar, ber tað til at selja
ta vøru, tey duga so væl at
gera á Kovanum.
Vøran
Kovin er niðursjóðingar-
virki burturav, og tað sum
gjørt verður burturúr, er
fiskur og fiskaúrdráttir.
Rogn er helst tann kend-
asta vøran, Kovin ger. Men
tey eru kortini bara ein
minni partur av samlaðu
framleiðsluni. Tann størsti
parturin av samlaðu fram-
leiðsluni eru rækjur í dós-
um, eins og vanligur fiskur
eisini er komin væl við,
greiðir stjórin á Kovanum
frá.
Úr rognum ger Kovin
ymsar útdráttir. Best kenna
fólk ivaleyst niðursjóðaðu
rognini í blikkum. Men
annars verða rogn viðgjørd
á nógvar ymsar hættir,
sigur Ari Thomassen. Bæði
fryst og saltað rogn verða
arbeidd á virkinum.
Kappingin um rognini er
hørð, sigur hann. Fleiri
onnur virki í landinum hava
lagt seg eftir at keypa rogn.
Tey vera so fryst ella saltað.
Kovin er einasta niður-
sjóðingarvirkið burturav,
sum er í Føroyum.
Av øðrum framleiðslum
er Kovin eisini farin undir
at gera patéir av ymsum
sløgum. Eitt nú úr laksi,
rækjum og tunfiski. Hetta
er vøra, sum løgd verður í
gløs og seld. Eisini á før-
oyska marknaðinum.
Umframt er so eisini ein
fiskapaté, ella fiskakøka, á
enskum
nevnd
Fish
Luncheon Meat, sum mest
varð ætlað til útflutnings.
– Hendan patéin kom í
grundini í sum ein ætlað
menningar- ella neyðhjálp,
greiðir Ari Thomassen frá.
Men sum fráliðið er, er
vøran so farin aðrar vegir í
meira handilsligum saman-
hangi.
Hetta er vøra, sum ætlað
er marknaði, har køliskáp-
ini ikki eru so vanlig sum
hjá okkum, greiðir hann
frá. Eitt nú lond í Afrika,
Miðeystri ella eisini í Suð-
ureuropa.
Hendan vøran er í tí bí-
ligara endanum. Talan er
um fiskapaté, har inni-
haldið bert verður sagt at
vera fiskur. Einki verður
nevnt um, hvat slag av
fiski, talan er um. Júst við tí
fyri eyga at sleppa undan at
binda seg til nakað og hava
møguleika fyri at brúka ta
rávøru, sum til einahvørja
tíð er at fáa. Vanliga er tað
kortini upsi og/ella hýsa,
sum brúkt verða í hesi
vøruni.
Vørumenning
Hóast fólk kunnu fáa ta
fatan, at talan er um somu
vøru, sum regluliga kemur
á marknaðin, er tað ikki
bara so, sigur stjórin á Kov-
anum. Vøran líkist sær
sjálvari, og tað ger vøru-
lýsingin eisini. Men alla
tíðina verður arbeitt við at
menna ta kendu vøruna, so
hon støðugt kann verða
betri.
Tað kunnu vera ymsir
hættir, arbeiðið í praksis
verður gjørt uppá. Tað velst
um so ymisk ting.
Ein kann vera, at Kovin
býður seg fram við eini
vøru, sum ávísir kundar so
eru áhugaðir í at keypa. Tá
kundin hevur sæð vøruna,
kann so ymsikt vera, sum
hann vil hava broytt alt
eftir, hvat mett verður at
hansara marknaður aftur
heldur vera best.
– Kemur ein slík áheitan,
so gera vit tað, sigur Ari
Thomassen.
Og so er tað eisini komið
fyri, at kundin kortini hevur
tað álit á Kovanum, at hann
keypir ta vøruna, Kovin
bjóðar, uttan at hava sæð
ella roynt hana fyrst.
– Tað er veruliga hent,
sigur stjórin á Kovanum, at
vøra er seld, áðrenn hon er
liðugt ment og framleidd.
Hinvegin er eisini rætti-
liga vanligt, at kundin biður
um eina ávísa vøru, sum
Kovin ikki frammundan
hevur á vøruskrá síni.
Tá verður so farið undir
at menna hesa serstøku
vøruna eftir ynski kundans,
greiðir Ari Thomassen frá.
Og hesin hátturin er í
grundini tann, sum bestur
er, heldur hann.
Og so er tað eisini hent,
at vøra, sum Kovin hevur
ment og gjørt heilt lidna, er
farin fyri einki, tí ikki
slapst av við hana á ætlaða
maknaðinum. Eitt nú tí, at
kvotaloft er á ES markn-
aðinum fyri ávísar vørur,
sum framleiddar verða í
Føroyum.
Tað er spennandi og eis-
ini tungt viðhvørt at standa
fyri hesi vørumenningini.
Serliga tá tað so eisini
kemur fyri, at arbeitt verður
við menning av eini ávísari
vøru í eini trý ár ella so, og
úrslitið so bara verður, at
hon kortini ikki kann
seljast. Men tað er eisini
ein partur av leikinum.
Fjaldur framleiðari
Treytirnar eru ymiskar hjá
einum virki sum Kovanum.
Og tað eru verri enn so
altíð, at tann, sum í seinasta
enda skal brúka vøruna, ið
Kovin framleiðir, yvirhøvur
veit av, at hon er frá Kov-
anum.
Keypir tú eitt nú laksa-
ella rækjupatéir í nýggju
gløsunum, sum Kovin er
farin at selja, er eingin ivi
um, hvaðani vøran kemur.
Á teimum umleið 200.000
– 300.000 gløsunum, sum
árlig verða seld – eini
15.000 – 20.000 teirra í
Føroyum – stendur týðu-
liga, at hetta er framleiðsla
hjá Kovanum.
Men soleiðis er ikki altíð.
Tí ofta stendur bara, at tal-
an er um vøru, sum fram-
leidd er fyri tann og tann
ávísa kundan. Tó skal
autorisatiónsnummarið hjá
framleiðaranum
altíð
standa á pakninginum.
Men tað heilt vanligt er í
hesi vinnuni, at kundin,
sum skal hava lidnu vør-
una, eisini fær hana pakk-
aða í egnan pakning.
Størsti einstaki kundin,
sum keypir niðursjóðarar
vørur frá Kovanum, er
Princess Food í Englandi.
Og tann vøran verður løgd í
pakning við teirra navni og
merki á.
– Men slíkar eru treytir-
nar í hesi vinnuni, og tær
ganga vit so undir. Tað
týdningarmesta er tó, at
virkið er í gongd, og vit fáa
tað at mæla runt, sigur Ari
Thomassen, stjóri á Kovan-
um, har eini 25 fólk reglu-
liga útinna umleið 15 árs-
verk.
Fyritreytirnar eru óvanligar
Kovin er niðursjóðingarvirki burturav, og tað sum gjørt verður burturúr, er fiskur og fiskaúrdráttir
Mynd: Edvard Joensen
– Hendan patéin kom í grundini í sum ein ætlað menningar- ella neyðhjálp, sigur Ari
Thomassen, stjóri á Kovanum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
29
28