fríggjadagur 23. september 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 181 — 23. SEPTEMBER 1994
Stóra bretska oljukeldan Foinaven við føroyska markið:
uvelurin í
BP-krúnuni
Tvær av heimsins stórstu fyritókum, BP og Shell, leggja í hesum
døgum alla orku í at fara undir fyrstu oljuframleiðsluna vestan
fyri Hetland nakrantíð. Kanningarvirksemið er øgiligt. Fleiri
seismisk skip eru í løtuni í ferð við at kanna økid í smálutum. Ikki
minni enn seks boripallar leita nú eftir olju, av teimum arbeiða
teir fýra fyri BP og Shell. Umboð fyri BP siga, at oljukeldan
Foinaven við føroyska markið er sjálvur juvelurin í krúnuni.
Hetta er tann besta og mest lovandi verkætlanin hjá bretska
David Brookes, teknisku leiðari fyri Foinaven-verk-
ætlanini: -Økid millum Hetland og Føroyar er ómetaliga
áhugavert. Mynd jan
oljuídnaðinum í dag.
Oljuboripallurin “Ocean Guardian",
markinum. Gasslogin stendur upp í loft.
ein av heimsins mest framkomnu bert sjey fjórðingar frá føroyska
-Tá tit spyrja, hvussu
stóran týdning nýggjasta
oljukeldan Foinaven
vestan fyri Hetland hev-
ur fyri felag okkara, so
má eg vera ærligur og
siga sum er: henda olju-
keldan er ein av juvel-
unum í okkara krúnu.
So gott er skoðsmálið,
sum ovasti tekniski leið-
arin hjá British Petrolium
Exploration fyri Foinaven
oljukelduni - bert sjey
kilometrar frá føroyska
markinum - hevur um
hetta nýggjasta og mest
lovandi oljufundið hjá
bretum í nýggjari tíð.
Hann eitur David
Brookes og var við á stóru
altjóða oljurådstevnuni í
Stavanger herfyri. Hann
helt fyrilestur um nýggju
oljukeldurnar vestan fyri
Hetland. Tíðindablaðið
Sosialurin nýtti eisini høvi
til at tosa við hann.
Oljukeldan, sum talan
er um, er í blokki 204 og
eru tað BP og Shell, sum
arbeiða í hesum økinum.
Talan er um tvær stórar
oljukeldur Foinaven og
Sciehallion, sum liggja
stutt frá hvøriari aðrari úti
á sjálvum kantinum á Het-
landsrennuni og bert
nakrar fáar kilometrar frá
føroyska fiskimarkinum.
Hóast hesar keldurnar
eru rættiliga nýggjar, so
vórðu tær nógv frammi á
oljurådstevnuni í Sta-
vanger. Fleiri av fyrilestr-
unum snúðu seg um tær
og serstakliga um tær av-
bjóðingar sum tøknifrødin
hevur fingið, nú arbeiðast
skal á djúpri vatni enn
t.d. í Norðsjónum.
Talan er um upp til 500
metra dýpi men longu nú
verður eisini tosað um at
arbeiða á 1000 metra
dýpi.
Fyrsta framleiðslan
vestan fyri Hetland
David Brookes dylur ikki
fyri, at bretska oljuvinnan
er sera fegin um stóru
nýggju oljufundini vestan
fyri Hetland. Tað hevur
verið arbeitt í hesum
økinum í skjótt 20 ár og
eru borað nærum 100 hol.
Talan hevur tó serliga
verið um økini har
norðuri og longur eystari.
Clair-gkið, sum verður
mett at verða eitt tað
størsta einstaka oljugkið
funnið er í hesum
partinum av Europa,
liggur framvegis Ótroytt.
Tað vísir seg at vera sera
torført at fáa oljuna upp.
Tí kom tað sera væl
við, tá amerikanska
felagið Amerada Hess í
1992 fann fyrstu oljuni
longur suðuri og vesturi í
blokki 205. Síðani hava
eisini BP og Shell rakt við
olju her um leiðir, og tað
eru hesar oljukeldurnar,
sum nú verða gjørdar
klárar til veruliga
framleiðslu.
David Brookes sigur, at
hetta gkið verður stóra
vónin hjá BP og Shell
næstu 10 árini. Talan er
um risastórar nøgdir av
olju, sum higartil eru
funnar, og enn er bert ein
evarska lítil partur av øki-
num kannaður
Olja upp í løtuni
So væl eru hesar nýggju