fríggjadagur 23. september 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 181 — 23. SEPTEMBER 1994 Síða 17
Tíðindablaðið GSK)
Sosialurin kann í dag sum fyrsta blað yvirhøvur visa féroyingum fyrstu myndirnar frá oljuframleidsluni, sum í
løtuni fer fram stutt frá føroyska markinum. Tangaskipið "Vigdis Knudsen" tekur ímóti oljuni.
oljukeldurnar komnar við
hjá BP, at henda risastóra
fyritøkan hevur lagt alla
orku í at fáa framleiðslu í
gongd sum skjótast. Í løt-
uni liggur eitt stórt olju-
tangaskip ein kilometur
frá Foinaven oljukelduni
og tekur ímóti olju. Talan
er um eina kanning av
sjálvari kelduni og oljuni
fyri at vita, hvussu olja
best og lættast kann fáast
til høldar. Hetta er tað teir
á fakmáli kalla “An
extended welltest" og er
tað at sammeta við at
leggja síðstu hond á verk-
ið, áðrenn farið verður í
gongd.
Tangaskipið Vigdis
Knudsen hevur longu
ligið vestan fyri Hetland í
nakrar vikur, og ætlanin
er, at skipið skal taka í-
móti olju allan september
mánað. Tá fer tað so til
Rotterdam við oljuni.
David Brookes sigur, at
nú oljugoymslurnar í
Norðsjónum eru við at
tømast, var tað nærum eitt
undur, at BP skuldi finna
olju vestan fyri Hetland.
Hann sigur, at hetta
nýggja økid verður meira
áhugavert fyri hvgnn dag,
tí tøkniliga menningin á
boriøkinum er gingin so
skjótt, og ger tað lættari at
arbeiða í slíkum økjum.
Hóast lágu oljuprísirnar,
so vísa metingarnar hjá
oljufelagnum nú, at olju-
framleiðsla higani kann
vera sera lønandi.
Meðan oljufeløguni fyrr
mettu, at tað gingu sjey ár
frá tí at ein oljukelda varð
funnin til framleiðsla
kundi byrja, so er henda
tíðin nú stytt niður til 4 ár.
Hetta hevur ómetaliga
nógv at siga fyri fíggjar-
liga úrslitið.
Kappingarfør
-Tað gongur skjótari enn
nakrar hevur gjørt sær far
um, og tað gongur bara
tann rætta vegin sigur
David Brookes, sum er
KR
Tangaskipið Vigdis Knudsen hevur nú ligið á leiðini millum H
olju til endan av september. Oljan kemur úr kelduni Foinaven, har oljupallurin Ocean Guardian liggur
Sosialurin við
fyrstu myndunum
frá oljukeldunum
Sunnan fyri Feroyar
Sum fyrsta tíðindablað kann Sosial-
urin í dag vísa Fóroya fólki tær fyrstu
myndirnar, sum tiknar eru av olju-
framleiðsluni á Foinaven oljukelduni
fáar kilometrar frá fóroyska mark-
inum.
sera spentur um at fara í
gongd við framleiðsluni
frá Foinaven.
Hann sigur, at tað er
rættiliga kollveltandi at
staðfesta í dag, at fram-
leiðslan úr hesum annars
torføra økinum er ikki
dýrari enn framleiðsla úr
ødrum oljukeldum hjá BP
í Norðsjónum, Alaska og
aðrataðni. Økid vestan
fyri Hetland er fult kapp-
ingarført við onnur øki.
David Brookes metir
framleiðsluprísin fyri eitt
fat av olju úr Foinaven-
kelduni at liggja um einar
4 dollarar. Við í hesum
roknistykkinum eru ikki
leitingar- og kanningar-
útreiðslur.
Ein orsøk til at fram-
leidsluprisurin er so lågur
er tann, at teir brúka ein-
faldar og ikki so kaptal-
krevandi loysnir at fáa
oljuna upp. Her er talan
um eina sokallada flótandi
framleiðsluloysn. Ístaðin
fyri at skula gera íløgur í
rørleidingar, so verða
samlibrunnar settir niður á
botnin og teir føra so olj-
Sen
una upp í eitt risastórt
framleiðsluskip, sum ligg-
ur á sama stað alla tíðina.
Frá hesum skipinum verð-
ur oljan so pumpað yvir í
tangaskip, sum sohvørt
koma eftir oljuni.
BP hevur latið einum
enskum og einum norsk-
um felag til uppgávu at
umbyggja eitt risastórt
finskt skip til hesa upp-
gávuna. Talan er um eina
íløgu upp á nærum 4 mia.
kr. Ætlanin er, at skipið,
sum verður umbygt í
Spania, skal vera klárt til
at taka ímóti ti fyrstu olj-
um um eitt ár.
David Brookes er sera
bjartskygdur um alt økid
vestan fyri Hetland. Hann
sigur, at oljufeløgini hava
stóran áhuga fyri hesum
økinum sum framtíðar
oljuprovins, tí talan er um
trygg politisk viðurskifti.
Sammeta vit við gki í
Ruslandi og enn longur
eysturi, har nógv er til av
olju og har tað kostar
munandi minni at fáa
hana upp, so er økid
vestan fyri Hetland meira
SR
etland og Føroyar i seks vikur. Tad tekur móti