Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Sida 7 Samantelijing Upptalt : 100.0 % ( 30953 av 30953 ) Valluttøka - 61.9 % ( 19148 av 30853 } Upptald valstød : 72 ( 0 uttan pers. atkv. ) Val 94 % val 90 % Munur % Fålkaflokkurin 4156 21.7 4585 25.7 -4.0 A Sambandsflokkurin 4301 22.5 4557 25,5 -3.1 B Javnaðarflokkurin 3720 19.4 4830 -27.0 -7.6 C Sjálvstýrisflokkurin 469 2.4 1234 6.9 -4.5 D Tjóðveldisflokkurin 1798 9.4 2375 13.3 -3.9 E Kristiligi Fólkafl. 466 2.4 278 1.6 0.9 F Verkamannafylkingin 3111 16.2 I Uttanflokkalistín 1127 5.9 U Nú mugu vit bara driva á — so fáa vit helst eisini politiska vinningin.St6rt spell var, at Javnaðarflokkurin misti fólkatings- umboðanina, men ein uggi er kortini, at vit høvdu stóra framgongd í mun til løgtingsvalid, sigur Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður Úrslitið av teimum seinastu valunum heva serliga hjá Javnaðarflokkinum verið sera misjøvn. Við fólka- tingsvalið og løgtingsvalid í 1988 fekk Javnaðarflokk- urin beint oman fyri 21 prosent. So var tað, at flokk- urin hevði rokvalini í 1990. Fyrst løgtingsvalid í nov- ember, tá flokkurin fekk 27,5 prosent av atkvødun- um og ein mánað eftir fekk flokkurin 27 prosent á fólkatingsvalinum. Men veljarin segði eitt heilt annað tá hann fór til valborðið nú í summar. Tá fekk Javnaðarflokkurin ein rættiligan frammanå, og fekk bert 15,4 prosent av atkvødunum. Nú mikudag- in misti Javnaðarfokkurin fólkatingsumboðanina, men kom annars munandi frægari frá valinum enn í summar. Á fólkatingsvalin- um nú fekk javnaðarflokk- urin 19,4 prosent av atkvød- unum. Afturgongdin steðga -Sjålvandi harmast vit um at missa fólkatingsumboðan- ina, men ein uggi er tó, at flokkurin kom munandi betri frá valinum hesaferð sammett við í summar. Nú fingu vit fýra prosent fleiri, og var hetta løgtingsval, fingu vit sjey ella átta ting- menn í mun til teir fimm, vit fingu í summar, sigur Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður. Hann vísir eisini á, at valini í 1990 vóru rættiliga ónormal og lítið var hugsandi, at Javnaðar- flokkurin kundi varðveita eina tilika undirtøku. Landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum eisini á ta stóru undirtøku, Verkamannafylkingin fekk aftur hesaferð. -Eg ivist ikki í, at ein part- ur av atkvødunum hjá Verkamannafylkingini hoyra natúrliga til Javnað- arflokkin. Hetta eru fólk, sum eru misnøgd við flok- sins politikk og vilja tí vísa sína misnøgd vid at velja onkran annan. Og hesi hava hildið tað vera natúrligt at fara til Verkamannafylk- ingina, sum er ein protest- flokkur. At fólk í kreppu- tíðum í ein ávísan mun fara frá gomlu flokkunum er vælkent søkuligt fyribrigdi, men eg rokni tó ikki við, at protestin í sjálvum sær yvirlivir leingi, sigur Jó- annes Eidesgaard. Hann leggur aftrat, at sjálvandi hevur tað eisini slitið upp á flokkin, at hann hevur sitið við ábyrgd nú í hesum sera truplu tíðum. Men Jóannes Eidesgaard sigur seg rokna vid, at ein av orsøkunum til, at flokkurin fekk fram- gongd hesaferð var, at hann fór upp í landsstýrið nú aftur, eftir at tað vísti seg at vera Ogjørligt at skipa eitt landsstýri uttan um Javnað- arflokkin. -Nú mugu vit bert dríva á. Vit eru aftur við í landsins leiðslu og fara har at gera okkara ítarsta at venda bú- skaparligu gongdini í land- inum. Eydnast tað okkum, ivist eg heldur ikki í, at ci- síni veljarin fer at góðkriva okkum fyri tað, sigur Jóannes Eidesgaard. tór.- vísir Verkamannafylkingin Størst Í SJey bygdum Millum annad å Argjum og í Fuglafirði fekk Verka- mannafylkingin fleir! at- kvødur enn nakar annar flokkur Verkamannafylkingin kom so mikið frå fólka- tingsvalinum, at hon kom at teljast millum størru flokkarnar heldur enn teir smærru, sum fylkingin higartil hevur verið sett í bás millum. Verkamannafylkingi n gjørðist tridi størsti flokkur við 600 atkvød- um aftan fyri nummar trý, sum var Javnaðar- flokkurin. = Fylkingin gjørdist enntá størsti flokkur i sjey bygdum. So mikið stórum pláss- um sum á Argjum og Í Fuglafirði. Á Argjum fekk fylk- ingin 166 atkvødur. Næstur lå Fólkaflokkur- in við 154 og Sambands- flokkurin við 121 at- kvødum. I Fuglafirdi gekst lika væl hjå Fylkingini. Har fekk Verkamannafylk- ingin 151 atkvgður. Fólkaflokkurin var næstur við 132 og Sam- bandið lá tvær atkvødur aftanfyri. æ Valdu nýggjar flokkar Á Morkranesi tóktist veljaramir rættiliga at venda gomlu flokkun- um bakið. Av teimum tilsamans 22 atkvødun- um á Morkranesi fekk Verkamannafylkingin sjey og Uttanflokkalist- in fimm. Verkamannafylkingin gjørdist eisini størst i Æðuvík, Skálabotni, á Kirkju og á Húsum. Í Æðuvík fekk fylk- ingin átta av tilsamans 23 atkvødum, Í Skála- botni fór fylkingin avstað við helvtina av atkvødunum,- 17 av til- samans 35. Fýra av teimum til- samans 14 veljarunum á Kirkju valda Verka- mannafylkingina og sjey av tilsamans 19 veljarum á Húsum valdu Verkamannafylkingina. tór.- Verkamannafylkingin størsti flokkur á Argjum g |