Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | | | | Sida 14 Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Sambært kappingarskipan- ini eigur dysturin millum grannarnar á eystara armið á Skålafjørdinum at verða leiktur í Runavík í morgin. Men felggini eru samd um, at dysturin skal avgerast í dag kl. 17. Fyrra umfarið í granna- stríðnum varð avgjørt 19. juni á Svangaskarði, og tá vann B68 3-2. Toftamenn vilja fegnir leika áslopshugað, men tað hevur knípt at fingið mál. Tað eydnaðist móti KÍ, men tá kostaði tað nógv í hinum endanum. Móti TB hekk spælið hampuliga væl sam- an, og í morgin er gylt høvi atstaðfesta hjá Peturi Mohr, at tekningin til liðið, hann Tíðindablaðið (Qt . skal arbeida vid komandi år, er um at verða klár Hjá NSÍ er høvid tað sama, men har verður tað neyvan Petur Simonsen, sum fer at standa við endan næsta kappingarår. Vit hava skilt, at varamaðurin hjá Allani Simonsen ynskir at gevast í Runavík, eftir at hava verið har í tvey ár, men hetta er ikki heilt avgjørt enn. i F Hjá NSÍ gjørdist Olavur Jacobsen sjúkur undan dystinum á Mølini, men roknað verður við, at hann verður tøkur í dag. Hjá B68 var Hans Hansen leikbann- aður móti TB, men hann er tøkur aftur. Jákup Eli Olsen er plágaður av skaða. i SLAGIÐ UM Í SKÅLAFJØRDIN Tað plagar at vera lívligt, tá NSÍ og B68 dystast. Hó- ast tað ikki kann sammetast við fyri tíggju árum síðani og longur, so stendur fram- vegis nógv meiri upp á spæl, enn tey bæði sugini, sum spælt verður um. Tí er einki at ivast i, at teir gulu fara at leggja meiri orku í, enn teir gjørdu, tá teir mest- sum gjørdu sær púrasta fyri skommum norðuri á Mølini fyri viku síðani. Síðani 1988 hava liðini verið tíggjar ferðir í bestu deildini saman. Í 1988 end- aði dysturin í Runavík 3-3, í 1991 var 1-1 og í 1992 vann B68 4-2. -nn- EB/Streymur ætlar | - at vinna ein aftrat > — á B36 í Gundadali zl Men havnarlidid, id hevur Jákup Mørk og Johan Sivert- sen vid aftur, ætlar eisini at enda årid vid sigri Liðformaðurin alt árið i fjør hjá EB/Streymi, Suni Joen- sen, hevur enn ongan dyst spælt í 1. deild, hóast liðið hevur roynt seg har hetta kappingarárið. Orsøkin er tó ikki, at hann ikki er nóg góður, men at hann hevur verið til sjós síðani kapp- ingin byrjaði. Nú hevur hann verið á landi í nakrar vikur, og ta tíðina hevur hann spælt við 3. deildarliðnum. Bert dyst- urin móti B36 í morgin er eftir, so skal hann fáa møgu- leikan at royna seg har, má tað verða nú. Og líkt er eis- ini til, at hann er ein av monnunum á midvøllinum hjá EB/Streymi, tá Jóhan Carl Dam fer at seta dystin í Gundadali í gongd kl. 15. Burtur sæð frá hesum 1. deildar-dcbutantinum — er manningin hjå sundalags- monnum tann sama sum sidsta sunnudag vann 2-1 å NSI — fyrsti veruligi sigurin hjá liðnum í 1. deild. B36 fer helst eisini á vøll- in við somu manning, sum síðsta vikuskiftið var á Sandi eftir einum stigi. Tveir av spælarunum, ið ikki vóru við móti B71, eru * komnir aftur á liðið, tí teir tá sótu uttanfyri við leikbanni. Tað eru Jákup Mørk og Jo- han Sivertsen. Uttan iva fer B36 hendan síðsta dystin á heimavelli at Få gera sitt itarsta fyri at geva åskodarunum ein sigur at siga kappingini farvæl við, men tað ætla sundalags- menn eisini, nú teir í tólvta tíma hava fingið hug at royna >sejrens sødme«. Deildini ætla teir at siga far- væl við tveimum stigum, so ingar aftur um seg eisini. Fyrri dysturin á Mølini 19. juni millum hesi bæði liðini endaði við javnleiki 1-1, so her kann alt henda — semingsloysnir eru jú ikki altíð tær vánaligastu, ið finnast... hj. Dreingjaliðið hjá KI, sum 24. august í Runavík vann finaluna um dåmsnevndarsteypid. Ki vann steypið til ognar. Aftast frá vinstru: Jógvan Sofus Vilhelmsen, Dánial Petur Nielsen Hans Mikael Christiansen, Niclas Niclassen, Hjalti Josephsen, Kristian Andreassen Rógvi Jacobsen, Sámal Mikkelsen, Heðin á Lakjuni, Finn Johannesen Fremst frá vinstru teir kanska fáa lagt fuglfirð- Dystir og dómarar 1. deild, menn, í dag: NSI-B68: Niklas á Líðarenda IF-B71: Suni Johansen B36-EB/Streymur: Jóan Carl Dam 1. deild, menn, í morgin: . TB-HB: Lassin Isaksen KI-GI: Kim Ejdesgaard 2. deild, menn, i dag: VB-Sumba: Térur Holm LIF-HB: Sunleiv Højgaard FS Vågar-B68: Oddmar Andreassen NSI-SI: Bergur Magnussen Royn-KÍ: Petur Erhard Kjærbo 3. deild, menn, i dag kl. 13.00: LÍF-FS Vágar: ÍF TB-HB: VB KÍ-GÍ: LÍF ÍF-Skála: B68 B36-EB/Streymur: HB Tróndur Johannesen, Oli Joensen, Óli Poulsen, Sigurd Mikladal, Meinhard Joensen, As- bjørn Jacobsen, Rúni Elltør, Manni Høgnesen, venjari. Finnbjørn Vang vantar á myndini Dreingjadeildin av- gjørd í Klaksvík í dag KÍ og B36 hittast í aðru finaluni í ár Meistarabólkurin ídreingja- deildini verður avgjørdur í Klaksvík í dag. Tað eru Kl og B36a, sum skulu dystas um, hvat av liðunum skal fáa gullkrónur, og hvat av liðunum skal fáa silvur. Umframt gullkrónurnar fær meistaraliðið steyp í varðveitslu, sum 75 ára fød- ingardagsbarnið idag, Norð- cya Sparikassi, gav at kapp- ast um í 1991. HB, EB og B36 eiga hvør sína aktiu i steypinum. Hjå klaksvikingum er stødan tann, at teir noyðast at vinna dystin í dag, fyrr at gerast meistarar. B36 er meistari, um teir vinna, ella um dysturin endar vid javn- leiki. Dystin i Gundadali 11. juni vann B36 vid 5-0 Hetta er aðru ferð i år, at liðini hittast í avgerandi fin- aludysti. Í august mánað av- gjørdu tey finaluna í steypa- kappingini í Runavík, og tá vann Kl 2-1. NSI-dreingirnirtryggjaðu sær í vikuni bronsukrónurn- ar við at vinna 10-1 á HBa HBa kann fáa NSI aftur í sugum, men skal vinna síðsta dystin við 29 málum, so har er neyvan nakar ivi um, at runavíkingar enda omaná. Vit hava umrødu av síðstu dystunum í dreingja- deildini í komandi viku. -nn- Eyðkvæmislinjan svarar alt samdøgrid á tf. 18820. Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persónilg ráð- geving og serligir spurningar verða svaraðir.