Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin. | Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Sida 13 HB-formadurin: Vit mugu vinna og so vona at Kl ger tað sama Spælandi HB-formaðurin, Gunnar Mohr, gongur við einum ynski um at broyta vana — hann hevur vant seg við at vinna silvurheidurs- merki, og tað er hann vorðin troyttur av: — Eg eigi bara tvey gull- heiðursmerki, meðan heili 7 ella 8 silvurheiðursmerki eru í savninum hjá mær, og tey eru eg als ikki glaður fyri. Fái eg fleiri av hasum slagnum, haldi eg, at eg fari í Rokkjallaran við teimum, sigur hann. — Men kortini dugi eg væl at síggja, at tað verður tor- ført, tí TB er eitt so sterkt heimalid. Eg orki bara ikki tankan um, at KÍ vinnur á Gl og vit ikki greiða okkara setning og vinna á TB. Tað havi eg upplivað fyrr, og eg eri ikki áhugaður í at upp- liva tað eina ferð afturat. Gunnar Mohr sigur, at hóast dysturin á Tvøroyri er torførur, so kann HB ikki gera annað enn royna at vinna og so vóna tað besta: — Vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at vit fóru aftur um GI við at tapa móti teimum í Gøtu. Høvdu vit bert fingið annað sigið í tí dystinum, hevði alt sæð ødrvisi út, heldur hann. — Men eins og vit kunnu fáa trupulleikar móti TB, kann GI so sanniliga eisini fáa tað ímóti KÍ. Tí er bara eitt at gera hjá okkum, og taðer at syrgja fyri at vinna á Sevmýri. Eg sigi ikki, at vit gera tað, men í hvussu er fara vit at gera okkara besta. Sum stødan er undan hesum seinasta umfarinum, telur einki annað enn ein sigur — og hann verður kanska heldur ikki nóg mikið... hj Tað verður undirhaldandi Klaksvíkingar ætla ikki at geva gótumonnum nakað Tað verður ein spennandi og eisini undirhaldandi dystur í Klaksvík. Tað eru bæði leikarar og viðhalds- fólk hjá báðum feløgunum samd í. GÍ gerst meistari, um teir greiða javnleik, men gótu- menn fara ikki úl Klaks- vikar at dyrga eftir øðrum stiginum. Tað liggur ikki til teirra. Burtursæð frá 1-0 tapinum í Gundadali móti HB, hava teir vunnið allar dystirnar á útivelli, og tað ætla teir sær eisini at gera hesaferð. Teir hava hagtølini í móti sær. GÍ hevur ikki vunnið í Klaksvík síðani 1988, tá teir vunnu 4-1, men tað hugsa teir ikki nógv um. Liðið hevur nógvar royndir, og metingin er, at teir eiga at megna at leika upp til sitt besta, hóast trýstið er stórt. Klaksvíkingar iðra seg um, at teir ikki vunnu i Gundadali móti HB. Havn- armenn høvdu greiða yvir- vág fyrra umfarið, men tá teir fingu sigursmálið høvdu teir í góða løtu verið ógvuliga tamir. Millum áskoðararnar í Klaksvík eru misjavnar áskoðanir um dystin í morg- in. Øll halda, at KÍ skal spæla sum fyri lívinum, men tað eru ikki øll, sum vera so ógvuliga misnøgd, um GÍ verður meistari. Tey hugsa um, at KÍ hevur vunnið FM oftast, síðani farið varð undir landskapp- ingina í 1942, men teir eru bara tvey meistaraheiti framman fyri HB, og tað vil siga, at havnamenn í morg- in kunnu koma at liggja dygst upp undir KÍ. KÍ framvegis skert Hjá Kl eru framvegis tveir av stuðulsleikarunum uttanfyri. Móti HB vóru tað Jan Joensen og Harley Bert- holdsen, og nú eru tað Jan Joensen og Allan Mørkøre. Hin fyrri hevur trupulleikar við einari tá, meðan hin seinni er leikbannaður. — Roknað verður við, at KÍ broytir eitt sindur upp á lið- ið í mun til HB dystin. Tá var Kurt Mørkøre á miðj- uni, men hesa ferð verður hann helst í verjuni. GI hevur allar sínar leik- arar tøkar. Teir hava siglt millum skerini, tá tað ræður um gul kort, og tað hevur eydnast væl. Um eydan verður eins blíð, tá tað ræð- ur um at fáa stig í morgin, fáa vit at síggja. -nn- Einki hovaståk undan dystinum GÍ formaðurin biður viðhaldsfólkini gloyma allar hugsanir um FM fyrireikingar Haldgrímur Gregersen hev- ur verið formaður í Gøtu Ítróttarfelag í mong, mong ár. Tað vil siga, at hann kennir alt til at vinna FM við besta gøtulidnum. Men tá vit snúgva tosinum inn á møgulcikan sunnudagin at endurvinna meistaraskapin frá í fjør, er hann ivasamur: — Á fólkatosinum og ti, sum tit skriva, so er eingin ivi um, at GI hevur verið besta liðið í ár. Men tå meistaraskapurin ikki er av- gjørdur enn, so vil tað siga, at havnarmenn eisini hava verið góðir. Tað er nú, at okkara menn skulu vísa, at teir eru verdugir meistarar. Tí tað er tá nógv stendur upp á spæl, at rætta styrkin skal vísast. Fer tú ul Klaksvíkar í morgin? — Sjálvandi fari eg tað. Konan er ættað hagani, nógvur skyldskapur er og nógvur vinskapur, so tað sigur seg sjálvt. Einki fyrireika Tá vittosa um, hvussu teir í Gøtu hava hugsað sær at halda kveldið, tå FM heitið er komið til hóldar, dámar GI formanninum alt annað enn væl: — Eg vóni ikki, atnakað av okkara viðhaldsfólkum finnur upp á at fara ul Klaksvíkar við nøkrum, sum gevur ábendingar um, at vit hava vunnið kapping- ina, áðrenn dysturin byrjar, sigur Haldgrim. — Tað hava vit ringar royndir við. Eg minnist ilt aftur á 1987, tá vit full- komuliga lorkaðu okkum burtur. Vit skuldu vinna seinasta dystin í Runavík, og tað mundu tað vera fleiri, bæði á og uttan fyri vøllin, sum mettu at vera ein av- greiðsluspurning. Har vóru blomstur og nógv annað, sum ikki sømdi seg undan so tydningarmiklum dysti. Eg haldi, at tað legði óneyð- ugt trýst á leikararnar, og so var vónbrotið so mikið nógv stórri. So vita viðhaldsfólkini hjá GI tað: Formaðurin ynskir einki fjas undan dystinum. So tað eru uttan iva góð ráð at goyma rakett- ir og annað gott so mikið langt niðri í taskunum, at eingin veit av, at tað er við, um tað kiksar at vinna FM. Venjaraspurningurin ikki avgreiddur Tað hevur ligið á ljóði, at Jóhan Niclsen skal halda fram í Gøtu eitt ár afturat, men GI formaðurin upplýs- ir, at tann spurningurin er ikki avgreiddur enn. Hann roknar við, at endalig stóða verður tíkin heilt skjótt, og hann dylur ikki fyri, at tey í Gøtu heldur enn fegin ynskja, at Jóhan Niclsen heldur fram eitt ár afturat: — Vit hava mist nógv fólk hesi árini, Jóhan Niclsen hevur verið hjåokkum, men alíkavæl hava vit staðið okkum væl, tað bera úrslit- ini boð um. Leikarunum hevur dámt venjaran væl, og eg haldi , at venjarin hev- ur trivist væl í Gøtu. Vit kenna tað satt at siga soleið- is, at hann mest sum er inn- grógvin her norðuri. -nn- John Petersen og Magni Jarnskor fegnast um eitt av målunum hjå John móti IF síðsta sunnudag Mynd: Hilmar Jan Hansen