Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Tíðindablaðið €2 GB Bara GÍ ella HB sleppur at umboda Føroyar í UEFA Cup-kappingini komandi ár — ikki bæði tvey sum í ár Vit nevndu tað fyri nøkrum vikum síðani sum ein rætti- liga sannlíkan møguleika, og nú tykist tað vera veru- leiki: komandi kappingarár verður bara eitt lið úr Før- oyum við í UEFA Cup- kappingini. Í ár vóru bæði meistara- liðið og næstbesta liðið — ávikavíst GI og HB — við í Europa Cup, men á heysti 1995 verður tað bert tað av liðunum, sum í morgin vinnur FM heitið. Tá vit nevndu tað seinast, var tað við einari grein í Dansk Fodbold sum keldu, og nú hava vit lisið >Re- gulationsof the UEFACup«, sum greinin varð skrivað út frá. Og har er einki at fara skeivur í. Teir skriva, at 68 lið skulu vera í kappingini, og at liðini skulu vera úr 36 limalondum. 15 limalond eiga bert eitt umboð í kapp- ingini, og millum teirra eru Føroyar. Tað verður eisini staðfest, at úr londum, sum ikki hava spælt seg til sess í Europa Cup-kappingini fyri meist- aralið, og sum bara eiga ein sess í UEFA Cup, skal land- ið umboðast av meistara- liðnum. ÍFSF vátta teir, at soleiðis liggur landið, men teir vísa EIN MILLION á, at tað kann vera, at viður- skiftini verða broytt, áðrenn farið verður undir komandi kapping í august mánaði 1995. So mikið hevur verið at sæð áður, vísa teir á FSF skrivstovuni á. Heiður og pengar Tað hevur altíð verið ein heiður at vinna FM heitið, men umframt eina aktiu í Føroya Bjór steypinum, og stoltleikan hjá gøtumonn- um ella havnarmonnum um at vera bestir í Føroyum, so er einki at ivast í, at hjá summum fer spenningurin eisini at snúgva seg um ann- að í morgin. Kanska serliga teir, sum sita við peningaligu ábyrgd- ini í GÍ og HB, fara at hugsa um, at í hvussu er 400.000 krónur og kanska ein milli- én krónur stendur upp á Nógvir pengar eru upp á spæl, nú Gí og HB skulu fáa greiði á, hvat teirra sleppur at spæla europeiskan fót- bólt komandi ár. Talan er í hvussu er um 400.000 krón- ur — og møguliga upp í eina millión. Føroyar missa eft- ir øllum at dóma eitt Europa Cup-pláss spæl. Tær 400.000 krónurnar fáast fyri at luttaka í UEFA Cup. GI fekk i år knappar 700.000 krónur afturat, tí (Tilvildarlig mynd) teir noyddust at spæla í UEFA Cup í staðin fyri í meistarakappingini, men hvussu tað verður við hes- um komandi ár, vita vit tó einki um. Tað er næstan ov mikið av tí góða, um hetta fer at endurtaka seg, men føroyskur fótbóltur hevur loyvi at vóna tað! Ítróttarligi parturin Táalt hetta við pengunum er sagt, so skal leggjast aft- urat, at ítróttarliga avbjóð- ingin í Europa Cup telur ikki so lítið hjá teimum, sum hava leikligu ábyrgd- ina. Her verður hugsað um venjararnar og leikararnar. Taka vit t.d. GÍ, so er tað neyvan líka mikið fyri leik- ararnar og venjaran, tá teir skulu á vøllin aftur stutt eft- ir ársskiftið, um teir hava Europa Cup sum gularrót ella íkki. Sjålvsagt er tað av- bjóðing hjá GÍ at vinna FM fyri triðju ferð — sjálvsagt skulu teir vinna í morgin eisini — men tað kann neyv- an seta leikararnar upp á sama hátt, sum vónin um at útinna eitt bragd, sum er eitt sindur stórri, enn tað teir framdu móti Trelleborg. Hóast fleiri av HB leik- arunum eru meiri óroyndir, tá tað ræður um FM heiti — HB hevur ikki verið meist- ari síðani 1990 — so er eing- in ivi um, at Europa Cup gularótin er tann sama her, bæði hjá spælarunum og leiðsluni. -»-nn- Vågs Båltfelag og Ítróttar-Sosialurin skipa fyri: Innandura FM í fot- bólti fyri fjórðu ferð Í Vikuskiftið 7. til 9. oktober skipa VB og Ítróttar-Sosialurin fyri kappingini um óalmenna FM-heitið í innandura fótbólti. Bæði kvinnur og menn úr 1. og 2. deild í fótbóltslandskappingini fara at kappast, og ársins spælari hjá bæði kvinnum og monnum steyp fáa til ognar — hesar velja spælararnir sjálvir millum teir bestu í landskappingini. Eisini verða onnur steyp latin Fyri fjórðu ferð skipar Vágs Bóltfelag — i felagsskapi við Ítróttar-Sosialin — fyri kapp- ingini um óalmenna FM- heitið í innandura fótbólti. Kappingin verður í Vági vikuskiftið 7. til 9. oktober, og fer hon fram í ítróttar- høllini. Lagt verður fyri við fyrstu umførunum fríggja- kvøldid og hildið verður fram allan leygardagin. Um kvøldid leygardagin er stór veitsla á skránni, og sunnu- dagin verða semifinalur og finalur spældar. Veitslan leygarkvøldid er fyri luttakararnar í kapping- ini, og har verður gott borð- hald við skemt og undir- haldi, og aftaná verður eis- ini dansur. Sunnudagurin er eisini karmur um steypahanding- ar av ymsum slag. Fyrst og fremst fáa vinnararnir av FM-kappingini steyp, eins og toppskjúttarnir hjá bæði kvinnum og monnum fáa steyp. At enda verður eisini avdúkað, hvørjir ársins spælarar eru hjá kvinnum og monnum 1994, og hesi fáa steyp handað fyri heið- urin sunnudagin. Spælararnir velja Arsins Spælarar 1994 Arsins spælarar verða valdir av spælarunum í 1. deild hjá bæði kvinnum og monnum, so samanberast kann við >Players Player of the Year<, sum vit kenna eitt nú úr Onglandi. Í fjør gjørdust Helga Ell- ingsgaard úr HB og Sámal Joensen úr GÍ ársins spælar- ar, í fyrraárið Sóley Mikkel- sen úr Skála og Øssur Han- sen úr B68, og aftur í 1991 vórðu Kristina Lervig úr ÍF og Kári Reynheim úr B36 ársins spælarar. Spennandi verður so at síggja, hvønn fótbóltsspælararnir millum måtstødufélkini halda vera bestu spælararnar. Tað ber nevniliga bert til at velja spælarar úr øðrum feløgum enn sinum egna. Undanfarin år hevur sera stór undinøka verið til FM- kappingina í innandura fót- bólu í Vági, og fyrireikar- arnir væntacisini, at so fer at verða hesaferð. Spælararnir verða íkki Sámal Joensen ( v.m. ) var Ársins Spælari hjá monnum í fjór. Her handa Óli Holm honum steyp (Savnsmynd) heimleysir, meðan teir eru í Vági til kappingina. Skipað verður fyri innivist bæði á hotellinum og í skótahúsin- um og matmødrafelagnum - soviposin er góður at taka við í vidførinum. VB og Ítróttar-Sosialurin gleða seg til eina góða og spennandi kapping og vóna, at hon verður eins góð og undanfarin ár.