Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (NH Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Síða 1! Týðandi krav til framtíðar politikaran í Fóroyum: TÚ mást standa teg | væl I SjÓnvarninum = (4 Fólkatingsvalið hesa ferð var gott dómi um, at tað gagnar í royndini at vinna veljaratekki, at tú stendur teg væl í sjónvarpi- num sigur samfelagsfróðingurin Jóannes Hansen, sum roknar við, at vit fáa bæði fólkatingsval og løgtingsval, áðrenn skeiðini eru runnin. Ossur Winthereig er vanur við miðilin. Hann veit, at tað nyttar einki at koma við longum og floktum orðingum og áskoðanum. Tað skal vera stutt, neyvt og beinleiðis, tað hjálpir at endurtaka tað sama aftur og aftur, og tað skal verða borið fram á ein fangandi hátt heldur Jóannes Frá sending sjónvarpsins valkvøldid. Mynd kalmar Skulu vera skjótir - og neyvir Hvat fyri slag av fólki roknar Jóannes Hansen við fara at mynda polit- iska pallin í Føroyum í framtíðini? -Vónandi fara tað at vera ymisk sløg av fólki, tað ger tað meiri áhuga- vert, men tað er einki at ivast í, at tað eru nakrar ávísar dygdir, sum í ser- ligan mun fara at eyð- kenna framtíðar polit- ikkararnar, í hvussu so er teir, sum fara at standa í fremstu rgð. Hvat hugsar tú um? -Tað eru eyðkenni, sum gera, at politikkarin stendur seg í sjónvarps- miðlinum, sum blandar seg í alt meiri. Fara vit aftur til fyrstu árini hjá útvarpinum — og tað eru bara eini 35 ár síðani — so høvdu teir trupulleikar av at endurgeva frá leg- tingsfundunum, sum eis- ini tá vóru almennir. Nú er sjónvarpið inni, og vit kenna øll á okkum, hvussu stemningurin er, tá floksfelagar, sum eru ósamdir um td. sam- gongugrundarlagið, hitt- ast til fundar. Vit hava í fleiri ár sæð tað í útheiminum, og nú síggja vit tað her, at dygdin at standa seg væl í sjónvarpinum telur. Taka vit Danmark sum dómi, so er ein rúgva av teimum, sum hava verið frammarlaga í politikki, von við sjónvarpsmiðilin. Besta dømid er Uffe Elleman Jensen, sum arbeiddi å TV avisen, til hann gjørdist politikkari. Fólkatingsvalið hesa ferð var gott dómi um, at tað gagnar í royndini at vinna veljaratekki, at tú stendur teg væl í sjónvarpinum. Øssur Winthereig er vanur við miðilin. Hann veit, at tað nyttar einki at koma við longum og fløktum ordingum og å- skoðanum. Tað skal vera stutt, neyvt og bein- leiðis, tað hjálpir at endurtaka tað sama aftur og aftur, og tað skal verða borið fram á ein fangandi hátt. Tað eydn- aðist væl hjá Øssuri Winthereig. Eingin ivi er heldur um, at av teimum gomlu poltikkarunum megnar Óli Breckmann serliga væl sjónvarpið. Ofta vísir tað seg, at teir, sum megna tað, ið er nevnt oman fyri, eisini standa seg væl, tá teir verða spurdir. Stødid millum tíðindamenn í Føroyum fer at hækka komandi árini. Vit fara at fáa alt fleiri fólk, sum eru skúlað til starvið. Tey hava m.a. lært at vera nærgangin í spurningum, og ikki at lata sær lynda at tað verður svarað í eyst, tá spurningurin var í vest. Mikrofonhaldaríið verður minni, og tað setur krøv til politikk- ararrar. Neyvan fýra ára langt valskeið Nær fáa vit val aftur? -Kommunuval verður um tvey ár, um nakrar kommunur vera tá! Men tað kundi komið fyri, at okkurt annað val varð frammanundan. Fólka- Hansen. tingið er soleiðis sett saman, at tað meiri enn so kundi komið fyri, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen kom í minni- luta, og so verður val. Fyrsta ábendingin um hetta verður, tá fíggj- arlógin skal samtykkjast fyri nýggjár. Skipar Nyrup Rasmussen stjórn saman við CD og teimum radikalu, so eru teir til saman færri, enn VKZ blokkurin, og tá serliga CD íkki ynskir, at stjórnin arbeiðir saman við SF, so er treytin fyri at fáa t.d. fíggjarlógina samtykta, at semja fæst við vinstra ella teir kon- servativu. Teir ynskja at fáa stjórnarvaldið, og ti kann hugsast, at teir fara at verða eitt sindur trekir at fáast við. Í sjeytiárunum var fólkatingsval annað hvert ár, og samanset- ingin av tinginum nú bendir á, at tað kanska verður val áðrenn val- skeiðið er hálvrunnið, men nú fáa vit at síggja. TR Og hvat við løgtings- valinum? -Tað velst fyrst og fremst um, hvussu sam- starvið verður í sam- gonguni. Á G6lavsøku komandi ár verður møgu- leiki at skipa minniluta- stjórn í Føroyum, og tað er væl hugsandi, at tann møguleikin verður nýtt- ur, um ein flokkur leyp- ur frá samgonguavtaluni. Men at tað ikki verður val aftur fyrr enn 7. juli í 1998, tað rokni eg ikki við. Tað slítur at sita við ábyrgd í slíkum tíðum, og tað kann hava við sær, at samgonguflokkarnir ynskja at hoyra, hvat veljarin sigur, áðrenn fýra ár eru liðin. Og so er tað ein sannroynd, at tað er ikki serliga heppið, at halda val um summarið. Tí verður valið í seinasta lagi á vári í 1998. jan Soleiðis sum vit hava sæð teir báðar, Jóannes Hansen og Johnsigurd Johunnesen í sjónvarpinum til tey bæði seinastu valini. Teir eru við til at gera bæði sjónvarp og val meira áhugavert og eisini spennandi