Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994 Nýggja sjónvarpsstjórnan, Jóannes Hansen: Tíðindablaðið evur turrum valtølum liv Fólk flest hava undrast og spurt seg fyri, hvør hesin maðurin er, sum tykist vita eina rúgvu um val, og sum hevur lætt við at fáa tað, sum hann veit, út til hyggjararnar. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við Jóannes Hansen, sum hesi bæði seinastu valini hevur sitið undir liðini á sjónvarpsmanninum Johnsigurd Johannesen og gjørt viðmerkingar til valúrslitini Valkvøldid gongur tað mesta fyri seg gjøgnum sjónvarpið. Útvarpið er eisini við, men eftir at sjónvarpið er farið at senda úrslitini frá øllum valstødunum i tekstvarpinum er tad iva- leyst ein sannroynd, at tænastan hjá útvarpinum eitt tílíkt kveld er at kunna tey, sum ikki hava møguleika at síggja sjónvarpið, tað vil siga sjófólki, føroyingar i ødrum londum og so tey, sum eru til arbeiðis ella á annan hátt ikki hava møguleika at síggja sjónvarpið. Nú hava vit havt tvey val innan fyri stutta tíð, og størsta broytingin i sjónvarpinum í mun til valini, sum hava verið frammanundan, er, at ein nýggjur maður er komin á skíggjan. Tað er Jóan- nes Hansen, sum hevur sitið undir liðini á John- sigurd Johannesen. Fólk flest hava undrast og spurt seg fyri, hvør hesin maðurin er, sum tykist vita eina rúgvu um val, og sum hevur lætt við at fáa tað, sum hann veit, út ul hyggjararnar. Vit hittu Jóannes Han- sen og spurdu, hvussu tað ber til, at hann nú er valserfrødingur í sjón- varpinum: -Mær dámar einki ser- frødingin, hvørki tá tað er valserfrødingurin ella samfelagsfrødingur. Eg eri lærari i samfelags- frødi á studentaskúlanum á Kambsdali, og har und- irvísa vit m.a. í poli- tikki. Í nógvar mátar kennist tað á sama hátt at læra einum flokki av * Jóannes Hansen: -Í nógvar mátar kennist ta á sama hátt at lære einum flokki av HF- + arunum ella studentaskúlanæmingum og so at greiða frå í sjónvarpinum. Mynd kalmar HF arum ella studendaskúlanæmingum og so at greiða frá í sjónvarpinum. Men tað tykist ikki, sum tú hevur trupulleik- ar at vera í sjónvarpi- num. Tað plagar annars at taka sína tíð at venja seg við tað. Hevur tú royndir í sjónvarpsar- beiði? -Eitt lítið sindur havi eg fingist við tað. Stutt undan at vit fluttu heim úr Danmark í 1987 fóru teir at senda føroyskar sendingar í lokalu sendi- stóðini í Keypmanna- havn, sum eitur KKR. Tað var Øssur Bergham- ar, sum arbeidir i Kris- tnastovu, sum stóð fyrr tí, og hann heitti á meg um at hjálpa sær. Vit gjørdu nakrar sendingar saman. Og í mars mánað í ár gjørdu vit báðir og sjón- varpsstjórin eina sending saman í sambandi við, at tað vóru 100 ár lidin síðani, at Victor Dan- ielsen varð føddur Hugurin telur nógv Tú hevur stórt innlit, hvar hevur tú tað frá? -Eg haldi, at tað eru fleiri, sum vita rættiliga fitt um politisk viður- skifti í Føroyum. Hjá mær er minni hampuliga gott, og tað hjálpir væl. Hugurin til at fylgja vid hevur verið stórur frá barnsbeini av. Eg minnist hugnaliga umhvørvid, sum plagdi at vera heima hjå okkum i Klaksvik valkvøldini. Vit sótu kring borðið og skrivaðu í talvuna, sum var í bløðunum og sammettu við, hvussu tað gekk seinast. Á studentaskúlanum hevði eg Zacharias Wang i samfelagsfrødi, og tå varð nógv tosad um poli- tikk, ikki minst tå hann stilladi upp uttanflokka til valid i 1974. Hugurin at fylgja vid var eisini góður lestrar- árini í Danmark, bæði í føroyskum viðurskiftum og eisini í Danmark og Svøriki. Í skúlanum fór eim partur av tíðini at fåast vit politikk, og tað saman við tí oman fyri standandi er grundin undir mínari luttøku í valsendingunum. Eg haldi íkki, at tað í serliga stóran mun ber til at fyrireika seg til eina sending. Tú veitst ikki, hvat tað er, sum verður áhugavert, sum valkvøldid lýður Gongur skjótt Jóannes Hansen heldur, at tað næstan er spell, hvussu skjótt alt gongur valkvøldid. Fyrr hevði tú tíð til at summa teg og hugsa og tosa um årslitini, sum vóru komin, meðan bíðað varð eftir næstu úrslitunum Nú gongur alt við so stórari ferð, at torført er at fóta sær, og tú situr næstan við einum ynski um, at teir, sum stíla fyri, dríggjaðu tað ein tíma ella tveir. -Tað plagdi at vera so, at ein góð løta gekk, meðan tað varð bíðað eftir Klaksvíkini og Havnini, men nú er tann løtan eisini tódnað nógv. Tá vit í so stóran mun verða stýrd av teldunum, og tað gongur so skjótt, so er tað frålikt, at vit vidhvørt verða mint á, at tað kann kiksa við tøkni- frødini, og at evnini at rokna í høvdinum fram- vegis eru ein dygd. T.d. sóu vit tað í ítrótt- arhøllini á Hálsi miku- kveldið, tá menturnar vórðu gravaðar fram aft- ur.