leygardagur 24. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið 5)",
Nr. 182 — 24. SEPTEMBER 1994
Síða 9
Um ein mánað kemur hon:
ødrvisi |
figgjarlog
Skattalættar, MVG-lættar,
biligari el til framleidslu og
ferdafrådrått. Hetta eru
nakrar av broytingunum i
komandi fíggjarlóg
Landsstýrið fer ikki at koma
við uppskotum til broyting-
ar av tí fíggjarlógarupp-
skotið sum undanfarna
landsstýri lat tinginum í
síðsta mánað. . So mikið
ødrvisi verður uppskotið
hjá hesum landsstýrinum „at
vit fara at síggja eitt heilt
nýtt uppskot ístaðin.
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri sigur,
at rættiliga stórar broyting-
ar verða á skatta- og
avgjaldagkinum. Semja er í
landsstýrinum at broyta
skattalógina. Millum annað
soleiðis, at grundupphædd-
in hjá pensionistum verður
skattafrí. Marginalskatturin
skal eisini lækkast. Um-
framt hetta verða eisini
broytingar gjørdar í meir-
virðisgjaldinum. Meirvirð-
isgjaldiO á tænastum og
ídnaði verður lækka. Helst
úr 25 og niður í 12 prosent.
Vinnan skal eisini hava ein
ágóða av at streymprísurin
til fyritøkur skal lækka úr
90 og niður í 60 oyru fyri
kilovattíman. Haraftrat
kemur Arbeiðsloysisskip-
anin á fíggjarlógina.
Ferdafrådråttur
aftur í gildi.
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri sigur
kemur
|
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálráðharri, arbeiðir nú við nýggjum uppskoti til fíggjarlóg. Her er hann saman vi Peturi A.
Lamhauge, stjóra á Toll- og Skattstovuni og Jákupi Danielsen, formanni í Starvsmannafelagnum. Mynd: Jan
seg rokna við, at hesar
broytingarnar fara at kosta
umleið 130 milliónir, men
tað merkir ikki, at hallið á
fíggjarlógini verður so mik-
ið stórri.
Ætlanin er at hækka
rentuskattin úr 22 og upp í
35 prosent og nakað kemur
inn aftur í landskassan við
skatti av veitingunum til
arbeiðsleys.
At fíggjarognaravgjaldið
verður avtikið ger, at rentan
lækkar. Hetta ger eisini, at
fólk fáa minni í rentufrá-
drátti og somikið meira
kemur inn í skatti. At rentan
lækkar ger eisini tað, at
landskassin sjálvur sleppur
bíligari í rentum. Roknað
verður somuleiðis við, at
verður arbeidsloysisskip-
anin styrkt, verður trýstið á
forsorgarhjálpina minni, og
sparir landskassin við tí.
Fíggjarmálaráðharin
sigur, at broytingar verða
bæði í útreiðslu- og inn-
tøkutølum.
Fríggjarlógaruppskotið,
sum undanfarna landstsýri
legði fyri tingið, gav 308
milliónir í halli. Jóannes
Eidesgaard sigur seg vóna,
at tað fer at bera til at lækka
hetta hallið eitt sindur niður
um tær 300 milliónirnar.
Jóannes Eidesgaard legg-
ur afrat, at sambært seinastu
upplýsingnum frá Hagstov-
uni tykist sum afturgongdin
í útgjaldingin í lónum er
steðgað, og ein framgongd
er at hóma. Serliga positivt
er, at hetta er innan fram-
leiðsluvinnuna, sigur hann.
Fíggjarmálaráðharrin
sigur seg rokna við at hava
fíggjarlógaruppskotið klárt
í seinru helvt av næsta
mánað. Hann vónar at hava
uppskotið klárt áðrenn sam-
ráðingarnar vera við donsku
stjórnina.
tór.-
Væleydnað ferðavinnustevna
stórur áhugi fyri føroyskum pakkaferðum
Á
i
i
i
Smyril Line verdur nu vid i
fleiri utlendskum GEIN.
blødum, og tad roknar felagid
sær nogv av
Millum tey mongu innan
føroyska ferdavinnu, sum
vóru vid á norðurlendskari
ferðavinnustevnu í íslandi
Roknast kann við, at
Smyril Line fær munandi
fleiri bíleggingar næsta
summar.
Mynd: Kalmar
herfyri, var Smyril Line.
Heri Niclasen, sølustjóri á
Smyril Line letur sera væl at
undirtøkuni. Hann sigur, at
endamálið við luttøkuni er
at røkka enn longur út til
fólk við teimum tilboðum,
Smyril Line hevur, og til
tess krevst gott samband við
útlendskar ferðafyrireik-
arar.
Sum er skipar Smyril
Line fyri ymiskum sokall-
aðum pakkaferðum bæði í
Føroyum og í Íslandi. Við
hesum ferðum hevur Smyril
Line lýst við egnari
brochuru í saband við
ferðaætlanina, men hóast
ferðaætlanin er prentað í
meira enn hálvari millión
eintøkum á fleiri tungumál-
um, røkkur boðskapurin
ikki nóg langt. Nú verður
roynt at koma við í stórar
útlendskar ferðabrochurur,
og tað sær nú út til at fara at
eydnast.
Á stevnuni í Íslandi vóru
einir 200 útlendskir ferða-
fyrireikarar og teir vístu
pakkaferðunum hjá Smyril
Line stóran áhuga. Heri
Niclasen sigur, at tað eru
serliga ferðirnar í lágárs-
tíðini tey á Smyril Line
leggja seg eftir at selja fleiri
av. Hetta verður millum
annað gjørt á tann hátt, at
ferðafólk fáa ul dømis
tilboð um at sigla til Føroya
teir fyrstu túrarnar í juní og
so flúgva heimaftur.
Fleiri bíleggingar
Júst hetta er tíðin, tá út-
lendsku ferðafyrireikarar-
nir gera sínar brochurur til
næsta summar so útlit
skuldi verið fyri, at hetta
nýggja framtakið fer at
merkjast á bíleggingunum
tå Norrøna fer undir sína
næstu summarsigling.
Næsta år í Føroyum
Næsta ár verður norður-
lendska ferðavinnustevnan
í Føroyum. Stevnan verður í
september, og tá kann
roknast við, at einir 200
útlendskir ferðafyrireikarar
koma higar at kunna seg um
tað føroysku starvsfelagar
teirra hava at bjóða.
tor.-