Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 183 — 27. SEPTEMBER 1994 Óli Jacobsen, landsstýrismaður, um livitíðina hjá verkamannafylkingini: Fyribils í fýra ár - Livitíðin hjá verkamannafylkingini er tengd at framtíðar | virkisháttinum í teimum gomlu flokkunum. Broyta teir ikki virkishátt, er neyðugt við slíkum fylkingum sum okkara, sigur Óli Jacobsen Umleið 60 fólk meti á fundi í verkamannafylking- ini leygardagin, har ein nevnd varð vald, sum skal fyrireika vidtøkur O.a. Í sambandi við at verka- mannafylkingin nú skal skipast sum politiskt felag. Nevndin fekk tveir mánaðir til hesa uppgávu. Óli Jacobsen, formaður í verkamannafylkingini, sig- ur, at fundurin var góður, og at fólk vóru væl nøgd við úrslitið av fólkatingsvali- num. Óli Jacobsen nýtti høvi at greiða fundarfólkinum frá arbeiði sínum í landsstýri- num, eitt nú um royndirnar at stovna arbeiðspláss. Endamálsætlan á landsstýrisborð - Vit í landsstýrinum ar- beiða við at gera uppskot til vinnufremjandi lógir og til- tók. Hetta arbeiði verður skjótt liðugt og verður lagt fyri landsstýrið í dag. Hetta er so tað, sum vit kalla ein umsitingarlig endamålsætl- an, men tað nýtast ikki at ganga nógvar vikur, áðrenn nakað spyrst burturúr, sigur Óli Jacobsen. - Í blóðunum verður greitt frá, at verkamanna- fylkingin ikki vil skipa seg í valfeløg, men heldur vil fremja demokratiið. Eru valfeløg ódemokratisk? - Vanligaeru bert fá fólk á fundi í valfeløgum, og tí er avmarkað, hvussu demo- kratiskt slíkt valfelag er. Vit vilja hinvegin lataøll sleppa framat, og hetta verdur gjørt fyri at stimbra demokratiid. - Um vit siga, at tey, sum hava okkurt upp á hjartað skulu koma á fund, so verð- ur tað upp til tann einstaka, at nýta høvi til at fáa síni sjónarmið fram. - Er ætlanin at nýta álitis- mannaskipanina sum fyri- mynd ístaðin fyri valfeløg? - Vit komu ikki so langt leygardagin, at farið varð í smálutir við bygnaðinum. Ætlanin erat vitskulu rókka solangt sum gjørligt. Tað er bert ein praktiskur spurn- ingur, hvussu vit skipa okk- um, sigur Oli Jacobsen. - Er framvegis talan um ein fylking, ella fara tit at staðfesta tykkum sum polit- iskur flokkur, tá tit hava skipað tykkum í felag? - Vit eru framvegis ein fylking, og ikki ein flokkur. - Merkir tað, at ti bert eru til fyrbils? Eini 60 fólk vóru á fundi í verkamannafylkingini. Ein fimmmanna-neynd varð vald, sum skal gera viðtókur og fyrireika at skipa verkamannafylking- ina sum politiskt felag Tíðindablaðið C+ Óli Jacobsen, landsstýrismaður: - Tá vit vita, at hinir flokk- arnir hava sitið leingi og einki hava fingið á skaftið, so haldi eg, at vit eru eins væl fórir fyri at gera eitt politiskt arbeiði, sum teir gomlu politikararnir -Tíðin fer at vísa, hvussu leingi vit verða verandi. Tá vit nú eru partur av samfel- agsskipanini, hava vit stað- fest, at vit ikki vilja missa jarðsambandið, og at vit støðugt vilja kunna okkara bakland um tað, sum vit ætla at fremja í landsstýri og á ungi. Tað gera vit, fyri ikki at koma í somu stóðu sum teir gomlu flokkarnir, sum hava umboð, ið ofta úttala seg, uttan tó at hava spurt seg fyri í flokkinum. - Tit have fingið stóra undirtóku, men er tykkara virkisskrá ikki ov einføld, tá hon bert hevur trý punkt á skránni? - Tað er ivaleyst í byrja- nini, men sjálvandi, tað kunnu mál stinga seg upp sum frálíður, ið vit noyðast at taka stóðu til. Vóru um at kollsigla - Orsøkin tilat verkamanna- fylkingin varð stovnað, komst av, at samfelagið var um at kollsigla vinnuliga, parlamentariskt og rættar- liga. - Eg ásanni, at hetta sum frálíður kann verða ov einfalt at bjóða seg fram til, men vit vilja taka stóðu til onnur mál, so hvert sum tey standast Verkamannafylkingin fer ikki at skipa seg í politiskum valfeløgum, ” eins og hinir flokkarnir. Har fara tey at heita á fólk , sum hava eiuhvørt upp á hjartað, um at geva seg til kennis - Samfelagsskipanin um- fatar so nógvar lutir enn teir tríggjar, sum tit vórðu valdir uppá, eitt nú al- mannamál, sjúkrahúsverk- ið, skúlar 0.s.fr.? - Viðvíkjandi almanna- málum, so eru vit væl um- boðaðir at taka støðu til tað, og viðvíkjandi sjúkrahús- málinum, so er talan um, hvert vit skulu hava eitt ella trý sjúkrahús. Tað fara vit eisini at verða mentir at taka stóðu til, haldi eg. - Er verkamannafylking- in ti ikki bundin av, hvørjir valevni verða vald, og hervid hvørji áhugamál tey vilja stuðla. Er tað ikki Ov einfalt og tilvildarligt? - Tað dugi eg ikki at siga. Nú siti eg sum landsstyris- maður, og tað er m.a. fyri at basa arbeiðsloysinum. -Tá vit vita, at hinir flokk- arnir hava sitid her og einki fingið á skafti, so haldi eg, at vit eru eins væl førir fyri at gera eitt politiskt arbeiði, sum teir gomlu politikar- arnir. Hetta er ein byrjan at fáa politisku skipanina at virka, sigur Oli Jacobsen. Tað ber til at åvirka umsitincina - Er arbeidsgongdin i Tinganesi leins tvørlig og tå heli frammanundan? - Fyrstu royndir hava vist, athevurtúcein vilja, so ber til at åvirka umsitingina. Dømi kann vera fiskivinnuráðið, sum ikki fekst at virka í seinasta valskeiði, og sum >-