Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 183 — 27. SEPTEMBER 1994 Sida7 mánaðir skal koma vid uppskoti til bygnað fyri fylkingina m.a. var orsøkin til illstød- una millum meg og javnað- arflokkin. - Á fyrsta landsstýris- fundinum var málið lagt fram, og har varð staðfest uttan hóvasták, at fiski- vinnuráðið skuldi virka aft- ur. - Úrslitið er - bert fáar dagar eftir - at starvsneynd- in í fiskivinnuráðnum hevur havt sín fyrsta fund í gjár. - Verður Ossur Winther- eig landsstýrismaður, tá tú fer frá? - Hatta er bert tíðindi, sum eitt blað hevur tikid úr leys- ks Fólk í ollum aldursbólkum vóru á fundi í verkamannafylkingini leygardagin, har ein nevnd ari luft. Vit hava ikki tosað um, hver skal avloysa meg, um eg verði afturvaldur í Fiskimannafelagnum - tað verður als ikki vidgjørt enn. - Er verkamannafylking- in komin fyri at verða ver- andi? - Tað velst um, hvussu varð vald, sum um tveir teir gomlu flokkarnir fara at skikka sær. Broyta teir ikki sín virkishátt, so verður fylkingin verandi, men fyri- bils arbeiða vit fýra ár fram, til hetta valskeiðið er av, sigur Óli Jacobsen. Dagny Myndir: Kalmar 75 ára gamli Norð- oya Sparikassi: Vil helst klára seg sjálvan — Framtíðin kemur at vísa, um vit koma at vaksa tað neyðuga, fyri framyvir at kunna verða ein sjålvstødugur stovnur, sum vit vóna, segði Brynjolf Jacob- sen, stjóri, tá sparikassin hátíð- arhelt stovningardagin Norðoya Sparikassi vil heldur enn fegin eisini framyvir verða ein sjålv- stóðugur stovnur. Tað gjørdi Brynjolf Jacobsen sparikassastjóri, púra greitt í réðu síni hann helt í samband við 75 ára føding- ardag Norðoya Sparikassa fríggjadagin. Brynjolf Jacobsen legði annars aftrat, at bert fram- tíðin fer at vísa um hetta ber til. -Tað er einki dulsmál, at í grannalondum okkara verða peningastovnar sam- anlagdir í stórri eindir fyri betur at klára kappingina, sum gerst harðari og harðari. Hetta fyribrigdi er eisini komið til okkara, segði Brynjolf Jacobsen og sipaði til bankasamanlegg- ingina. Sparikassastjórin segði, at bankalógin setur eisini stórri krøv til stovnarnar, so fyri at kunna åtaka sær størri fyritøkur sum kundar er neydugt vid størri egin- peningi og til tess krevst ein åvis stødd av peninga- stovninum, segdi Brynjolf Jacobsen og legði aftrat, at nú fer framtíðin at vísa, um Norðoya Sparikassi fer at vaksa tað neyðuga, so stovnurin eisini framyvir kann virka sum sjålvstød- ugur stovnur, sum tey selst vilja. Minnisrit Í samband við hátíðarhaldið gevur Norðya Sparikassi út minnisrit sum er sent øllum húsarhaldum í arbeidsøki sparikassans. Brynjolf Ja- cobsen nýtti høvi ul at takka Tummasi Lenvig, fyrrver- andi yvirlærara fyri hand- ritið til minnisritið. Hann takkaði somuleiðis øllum starvsfólkunum eins og privatum sum stovnum fyri gott samskifti hesi 75 árini, og segði seg vóna, at øll fara at stuðla Norðoya Spari- kassa eins væl framyvir summ tey higartil hava gjørt. tór.- Dagny Joensen skrivar Vit bróta upp úr nýggjum í hesum døgum. Politisku valini eru av, og hóast útlit eru til at tað fer at ganga framá - borgarliga initiativið vann ikki frama hesaferð - so er nýggjur hugsunarháttur komin, har tað snýr seg um at gera upp við teir gomlu flokkarnar. Teir gomlu flokkarnir hava havt ræði leingi, og tá tað ikki gekk framá meira, fóru fólk at hugsa um, hvat teir gomlu flokkarnir høvdu gjørt skeivt. Teir skuldu hava karakter fyri sítt arbeiði, og tað er fyri so vítt einki óvan- ligt í tí. Verkamannafylkingin er komin, og hon er sprottin úr misnøgdini hjá veljararunum, við teir gomlu flokkar- nar. Nýggja sjónarmiðið er at geva fólki einfaldar upplýs- ingar um einstøk tiltøk. Misnøgdin er løtt at hava við at gera, ti hon vendir sær til so nógv fólk í hesum døgum. So er bert eittans eftir, og tað er at geva fólki eina fatan av, at samfelagið ikki er so fjøltáttað, og at tað bert snýr . seg um at geva torføru samfelagssetningunum heilt ein- føld heiti, tosa um slíkt, sum øll skilja. Trupulleikin er, at samfelagsheildin ikki fær innivist. Tað er sum við åhugafeløgum. Hevur tú áhuga fyri onkrum, so stovna eitt felag. Hava vit ávisar trupul- leikar, sum vit ikki fáa myndugleikarnar at geva ans, so stovna vit feløg, fyri at leggja trýst á myndugleikamar, til gagns fyri okkara persónliga áhugamál. Eg kann ikki lata vera við at hugsa um alkymistarnir í gomlum døgum, sum hildu seg kunna gera gull burturúr gróti. Tað var kortini ikki so einfalt. Tað er neyvan nakar sum ikki tekur undir við, at tey gomlu og sjúku, børnini 0.s.fr. skulu fáa sínar sømdir. Vit liva í einum vælferðarsamfelag, har tað er lógar- bundið, at cingin skal fara svangur í song. Trupulleikin er bert, at viteru so von við at hava nóg mikið, at vit ikki duga at ímynda okkum, at sosialu myndugleikarnir ikki hava nóg mikið at geva teimum, sum hava tørv. Vit vilja bars hava nóg mikið i okkkara part. Við at geva fólki steinar fyri breyð, kann henda at javnvágin skjótist og at vit standa eftir við einum sjálv- søknum samfelag, har tann sterki yvirlivir og tann veiki fer til grundar - um hann ikki flytir av landinum. Borg- arliga samgonguskjalið var dómi um tað. Tað er ikki so einfalt at gera øllum til vildar. Politisku flokkarnir mugu ikki bert geva fólki lættar og einfaldar loysnir at taka stóðu til, tí so er vælferdarsamfelagid í vanda. Tað er eingin gongd leið. Attað eru fleiri samfelagsskipanir sum kunnu briikst, er einki ivamál. Spurningurin er bert, hvussu vit á demokratiskan hátt upplýsa um tey nógvu samfelags- málini, sum raka hvønn íbúgva í hesum í landi. Tað er ikki nóg mikið at vilja loysing, og tað er heldur ikki nóg mikið at siga seg vilja rudda upp í rættarsamfelagnum, men tað er avgjørt positivt, at vit møguliga fáa fleiri ar- beiðspláss. Ein danskur skemtari varð valdur inn á fólkting fyri at lova minni sex á læraraverilsunum, viðvind á súkklu- teiginum o.s.fr. Hvat verður tað næsta í Føroyum: skulu vit stilla upp við einfaldum boðskapi, sum eitt nú bílig- ari bensin til bilamar, ókeypis bomm til børnini í skúlu- num, stuttligari frásagnir á tingi - minst eina skemtisøgu fyri hvørjar fimm minuttir á rødarapallinum o.s.fr...? Jú, teir gomlu flokkarnir mugu "oppa" seg, um teir ikki skulu missa tamarhaldið á politiska vígvellinum. Tað er ein skylda, sum teir hava mótvegis veljarunum, at føra fram síni sjónarmið soleiðis, at vanlig fólk skilja hvat teir siga. Sokallað "politikaravaml" kann føra til nógv stórri sorgarleikir, enn teir, sum Føroya fólk higar- til hevur verið áhoyrari og áskoðari til.