Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 GP Nr. 183 — 27. SEPTEMBER 1994 Vågoyggin aftur å fotboltskortid Endamálið verður i fyrstu atløgu at varðveita sessin í bestu deildini Tað er hvgrja ferð spenn- andi og stór avbjóðing at flyta upp í 1. deild. Mið- vingar hava roynt tað fleiri ferðir, og sandavágsmenn hava roynt tað fleiri ferðir. Líta vit at teimum fimm seinastu árunum, so var SIF í bestu deildini í 1989. Í 1990 var 1. deildarfótbóltur í Vágum hvert vikuskifti, tí bæði SIF og MB høvdu lid í fremstu rød. Men tað var stokkut, ti í 1991 var SIF aftur í 2. deild, og í 1992 vóru tað miðvingar, sum vóru í 2. deild, meðan sandavágsmenn vóru í 1. deild og vendu. 2. deild, menn: FS Vågar-B68 3-0 (0-0) Samansetta vágaliðið verdur i bestu deildini komandi ár. Tað hevur verið roknað við tí, síð- ani tað frættist, at MB og SÍF vóru farin í felag í næstbestu deildini. Und- an summarsteðginum gekk tað við rúkandi ferð móti tindunum, men síð- ani hevur tað verið meiri strevið, og nú í fleiri vik- ur hava teir kent leirvík- ingar tiva teir í nakkan. Sjálvsagt eru øll stig týdningarmikil, tá tvey lið enda á sama stigatali, men í bakkspeglinum sæst, at mest týdningar- miklastigið vunnu vága- menn, tá teir fyri fýra vikum greiddu 1-1 javn- leik í Leirvík í dysti, har teir í longum løtum vóru greitt við undirlutan í spælbyti. Hesa ferð høvdu teir vitjan av B68, sum bara í allarytstu teoriini hevði møguleika at varðveita sessin. Kravið var at vinna stórt, samstundis sum bæði KÍ og NSÍ skuldu tapa sínar dystir stórt. Vágamenn vópru við yvirlutan so at siga alla tíðina, men toftamenn megnaðu at halda tørn alt fyrra umfarið. Vága- Endiliga bar til hjá våga- monnum Í fjør vóru bæði liðini í 2. deild. Roknað varð við, at annað liðið fór at flyta upp, men tað eydnadist ikki. SI gjørdist besta vágaliðið á fimta plássi við 17 stigum, meðan SÍF endaði á sætta plássi við 16 stigum, og MB var um reppið at flyta niður í 3. deild. Teir fingu 14 stig ella eitt meiri enn Royn, sum skuldi flyta niður. Men so var tað, at vága- menn gjørdu álvara av tos- inum, sum í fleiri ár hevði verið um at leggja liðini saman við tí fyri eyga at fáa eitt lið, sum kundi standa seg í bestu deildini. liðið fekk hol á, tá seinna umfarið var seks minuttir gamalt. Álvur Samuel- sen sendi langt útspark inn á B68 hálvuna, har Jonhard Joensen fekk tamarhald á, gjørdist leysur og komin í brots- teigin smekkaði hann til. Tíggju minuttir varð dysturin avgjørdur eftir stórt verjumistak. Mál- verjin hjá B68, Eyðun Petersen, tveitir til Dan Hansen, sum verður eitt sindur trýstur og spælir mitt inn fyri málið til Jógvan Hendrik Samucl- sen, sum takkar fyri møguleikan og skorar. Sigurin varð staðfest- ur, tá tað restaðu fýra minuttir. Eyðfinn Dav- idsen er aftasti maður hjá FS Vágar. Hann spældi tvær ferðir eitt tvey sam- anspæl, kom igjøgnum verjuna og potaði fram við málverjanum til endaliga úrslitið. Vágamenninir í FSF, Jens Erik Magnussen og Petur Elías Petersen, vóru á vøllinum í Sanda- vågi við silvurkrénum, bæði til besta og næst- besta liðið hjá FS Vág- um. Ítróttarsostalurin skal her ynskja vágamonnum hjartaliga tillukku. (-nn-) Samanspælið Kapping millum bygdir — og kanska serliga granna- bygdir — kemur nú á dógum mest til sjóndar í ítrótti og serliga í fåtb6lti. Ti var tað ikki sum at siga tað at fáa samanleggingina í lag. Tað hevur fyrr verið at sæð, at slíkt miseydnaðist, men við handalag og hegni eydnað- ist tað góðum kreftum úr Miðvági og Sandavági at leggja saman í vaksna- mannadeildunum og í ung- linga- og dreingjadcildini. Unglingarnir fullu skjótt frá, tí ferðasambandið var so vánaligt, og verri megnaðu dreingirnir heldur ikki at spæla allar dystirnar. Men viljin er at halda fram, og eftir at bæði liðið í 2. deild og tað í 3. deild eru flutt upp, er einki at ivast í, at tað verður hildið fram í samróðri. Í fyrstu atløgu hava sør- vingar ikki verið við í sam- starvinum. Onkrir leikarar úr Sørvågi hava verið á samansetta liðnum, men SÍ hevur havt sítt lið í 2. deild. Tað hevur verið tosað um, at sørvingar skuldu koma upp í felags liðið, men okk- um kunnugt er einki avgjørt hesum vidvikjandi. Tad hevdi uttan iva kom- ið væl við hjá teimum i Runavikini, tí um SI leggur saman við hinum báðum, so fer teirra besta lið í 3. deild, og so verður NSI hangandi, um sama mannagongd verður fylgd, sum tað var, tá Royn fekk plássið í 2. deild, eftir at MB og SIF høvdu lagt saman. Stóri spurningurin er nú, hvussu tað fer at gangast vágamonnum at enda á ti 8. ella kansa 7. plássinum, sum ber í sær, at teir eisini í 1996 vera við í fremstu rgð, sjálvt um tað skuldi hent, at ovasta deildin verður smalkað við tveimum lið- um. Fyritreytirnar Tað eru triggjar fyritreyt- ir, sum skulu vera í lagi, um setta málið skal røkkast. Hin fyrsta er, at tað gongur væl í felagsarbeiðnum. Í ár hevur tað víst seg, at tað hava verið dugnaligir menn úr báðum feløgunum, sum hava hildið væl um stýris- vølin og hava stýrt móti málinum, eisini tá tað hevur gingið minni væl, og røddir hava verið frammi um at taka sundur aftur. Kreftirn- ar eru sinnaðar at halda fram, og tí er tann fyritreyt- in í lagi. Næsta fyritreytin er, at venjaraspurningurin verður fingin í trygga legu. Vit hava skilt tað soleiðis, at sannlíkið er rættiliga stórt fyri, at Jógvan Norðbúð heldur fram, nú liðini eru flutt upp, og so er tann fyri- treytin í lagi. Triðja fyritreytin er leik- aragrundarlagið. Tað eru fleiri leikarar farnir burtur av í ár, og tað kann vera, at onkrir fara afturat. Men tað gera tað alla staðni. Spurn- ingurin er meiri, hvussu teir, sum eru eftir, finna saman og ganga inn fyri søkini. Tað hevur ljóðað, at tað hevur verið eitt sindur trupult at fáa samansjóðing- ina nóg góða, og at kinkur hevur verið á, tá tað hevur gingið minni væl. Um felagsliðnum skal verða lív lagað, so er al- neyðugt, at hugburðurin all- ir fyri ein og ein fyri allar fær fastar røtur í øllum viður- skiftum. Dreymarnir Eydnast at fáa oman fyri standandi í trygga legu, so sær gott út. Leikaratilfarið er blandað frá royndum rev- um sum Jonhardi Joensen Tíðindablaðið (3 og Torkili Nielsen, ið neyv- an kunnu halda seg burtur, men bara skulu ansa eftir, at teir ikki leggja ov nógv fyri og til unglingar sum Eyð- stein Simonsen og Hans Dánjal Joensen. Einasta ferðin at vága- menn hava verið bestir í Føroyum var í 1947, tá SÍ vann meistaraskapin. Teir droyma framvegis um eitt FM heiti har vesturi, men tað er ikki næsta málið. Nú skal arbeiðast við at fóta sær í bestu deildini, og tað skuldu fyritreytirnar verði til. Um nytta skal fáast úr fyritreytunum er alneyðugt at leggja alla orku í og sam- stundis at fara fram við skili. Verður tað gjørt, so talar nógv fyri, at Vágarnar vera við til at mynda føroyskan fótbólt í fremstu rød fram móti ár 2000. -nn- Til BLADSØLURNAR sosialúrin aftur ÚTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fáa fleiri blød. Tíðindablaðið SOSIALURIN Avgreiðslusigur til arstalsfelagið í Havn Vóru lítið nærlagdir fyrra umfarið móti niðurflytarunum, sum royndu at halda lítla leikferð 1. deild, menn: B36-EB/Streymur 3-1 (1-1) Tað var lítið fólk i Gunda- dali sunnudagin. Tey, sum sótu undir skýlinum, vóru meiri áhugaði í útvarpslurt- inum enn í tí, sum gekk fyri seg í regninum á vellinum. Leikararnir tóktust eisini at taka uppgåvuna lættliga. B36 lat seg ruðra í svøvn av botnliðnum úr Sundalagn- um, sum ikki tykist vera í serliga góðari venjing, og sum tískil stóð seg best, um ferðin var lítil. EB/Streymur kom á odda, tá fyrra umfarið var um at vera hálvleikt. Vongverjin í vinstru, Jákup Martin Joen- sen, varð sendur avstað við bålti frá Trygva Joensen, hann setti ferð á móti málin- um, og tá Egin Høgnesen kom út og tveitti seg, var vongverjin kaldur og lyfti í tóma málið. EB/Streymur hevði aðrar møguleikar, ti verjuspælið hjå B36 var ikki sannfør- andi, men ikki kom meiri burturir, og tå tað eydnaðist B36 at javna tveir minuttir undan hvildini var eingin ivi um, hvønn veg tad bar. Edvard Apalkov skoradi, og tad var ikki hissini mål: staddur um brotsteigarsam- ankorningina í høgru knall- aði hann til, og bólturin tók træverkið og small í net- meskarnar. Størri ferd Ivaleyst hava teir báðir venjararnir hjá B36 í steðg- inum sagt sínum monnum, at leikferðin skuldi setast upp, at neyvleikin í saman- spælinum skuldi vera stórri, og at eftiransingarnar skuldu verða betri. Í hvussu so er tóku leikar- arnir uppgávuna í stórri álv- ara, og tá mótsteðuliðið viknaði, var sjálvsagt, at B36 vann. Tað var bara ein spurningur um, hvussu stór- ur sigurin skuldi verða. Allan Manai, unglinga- leikari, sum korter inn í hálvleikin hevði avloyst á høgra vongverja, skoraði til 2-1. Hann kom igjøgnum í høgru og sendi flatt í hand- ara stólpan og í netið. Út- sýnið hjá málverjanum var einki serligt. Ein annar unglingaleik- ari, Gunnar Nielsen, stað- festi sigurin fram móti dyst- arenda, tá hann gjørdi nýtslu av innleggi. Tá vóru teir í EB/Sweymi fyri tað mesta frammarlaga staddir, tí teir vildu so fegnir javna út. (-nn-)