Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið GSK Johan Nielsen um GI-nervarnar: MÁLIÐ! Henning Jarnskor hevur stútað bóltin ímóti KÍ-málinum stutt fyri leiklok, og so kann GÍ leggja seg í baróna- songina, har HB hevði ligið í knappan hálvan tíma Gl-venjarin Johan Nielsen er kendur sum ein tann mest gávaði taktikarin í føroyska fótbóltsheiminum. Hóast hetta, og hóast tað var meiri enn ríkiligt at tosa um í hálvleikssteðginum sunnu- dagin í Klaksvík, so segði hann at kalla ikki eitt ein- asta orð um taktikk, tá ið leikarar hansara komu inn at hvíla seg. — Hann segði, at skuldi tað hent, at vit íkki vunnu FM-heitið, so skuldu vit ikki harmast so nógv um tað, tí vit høvdu roynt okk- ara ítarsta. Hann royndi at sissa okkum og fáa okkum sannførdar um, at vit kundu kennast við avrik okkara í fyrra hálvleiki, sigur ein av Gl-leikarunum. Taktiska uppleggid var stórt sæð tað sama, sum í ødrum dystum, nevniliga at GI skuldi spæla sítt egna spæl. Men hóast GÍ hevur fleiri royndar spælarar, so var GI-venjarin ikki kløkk- ur av, at leikararnir vóru mestsum lamdir av nervum. — Nú var kappingin blivin mestsum ov spennandi í seinasta umfari, og tí stúrdi eg fyri, at leikararnir fóru at verða darvaðir av nervum. Tað eydnaðist okkum ong- antíð at koma inn í okkara egnu rútmu, ikki minst tí at KI spældi einastandandi væl, sigur Johan Nielsen. Hann sigur okkum, at KI- offensivurin fekk ov frítt spæl á miðuni, og tí fekk Sámal Joensen boð um at byrgja upp fyri, men hin- vegin hevði hann eisini boð um at fara fram sum vanligt, tá ið høvid beyðst, men hjá GI-liðnum bar einki til, ser- liga ikki í fyrra hálvleiki. Johan Nielsen sigur, at leikararnir sjálvandi vóru fult greiðir yvir, at teir ikki høvdu spælt væl í fyrra hálvleiki, og í eini so avger- Mynd: kalmar andi stóðu var eingin orsøk fyri at vevja í hesum sum ikki eydnaðist. — Tað rættasta var tá at royna at sissa teimum nerv- arnar við at siga teimum, at teir høvdu gjørt tað, teir kundu og at teir vóru nóg góðir, sigur GÍ-venjarin. Eftir Kl-málið var tað rættiliga upplagt at flyta Sí- mun Petur Justinussen fram, og hóast meiri brodd- ur kom í har frammi, so varð Gl-spælid ongantíð sann- førandi, og ti måtti bara satsast meira sum frå leið. At tað varð Henning Jarn- skor, ið hevur vunnið sær fast pláss á liðnum í Jo- han'sa tíð, var fyri ein part avleiðing av eini flyting frá venjara-síðu. — Tá ið Petur Páll Mikk- elsen kom inn fyri Paula Jarnskor, so setti eg hann út á veingin og flutti Henning inn á midvøllin júst fyri at fara niðan ímóti málinum eftir miðásini, og tað gav úr- slit, sigur Jóhan Nielsen, ið vidgongur, at hann hevði mist vónina, tá ið málið kom. Tað eru fleiri enn GI, id hava vent sær til Johan Nielsen vid tilboð um venj- arauppgåvu komandi kapp- ingarår, men hvørji fcløg, tað eru, vil FM-venjarin einki siga um. ówh Nr. 183 — 27. SEPTEMBER 1994 Síða 15 pr ps: AS HK so , rr — 4 Jóhan Nielsen, venjari hjá Gi, hevdi uppgivid vónina um, at teir fóru at draga longra stráið, men tað eydnadist umsíðir. Ikki bara GÍ-formaðurin Haldgrím Gregersen hevur havt boð eftir honum til komandi år; eisini onnur feløg hava vent sær til FM-venjaran. KÍ greiddi setningin 2. deild, menn: Royn-KI 1-4 (0-1) Klaksvikingar roknadu við, at NSÍ fór at vinna á SÍ. Tí noyddust teir sjálvir at vinna í Hvalba fyri at varðveita næst- besta liðið. Tað gjørdu teir eisini. Vilmund Mikkelsen var leikbannaður, og tað kom væl við hjá KI verj- uni, sum var skerd, ti Heini Hansen var sjúkur. KI kom á odda i 26. minutti. Miðvallarin Eyðun Jacobsen fekk hol á, og vongverjin í vin- stru, systkinabarnið hjá Eyðuni, sum eitur Eyð- bjørn Jacobsen gku í 60 minulti. KI fekk frispark um brotsteigarsamankomin gina í vinstru, og Eyð- bjórn drønadi upp í nærmasta hornið. Tá vongverjin í hinum bordinum, Meinhard Hansen, í 72. minutti økti til 3-1 var alt avgjørt. Jåkup Midjord minkadi upp å brotsspark i 78. minutti, men tad kom ongantíð spenningur í, og Eddie Bertholdsen staðfesti = sigurin við brotssparksmáli í 88. minutti. I 80. minutti gjørdist tað eitt sindur heitt. Eyð- un Jacobsen hjá KI fekk gult kort, meðan Njålur Niclassen hjá Royn fekk ostaflísina og fór undir brúsu 10 minuttir áðrenn hinir 21 á vellinum. (-nn-)