Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994 Prestadeydi og norskar rúnir Málting 11 (annað blað í 1994) er júst útkomið — máltíðarritið við tilfari um føroyskt mål og målvisindi. Hesa ferð eru evnini m.a. rúnir, l1j6dfrødi, mállæruheiti, staða- og fólkangvn, og millum greinskrivararnar eru tveir útlendskir mál- frødingar. Sviin Karl Gustav Johanson skriv- ar grein um rúnafundir- narå Bryggen í Bergen í 1950-árunum, har ið nógv áhugavert varð funnið, tá ið menn fóru undir útgrevsturin, sum vardi inn í 1960-árini. Eldurin, ið herjaði á Bryggen 4. juli 1955, bar ymist spennandi fram í dagsins ljós. Løtt og áhugaverd grein. Norski málprofessar- in, Helge Sandøy — id er kønur í føroyskum — skrivar frédliga grein, sum hann kallar »Stavilsisberandi N i føroyskum« — hetta at herdingarveikt sjålv- ljóð dettir burtur framman fyri n, sum er eitt eydkenni, ið ikki verður hildið at vera gamalt í vesturnorrønu málfgrunum. Sum dómi nevnir hann, at t.d. bátinum og bátunum kunnu verða framborin sum /bátnum/. Hetta fyribrigdið er — sum vit síggja í greinini — van- ligari enn vit dagliga geva okkum far um. Hugtøk og heiti er navn á grein eftir Jeffrei Henriksen, har hann m.a. viðger føroysk målfrødiheiti og teirra samsvar við tey la- tínsku. Hann hugleiðir um tey heiti, vit í dag nýta, við stødi í teimum heitum, sum tey før- oysku eru týðingar av. Staðanavnagranskar- in Marjun Simonsen hægstbjóðandi. Bil stereoanlegg TEX 900, við forsterkara og hátalara, til solu til TIf. 47226 skrivar áhugaverda grein, sum hon kallar >Hugleiðingar um tvey nøvn frá sidaskiftistid- ini«, har hon viðger søg- ur 0.2., sum eru knýttar aftur at ávísum staða- nøvnum. Hesar søgur eru mangan sera áhuga- verdar, spennandi og sýnahugflog av serstøk- um slag. Nøvnini, ið verða vidgjørd, snúgva seg um prestar. Hon sig- ur soleiðis: »Prestadeydi ella prestamorð vísir seg at vera eitt evni, ið er at finna í sagnum ymsa- staðni i Féroyum... Sagnirnar seta staða- navnið sjálvt á ein- hvønn hátt í sambandi við sjálvar hendingar- nar. Tó er nøvnini ikki lík. Prestarnir, sum sagnirnar snúgva seg um, vóru tveir av teim- um fyrstu sjey luthersku sóknarprestunum í Føroyum. Hendingar- nar eru sostatt farnar fram í 16. øld.« Framhald av upp- runafrgðiliga = fólka- navnalistanum er við í nr. 11, og tað er fólka- navnafrødingurin An- finnur Johansen, ið skrivar. Umframt at finna hvat tey ymsu nøvnini merkja, finna vit her, hvussu nógv bera tað ávísa navnið, hvussu nógv hava tað sum fyrsta navn, annað navn o.s.fr. Henda upp- gerð er frá 1. januar 1994. Av ødrum er at nevna ein spurningur frá lesara um orðið pílika/pílikur. Til dagdvølju eru eisini orðagátur. Málting fæst í bóka- búðunum og kostar 45 kr. í leysasglu. Haldara- gjaldið er 135 kr. um árið. Næsta blað kemur út í desember. Bátur til solu 8-mannafar /træbátur við 10 HK SABB dielsel bíliga til solu. TIf. 23087 Plásstrot á Landssjúkrahúsinum: Tíðindablaðið #7"; Nýta arbeiðsskúrar til skrivstovuhølir Einaferð var ætlanin at útbyggja Landssjúkrahúsið, men henda ætlan varð av ongum, vegna sparingar. Nú umhugsar Landssjúkrahúsið at keypa arbeiðsskúrarnar, sum standa har Vágatunnilin skuldi byggjast, men sum heldur ikki bleiv veruleiki Tað er so mangt, sum í neyðini verður nýtt. Á Landssjúkrahúsinum er plásstrot, og av tí at ætl- aða útbyggingin ikki verður framd í nærmastu framtíð, sóknast leiðslan eftir gðrum uppskoti, fyri at fáa pláss til Arbeiðsskúrarnir standa við tunnilsmunnan, har ætlanin var at fáa samband við Vágarnar. Skúrarnir eru í góðum standi, og landsverkfróð- ingurin hevur givið sítt viðmæli til, at teir kunnu nýtast sum skrivstovuhølir á Landssjúkrahúsinum pre GO På skrivstovur og goymslu- rúm. Eitt uppskot er at keypa arbeiðaskúrarnar, ið standa har Vágatunnilin skuldi gerast. Hetta projektið varð eisini avlýst vegna spar- ingar, og nú hevur eingin brúk fyri skårunum. Sjúkrahússtjórin hevur í hesum sambandi spurt Landsverkfrødingin, hvat tað kostar at flyta skúrarnar til Havnar. Ætlanin er at teir skulu standa á parkerings- plássinum, har sjúkrabilar- nar í dag hava pláss. Landsverkfrødingurin hevur svarað positivt, og nú bíðar leiðslan bert eftir, at Bátar til solu >Dreines< AWI 28, bygdur 1987, 4,01 Brt. 61 Hk Volvo Penta motor, til solu um hósk- andi boð fæst. »Drelnes ll< AWI 28, bygdur 1989, 4,01 Brt. 130 Hk Volvo Penta motor, til sølu um hósk- andi boð fæst. SES SSS ES ESSESESENEEEEENN Færøernes Realkreditinstitut Niels Finsensgøta 37 Postboks 367 110 Tórshavn yvirlæknarnir koma við eini viðmerking. Høgni Joensen, sjúkra- hússtjóri, játtar fyri Sosial- inum, at tað er uppá tal at seta arbeiðsskúranar upp á økid við Landssjúkrahúsið. Fyribilsverður arbeitt við at gera eitt uppskot at leggja fyri sjúkhússtýrið. Aðrenn tað er gjørt, kann sjúkra- hússtjórin ikki siga meir um málið. Høgni Joensen: - Av tí at Landssjúkrahúsið ikki verður útbygt sum ætlað, noyðast vit at flyta partar av skrivstovum og goymslu- rúmum út, so vit fáa fleiri rúm til sjúklingaviðgerð. pr” - Áðrenn vit kunnu fara undir at flytingarnar innan- hýsis, er neyðugt at fáa eitt stað at arbeiða í, til broyt- ingarnar eru fingnar upp á pláss. Tað er hetta, sum arbeiðsskúrarnir skulu nýt- ast til, sigur Høgni Joensen. Arbeiðsskúrarnir eru til støddar 600 fermetrar. Fyribils er ætlanin at yvir- læknarnir skulu hava sínar skrivstovur í skúrunum. Tað verður gjørt fyri at skaffa pláss á landssjúkra- húsinum til ymiska ambu lanta viðgerð og aðra sjúku- viðgerð, sum ikki krevur innlegging. Dagny Klaksvíkar Sjúkrahús Bandagistur og Ortopædiskur skó- makari frá Samfundet og Hjemmet for Vanføre i København, arbeiða á Klaks- vikar Sjúkrahúsi í døgunum 04. og 05. okt. 1994, og á skaðastovuni á Lands- sjúkrahúsinum 06. okt. 1994. Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, tlf. 55463, ella Elin Heine- sen, tlf. 56191. Inngongd er norðanfyri í kjallaranum i starvsfólkahúsinum.