Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. september 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið GS Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994 Síða 7 Æl Ág Fleiri skip hjá foroyingum eru í Smoguni Jón Nolsøe Olsen, skípari: — Hetta man vera ein frammanå hjå norsku pressun, ikki eitt menniskja hevur gjørt seg innå skipið og vit ganga ótarnaðir í landi, sígur hann Ahugin hjá norska almenn- inginum er ikk rur fyri teimum báðun idsku trolarunum, sum týsnáttina vórðu fylgdir inní havnina í Tromsø. - Tå vit høvdu lagt at bryggju vóru nakrir fáir myndamenn og journalist- ar, sum tóku ímóti okkum. Annars var ikki eitt menn- iskja at síggja. Í dag hevur hendur ongin verið á bryggjuni, segði Jon Nolsøe Olsen, skipari it tosaðu við hann um €;i tíðina týs- dagin. —Vithevduroknaðs ð, at bryggjan fór at vera fylt av illum norskum fiskimonn- um, sum vóru óðir yvir veiðuna hjá trolarunum í Smoguni og á verndarleið- ini við Svalbard. Hetta hevði norska pressan lagt upp til. Men so var ikki. Manningin hevur verid i landi í morgun og ongin hevur gjørt teimum ónáðir, teir eru ikki illa komnir í býnum, sigur Jón Nolsøe Olsen. —Eg havi verið til avhoyr- ingar í morgun, sigur hann. — Eg havi hildið fast við, at eg havi ikki fiskað ólóg- ligt á norskum øki. Eg havi eisini víst aftur, at vit hava fiskað við ólógligum troli, sigur hann. Vanligt spell við viðum meskum Norðmenninir vísa á, at | tað ikki er lógligt at nýta | spell á posanum. Hetta | | skilji eg ikki rættuliga, er tað betri at posin skrædnar og fiskurin fer aftur í havið? spyr Jón Nolsøe Olsen. — Lat meg sláa fast, at tað er ikki ránsveiðureiðskapur vit hava undir. Meskarnir í posanum eru 155 millimet- ur víðir. Í Føroyum er minstakravið 135 millimet- ur. Meskarnir í spellinum eru 300 millimetur víðir, sigur hann. — Hver einasti trolari í Føroyum nýtir spell fyri at verja posan, sigur Jón Nolsøe Olsen. — Eg havi norskan sakfør- ara og eg haldi at avhoyr- ingin visti, at norðmenn eru ikki so visir sini sak. Teir søgdu allatidina "i vores øjne” hava tit gjørt hetta og hatta ólógligt. Men eg góð- taki ikki, at vit hava gjørt nakað ólógligt, sigur hann. — Nú bíða vit eftir hvat politiið fer at siga. Mín sakførari roknar ikki við, at | hald verður lagt á veiðuna, | sigur Jón Nolsge Olsen, jústinus Tummas Arabo, fyrrverandi fiskimálaráðharri: Ikki ráð at fara Í kriggj við norð- menn og russar -Mín stóðan hevur altíð verið tann, at tú skal arbeiða við teimum fuglum, sum tú hevur á hondini. Og skal tú út í eitt kríggj, so er tað ein grundregul, at tú mást gera tær greitt, um tú hevur ráð til at tapa kríggið. Seinasti dagur hjá Tummasi Arabo í Tinganesi. Nýggi løgmaður, Edmund Joensen er komin at vitja. Man Tummas hava onkur góð ráð at geva honum? Mynd jan Hetta sigur Tummas Ara- bo, fyrrverandi fiskimála- ráðharri í sambandi við nýggju kósina, sum lands- stýrið tykist ætla at leggja í spurninginum um fiskiskap í Loynikrókinum og avtalurnar við norð- menn og russar. Tummas Arabo, sum er farin úr politikki, ynskir ikki at leggja seg út í slík- ar spurningar, men tá Sos- ialurin spurdi hann sum fyrrverandi fiskimålaråd- harra, hvat hann hevur at siga til støðuna hjá nýggja landsstýrinum, so svarar hann, at vit hava hvorki ráð at fara í kríggj við russar og norðmenn og eiheldur at tapa tað. -Min linja hevur verið púra greið. Eg havi roynt at hildið tað stabilt, sum vit hava havt. Og eg havi roynt at tryggja okkum tær so týðandi kvoturnar í Barentshavinum, sum hava havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska búskapin. Viðvíkjandi sáttmálunum vit hava har eysturi, so hava vit mett, at tað var skeivt at provokera, tí tað kundi taka lívsgrundarlagið burtur. Uppá fyrispurning um Loynikrókurin ikki er al- tjóða sjógvur sigur Tummas Arabo, at føroyingar hava havt sáttmálar við norðmenn og russar í nógv ár. Har hava vit bundið okkum til at taka kvotu av fiskastovnunum uttan mun til, um fiskurin er innan fyri ella uttan fyri mark. Øll hesi árni hava flokk- arnir á tingi eisini tikid undir við hesum sjónar- miðinum, eisini sambandsflokkurin, so tá flokkurin nú bráddliga hevur eina aðra áskoðan, so må sigast, at flokkurin hevur broytt kós. Tummas Arabo vísir á, at av tí at allar okkara kvotur í Barenshavinum stórt sæð eru uppfiskaðar í ár, so fær ein broyttur fiskivinnupolitikkur ongar beinleiðis avleiðingar nú. Spurningurin er so hvat kann henda í komandi ári. Tummas Arabo sær sjálvur ein vanda í, at fiskur úr Loynikrókinum verður lagður upp í Før- oyum. Vandi kann vera fyri, at hesin fiskur verður tíkin av kvotum okkara komandi ár. jan