mikudagur 28. september 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 19 —'.7: 11
So gjørdist tad spennandi,
ti f handavend minkadi og
javnadi B36. Fyrst Regin
Arge vid skoti frå brots-
teigarmarkinum, og síðani
Hans Jákup Heinesen við
einari perlu — hann smekk-
aði eitt fríspark heilt úu á
síðulinjuni í vinstru síðu
beinleiðis upp í tikantin til
3-3.
Havnarmenn = gjørdust
framsóknir fyri at vinna,
men í staðin var tað EB/-
Streymur, sum skoraði tvær
ferðir í snarálopi. Fyrst var
tað Símun Pauli Dam, eftir
at Ingi Hansen hevði rakt í
stólpan, og so var tað Høgni
Djurhuus.
ÍF-Skála 6-1 (3-0)
Gomlu knarkamir í
Fuglafirði høvdu bara ær-
una at spæla fyri, men teir
góvu skálamonnum einki,
tá hesir spældu fyri uppflyt-
ingini.
Skála hevði tveir góðar
møguleikar beinanvegin,
men einki kom burtur úr, og
so tók heimaliðið yvir. Ják-
up Baldvinsson skoraði
fyrst tvær ferðir. Hitt fyrra
upp á brotsspark, sum varð
framt móti honum sjálvum,
og hitt seinaeftir at hann var
vorðin leysur í høgru. Und-
an steðginum sku Eyðun á
Lakjuni, og stutt inn í seinna
umfarið økti hann til 4-0.
Bådur ferdirnar var tad vid
góðum skotum eitt sindur
úti í síðuni fyri málinum.
Hans Petur Jacobsen
minkaði, tá hann varð leys-
ur í brotsteiginum, men tað
gjørdist ongantíð spenn-
andi, tí IF fekk tvey veteran-
mál afturat. Fyrst var tað
Ólavur Ellingsgaard, sum
stútaði til 5-1, og so var tað
Meinhardt Dalbúð, sum
slapp sær á skjúttaralistan,
tá Eyðun á Lakjuni fram
móti dystarenda spældi
hann leysan.
Skálamenn vóru darvaðir
seinna umfarið, tí Arthur
Johansen varð rikin av vølli
stutt undan hvíldini.
KÍ-GÍ 6-4 (1-2)
Longu leygardagin fingu
gøtumenn eitt varðskó um,
at tað ikki fór at ganga so
lætt í Klaksvík. ;
Tað var annars GÍ, sum
kom fram um 2-0. Kl líðið
var óskipað og tað gjørdu
teir gulbláu sær dælt av.
Bara fimm minuttir vóru
leiktir, tá Tórálvur Jacobsen
fekk hol á, tá hann var fyrst-
ur á returb6lti eftir at Lin-
klett hevði hálvbjargað
roynd frá Jan Skoradal, og
Magni Jacobsen var meist-
ari fyri tí næsta. Hann rak
einar 70 metrar, spældi eina
ferð eitt tvey og skoraði, tá
hann gjørdist einsamallur
við Jógvani Linklett.
Alvi Justinussen hevur als
ikki verið á besta liðnum í
ár, ti hann Mévur verið
skaddur. Síðani summar-
steðgin hevur hann í einari
varnari útgávu verið á næst-
besta GÍ liðnum, og hesa
ferð var hann so óheppin at
stúta í egið net dygst undan
hvíldini.
KI skipaði spælið betur
eftir steðgin. Teir vóru
ágangandi, og tá teir fingu
tvinni mál eftir litlari løtu,
koppaði dysturin teirra veg.
Fyrst var tað Olgar Danicl-
sen, sum skoraði eftir horna,
og so var tað hin álopsvete-
ranurin, Sørin Petersen,
sum skoraði upp á langskot.
Jan Bjartalíð økti, tá hann
var fyrstur á returbålti, sum
Sørin hevði roynt seg við,
og Andrass Jacobsen trýst
verjuleikara at gera mistak,
tá hann royndi at leggja aft-
ur til målverjan. Heri Peter-
sen minkaði, tá hann gjørd-
ist rættiliga leysur, og so var
tað Jan Skoradal, sum skor-
aði í GÍ tysti. Sørin Peter-
sen staðfesti sigurin, tá hann
gjørdist cinsamallur í tunnu
GÍ verjuni. Har vóru allir
farnir fram í royndini at
javna.
TB-HB 2-4 (1-0)
HB liðið var einki serliga
mannað, og tað sá næstan so
út, at TB hevði nakað at
stríðast fyri. Teir trýstu og
komu fyrra umfarið á odda
1-0 og seinna umfarið øktu
teir til 2-0. Men so tók HB
yvir. Serliga var tað Bjarni
Mikkelsen, sum var í 1.
deild fyri uimum árum síð-
ani, men sum hevur verið
nógv burtur síðani tá.
Hann skoraði trý mál. Tey
bæði fyrstu miðskeiðis í
seinna umfarinum, tá hann
fylgdi upp, og hitt seinna, tá
hann fór sjálvur. Ólavur
Jacobsen stúlaði leiðslu-
málið í kassan eftir horna-
spark, og Bjarni Mikkelsen
staðfesti sigurin fram móti
dystarenda, tá hann tók bólt-
in av verjuleikara og fór av-
stað sjálvur.
-nn-/hj.
-
VB, vinnarar av 2. deild hjá monnum 1994. Aftast frå vinstru: Bjartur Nolsøe, Magni Magnussen, MichaeliLågabø,Jens
Sivar Djurhuus, Alfred Wøldike, Egil Steintórsson, Eydun Jacobsen, Magni Jacobsen, Per Joensen, Tom Villy Magnus-
sen, liðleiðari og Peder V. Pedersen, venjari. Fremst frá vinstru: Heini Nolsøe, Jón Gaardbo, Pól Thorsteinsson, Bjarni
Johansen, Eyðun Kjærbo, John Eystberg og Janus Kjærbo. Magni Mohr. ið er farin niður at lesa, vantar á myndini
Myndir: Rógvi Johansen
Vågbingar fagnaðu
sinum uppflytarum
„| Hóast tað nú longu er við at
verða langt síðani, at VB
tryggjaði sær oddasessin í
2. deild og uppflytingina til
1. deild, var gleðin tó ikki
minni góð í Vági leygardag-
in, tá komið var so langt, at
kappingin endaliga var av
og teir skuldu fáa gullkrón-
urnar frá Fótbóltssamband-
inum.
Børge B. Hansen og Óli
Holm frå Fótbóltssamband-
inum vóru á staðnum og
handaðu vágbingunum 2.
deildarsteypið og tilhoyr-
andi gull.
Aftaná bjóðaði VB ollum
áskoðarunum og spælarum
til eina lítla samkomu í VB-
húsinum, har kaffi og køkur
vóru at fáa.
Um kveldið var veitsla
fyri øllum spælarunum hjá
VB í 2. deild og 4. deild á
Hotel Bakkanum, og síðani
var farið í ítróttarhellina á
Eiðinum, har VB-dansur
skuldi vera.
Eini 400 fólk úr Vági og
Tvær ferðir John
fáa gyltan skogv
Tveir John'ár gjørdust í år
toppskjúttar í ávikavist 1.
og 2. deild í fótbólti hjá
monnum.
John Petersen úr GÍ
skjeyt tilsamans 24 mál í
1. deild, og var heili sjey
mál framman fyri næst-
fremsta spælaran, Gunnar
Mohr úr HB. Og í 2. deild
varð tað John Olsen úr
LÍF, ið bleiv toppskjútti
við 14 málum — í kapping
við Vilmund Mikkelsenúr
Royn, Birgir Joensen úr SI
og Pól Thorsteinsson úr
VB.
Hvørki John Petersen
ellaJohn Olsen hava verid
toppskjúttar fyrr, men í
ødrum førinum er annar
toppskjútti í familjuni.
Kaj Eli Olsen, beiggi John
Olsen, var toppskjútti tað
eina árið hjá LÍF í 2. deild.
Í fjør vórðu toppskjút-
arnir úr ávikavíst 1. og 2.
deild Uni Arge úr HB og
Jack Jacobsen úr NSÍ, og í
fyrraárið vóru tað Símun
Petur Justinussen úr GÍ og
Kaj Eli Olsen úr LÍF.
Pf. Thomas Dam Ítrótt-
ur og Ítróttar-Sosialínum
hava seinnu árini heiðrað
lopper fl.og 2.
deild hjå monnum vid
gyltum Adidas-skógvi.
hj.
annars úr allari oynni vid
meira vóru í dansi hetta
kveldið, og spælararnir hjá
VB vórðu einar tvær ferðir
koyrdir upp á pallin, har teir
sluppu at syngja nýggja
VB-sangin, ið Niels Petur
Børge B. Hansen við 2. deildarsteypinum, VB vann í ár
Nolsøe hevur yrkt teimum.
Ítróttar-Sosialurin ynskir
vágbingum tillukku við
gullinum í 2. deild og upp-
flytingini til 1. deild.
hj.