mikudagur 28. september 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
tret
Landskappingin hesaferð
fekk ein so spennandi enda,
sum vit ikki eru von vid — í
síðsta minutti eydnaðist GÍ
at fáa málið, ið tryggjaði
teimum meistaraheitið aft-
ur í ár.
Gjøgnumgangandi hevur
kappingin verið spennandi,
hóast trý lið — GI, HB og
B71 — skiltu seg burtur úr
rúgvuni rættiliga tíðliga, so
tað gjørdist greitt, at gull-
stríðið fór at standa millum
hesi. Seinni eydnaðist so KÍ
at koma eitt sindur uppí, og
kundi blanda seg upp í
kappingina um bronsuna.
Í botninum gjørdist eisini
rættiliga tíðliga greitt, at
EB/Streymur fór at verða
annað liðið, meðan tað tók
eitt sindur longri tíð at fáa
greiði á, hvør skuldi fylgja
sundalagsmonnum niður
aftur í 2. deild. Men eisini til
tað plássið vóru fuglfirðing-
ar rættiliga leingi kandidat-
ar, meðan so helvtin av lið-
unum lítið og einki hevði at
spæla um og fyri mong av
umførunum í seinna enda
av landskappingini.
Her fara vit í stuttum at
skriva eitt sindur um gll tey
tíggju liðini í 1. deild, so
lesarin aftan á kappingina
kann minna seg sjálvan á,
hví tað enda, sum tað gjørdi
— og ikki heilt ødrvisi.
Gi: nr. 1
Stødugasta liðið, sum væl
uppiborid vann FM heitið.
Mistu trý stig á heimavølli
(0-2 móti KÍ og 1-1 móti
B71) og taptu bara eina ferð
á útivelli (1-0 móti HB).
Liðið er betri skipað enn
nakað annað lið, flytingarn-
ar á vøllinum eru væl skip-
aðar, og teir hava í skála-
manninum John Petersen
havt ein sannan málslúk.
Hópurin hevur ikki verið
serliga breiður, men teir
hava havt tað hepni, at skað-
arnir og leikbannini hava
verið sum lundi á jólanátt.
Venjingarstødan hevur ver-
ið fram úr, og tað hevur vid
sær minni sannlíki fyri
skaðum og leikbannum.
Jóhan Nielsen var venjari,
og nógv bendir á, at hann
heldur fram. Hann er glaður
Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994
fyri GI, og teir eru glaðir
fyri hann. Fyri slíkan venj-
ara telja altjóða avbjóðing-
ar, og tær eru komandi ár
bara i GI og Kl.
Tveir leikarar hava
kanska fram um hinar verið
sjónskir. Teir eru brødurnir
Magni og Henning Jarn-
skor. At annar teirra verður
ársins spælari í Føroyum er
einki at ivast i.
HB: nr. 2
Taptu bara eitt stig á
heimavølli (0-0 móti B68,
og bara KI skoraði mál móti
teimum i Gundadali), med-
an tað á útivelli gekk eitt
sindur verri. Taptu 4-1 bæði
móti NSI og GI.
Jóannes Jakobsen var
venjari, og hann fer kom-
andi ár eisini at hava
ábyrgdina av besta liðnum í
barndómsfelagnum. Fyri
HB er tað ikki nóg gott, at
teir gerast næstbestir, og tí
verða allar árar lagdar í
sjógv fyri at vinna fyrsta
FM heitið síðani 1990.
Eftirmeting av
fotboltslands-
kappingini 1994
Eitt sindur um oll tey tíggju liðini i 1. deild, hvussu tey hava klárað
seg, hvør leikar hevur gjørt mest vart við seg og venjararnar
HB vann sítt fyrsta FM
heiti í 1955, teir vunnu í
1965 og 1975, men ikki í
1985. So fáa vit at síggja,
um 1985 var undantakið, ið
staðfestir vanan, ella um
vanin er avlagdur.
Teir hava skifti nógv fólk
í HB. Fleiri leikarar eru
farnir burtur av, og aðrir eru
komnir afturat. Stúttasti
leikarin fyri alt árið hevur
verið Gunnar Mohr. Hann
hevur skotið tíggju mál, og
hann hevur verið Osjålvsøk-
in og hevur lagt upp til fleiri
til ymisku maðkarnar, sum
hava verið saman við hon-
um á toppinum. Eisini Kaj
Leo Johannesen hevur havt
eitt gott kappingarár. Bert
pólski málverjin hjá B71
hevur latið færri mál fara
inn — måliårtøkan hjá HB á
heimavelli talar eisini fyri
seg.
B71: nr. 3
Vóru leingi væl við í kapp-
ingini um FM heitið, men
sandoyingar mistu luftina í
Gunnar Mohr — her saman við tveimum av grannunum úr
B36 — hevur saman við Kaj Leo Johannesen roynst HB væl
sambandi við Europa Cup
kappingina. Tað vísti seg, at
leikaratilfarið var ov lítið til
at kunna klára so nógvar
stórar uppgávur upp á so
Stutta tíð. Hóast eykaleikar-
arnir stóðu seg væl, so
megnaðu teir ikki í fullan
mun at fylla holini, tá stuð-
ulsleikararnir vóru skaddir
ella leikbannaðir.
Teir báðir 2-1 ósigrarnir
móti teimum báðum odda-
liðunum á heimavelli kost-
aðu stigini, sum gjørðu, at
B71 endaði á einum heiður-
ligum triðja plássi í staðin
fyri at stríðast um gullkrón-
urnar.
Piotr Krakowski hevur
verið venjari í ár, og hann
kemur aftur í Sandoynna
komandi ár. Liðir og bein
eru ikki, sum tey hava verið,
og tí verður Piotr ikki lcik-
andi venjari. Hann skal í
vetrarsteðginum finna ann-
an útlendksan leikara at seta
á midvøllin.
Eingin ivierum, at Valde-
mar Nowisci hevur verið
besti maður hjá B7I. Pól-
verski málverjin kemur aft-
ur komandi ár, og tá ætlar
hann at hava familjuna við,
verður sagt av Sandi.
KÍ: nr. 4
Kappingarárið var liðið
nakað, áðrenn teir funnu
uppstillingina, sum hevur
vist seg at vera tann stinn-
asta. Fyrsta partin av kapp-
ingarárinum vóru klaksvík-
ingar trilvandi, og tá taptu
leir stigini, sum í síðsta enda
bóru við sær, at teir ikki
vóru við í kappingini um
FM heitið
T.d. fingu teir fyrstu ty
umførini bara tvey stig í
dystum, sum við góða lcik-
aratilfarinum har norðuri í
huga áttu at givið fimm ella
seks stig.
Sigurin í steypakapping-
ini og harvið rætturin at taka
lut í Europa Cup fyri steypa-
vinnarar bjargaði kapping-
arárinum. KI liðið hevur
verið ov Óstútt, og tað er
bert í einstøkum dystum, at
teir hava vist, hvørji evni
eru í liðnum, td. í
steypafinaluni móti B71 og
í síðsta dystinum móti Gl.
Tíðindablaðið (37,
Magni Jarnskor og bróðurin Henning eru millum
frægastu Gl-ararnar í ár, og annar av teimum kann væl
hugsast at gerast >Ársins spælari 1994«
Stødugasti leikarin hjá KÍ
hevur verið Jan
Andreassen. Hann er
ålitismadur og lidskipari,
hann leikar ongantíð
vánaliga, og hann kann
brúkast á øllum plássum í
verjuni og á midvøllinum.
Sverri Jacobsen hevur
vant KÍ, og alt bendir á, at
hann aftur komandi ár skal
ferðast úr Havnini og um
Leirvíksfjørð fleiri ferðir
um vikuna.
B68: nr. 5
Tað var tíðliga á árinum
klárt, at toftamenn fóru ikki
at gera um seg millum tey
fremstu. Teir høvdu stórar
trupulleikar at gera mál, og
tað var ikki fyrr enn í
sjeynda leikumfari, at teir
vunnu fyrsta sigurin (3-0
móti KI á Svangaskardi).
Í summarsteðginum fóru
fleiri av stuðulsleikarunum
burturav, og serliga missur-
in av Øssuri Hansen var
dyggur. I summarstedgin-
um varð B68 roknad mill-
um møgulig nidurflytingar-
evni, men tað eydnaðist væl
at samanspæla nýtt lið, og
sum so ofta áður, so eydn-
aðist seinna hálva betur enn
hin fyrra gjørdi, tå sæð
verður burtur frá 0-7 tap-
inum móti Gl á Svanga-
skarði. TaONar í fyrsta dyst-
inum eftir summarsteðgin.
Einasti leikarin, sum hev-
ur skarad fram ur hjå B68
var Egin Høgnesen, sum
stóð frágera væl í málinum.
Hann var neyðloysn í mál-
inum, men hann gavst, tá
Olaf Magnussen og Kjartan
Nesá vóru tøkir aftur.
Skulu vit nevna nakran
annan, so verður tað 35 ára
gamli Aksel Højgaard, sum
eftireitt langt fótbóltslív var
mestsum givin, men kom á
liðið aftur, tá tað var trupult
at fáa mál. Aksel var líuð á
besta liðnum undan summ-
arsteðginum, men alíkavæl
gjørdist hann toppskjútti.
Petur Mohr hevur havt
ábyrgdina á Svangaskarði í
år, og tað hevur hann iva-
leyst eisini komandi ár.
NSÍ: nr. 6
Fótbóltsevnunum eru ikki