mikudagur 28. september 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994 Sida 13
nógv at ivast í. Tey eru til
ein endasess oman fyri
miðjuna og kanska millum
tey allarfremstu. Trupul-
leikin í Runavík er, at liðið
ikki er nóg stødugt, men tað
er ikki nakar nýggjur trup-
ulleiki teir dragast við.
Í ár hevur tað óstóðuga
givið seg til kennar í, at teir
hava vunnið 4-1 móti HB,
teir vóru oman á í Sarpi-
gerði, har teir alíkavæl taptu
2-1,og so taptu teir 2-1 móti
EB/Streymi.
NSI er felag vid nógvum
ungum evnaríkum leikar-
um, sum kunnu lyfta felagið
til heiðursmerkjapláss, um
tað verður borið rætt at.
Stríðið um at vera ársins
leikari í NSÍ stendur millum
Djóna N. Joensen, sum und-
an summarsteðginum var
millum teir bestu í land-
inum, men sum datt niður
ímillum eftir frítíðina og so
málverjan Trygva Morten-
sen, sum hevur verið hin
stødugasti leikar'n alt kapp-
ingarárið.
Petur Simonsen hevur
verið venjari í Runavík í
tvey ár, men tað ljóðar, at
hann fer ikki at halda fram
komandi ár. Røddir hava
verið frammi um at finna
venjara, sum kann geva
íblástur aðra staðni frá. Tað
vil siga ein venjara, sum
ikki hevur donsku útbúgv-
ingina — kanska ein ís-
lending, breta ella okkurt
annað — men runavíkingar
hava kortini eisini lýst eftir
venjara í Føroyum.
B36: nr. 7
Tað var ikki við mýkindum,
at árstalsfelagið úr høvuds-
staðnum legði fyri. Teir
vóru oddalið fimm tey
fyrstu umførini, og teir
taptu ikki fyrr enn í sætta
umfari. Tað var móti grann-
unum úr HB.
Tosið um FM heiti og
gomul minni frá 1962 vórðu
grivin fram, og so steðgaði
alt upp. B36 vann ongan av
teimum seks seinastu dyst-
unum undan summarsteðg-
inum, énøgd var við venj-
ingina, og so tóku Páll Guð-
laugsson og Annfinn Dani-
elsen yvir eftir pólverska
málverjan.
Í staðin fyri at arbeiða
fram móti heiðursmerkjum
varð avgjørt at seta yngri
kreftir við og at skava so
mikið av stígum saman, at
liðið eisini komandi ár eigur
pláss í bestu deildini. Ung-
lingaleikarar fingu stórri
ábyrgd lagda á seg, og tað
kláraðu teir eftir umstødun-
um væl.
Russiski leikarin, Edvard
Apalkov, hevur uttan iva
verið besti maður á liðnum,
sum í summarsteðginum
segði farvæl við Allan Mør-
køre.
Tað er óvist hver skal
venja B36 komandi kapp-
ingarár, men á ynskilist-
anum standa tveir fyrrver-
andi B36 venjarar: Jóhan
Nielsen og Petur Simonsen.
Teygvi Mortensen, NSÍ.
hevur verið tann frægasti
hjá runavíkingum í ár
TB: nr. 8
Tvøråmenn vórðu sendir í
gólvið beinan vegin, og teir
komu ongantíð rættiliga
fyri seg. Leikarahópurin
hevur verið tunnur, leikarar
eru farnir burturav, og venj-
ingarstødan hevur ikki ver-
ið nóg góð.
Hetta hevur borið við sær,
at TB hevur fingið nakrar
rættiligar = lúsingar. Á
heimavelli hava teir ongan-
tíð áður tapt so stórt, sum tá
KÍ vann 6-0, og í Gundadali
taptu teir 6-0 móti B36 og 7-
0 móti HB.
Á Tvøroyri duldu teir ikki
yvir, at tað gekk stak illa at
fáa fólk atmeta til venjingar
tíðliga á fótbóltsárnnum.
Um leikaratilfarið íkki
verður stórri tíðliga í kom-
andi kappingarári, so er
vandi fyri, at aldursforsetin
ikki verður í bestu deildini,
um hon í 1995 verður mink-
að til átta lið.
Besta maður hjá TB hev-
ur verið Magni Petersen á
midvøllinum í vinstru síðu.
Hann hevur skotið flest
mål, og hvønn tydning hann
hevur havt í verjuparunum,
sást best í dystinum móti
KÍ, tá hann noyddist út við
skaða og ikki kom við aftur
í ár.
Jazek Burckhardt hevur
verið leikandi venjari, men
tað er óvíst, hvussu verður
komandi ár.
ÍF: nr. 9
Fuglfirðingar riðu akkurát
stormin av í fjør. Tá endaðu
teir á 8. plássinum, eitt sug
framman fyri LÍF, ið flutti
niður. Pínan varð útsett, og í
ár flyta teir niður. Sum Páll
á Reynatúgvu segði eftir
dystin móti B71 leygardag-
in, so er tilfarið kanska betri
enn til 2. deild.
At teir ikki stóðu seg í
bestu deildini eru tað iva-
leyst fleiri frágreiðingar
uppá. Ein er, at teir mistu
Erling Joensen úr málinum
og Margar Hansen longri
frammi á vellinum nakað
eftir summarsteðgin. Ein
onnur er, at leikarah6purin
er ov tunnur, og tað verður
serliga viðbrekið, tá stuð-
ulsleikarar eru skaddir og
leikbannaðir.
IF hevði seks stig, tá seks
umfør vóru lcikt, men so
fingu teir bara eitt stig móti
B36 og B71 í Fuglafirði.
Teir fingu einki stig á úti-
velli. Skriviborðstapið móti
EB/Streymi tóktist vera
herkin biti hjá leikarunum,
sum høvdu givið skarvin
yvir scinasu umførini.
Besti leikari hevur verid
Erling Joensen. Hann var
sannur brandur í málinum
undan summarsteðginum.
Mcinhardt Dalbúð hevur
vant sítt gamla felag í tvey
ár. Hvor stendur við endan í
2. deild er ikki avgjørt. IF
hevur lýst eftir venjara.
EB/Streymur: nr. 10
Felagslidid millum Sunda-
lagið og Eiði er komið aftur,
har tað var, tá teir kastaðu
saman. Uppflytingin kom
brádliga á síðsta leikumfar-
ið í fjør, og hetta kappingar-
árið hevur víst, at teir vóru
ikki klárir til fremstu rød.
EB/Suweymur fekk einki stig
á útivelli, meðan teir vunnu
2-1 á heimavelli móti NSÍ
og javnleikurin 3-3 móti ÍF
varð broyttur til skrivi-
bordssigur 0-0.
Spurningurin er, hvussu
samansctta liðið hevði stað-
ið seg, um teir ikki høvdu
verið fyri so stórum fólka-
missi. Teir høvdu ivalcyst
staðið seg betur, men teir
høvdu neyvan megnað at
skava so mikið saman, at
plássið varð varðveitt.
Páll Guðlaugsson var
venjari frá ti, at teir heilt tíð-
liga fóru undir at venja og til
summarsteðgin. Tá tók Ber-
gur Magnussen ábyrgdina á
seg.
Eingin leikari hevur í ser-
ligan mun skarað fram um
hinar. Tveir teirra, sum hava
verið við hverja ferð, og
sum hava verið millum teir
stúltastu, eru miðverjin
Knút Vesturtún og miðvall-
arin og vongverjin Finn-
bjørn Zachariassen.
Tad cr ikki avgjørt, hvør
skal hava ábyrgdina av liðn-
um komandi ár, men tað er
avgjørt, attad aftur komandi
ár verður eitt samansctt lið.
Magnus á Stongunum á Eiði
og Bergur Magnussen í
Sundalagnum eru millum
teirra, sum borga fyri, at tað
verður hildið fram við sam-
ansctta liðnum.
-nn-
Borðtennissamband
Foroya vil hava fleiri
at spæla borðtennis
BTSF bjóðar nú verandi feløgum og bygdum annars, ið
kundu hugsað sær at stovnað bordtennisfeløg, stuðul og
ráðgeving til tess at koma í gongd
BTSF, Borðtennissamband
Føroya, hevur í fleir ár havt
í hyggju at bjóða feløgum,
sum longu eru virkin í ym-
iskum ítróttargreinum, eina
hjálpandi hond, um tey
kundu hugsað sær at víðkað
virksemi sítt til eisini at
fevna um borðtennis.
Men hetta tilboð BTSF's
er ikki bert ætlað feløgum,
sum longu eru í gongd. Tað
er eisini ætlað teimum, ið
kanska hava áhuga fyri at
seta eitt sjålvstødugt borð-
tennisfelag á stovn.
Um áhugi er úti um land-
ið, kundi BTSF hugsað sær
at sent nakrar leikarar sam-
an við umboðum fyri BTSF
út at lagt lag á og møguliga
skipað fyri venjingar- og
kappingartiltøkum.
Borðtennis er vetrarítrót,
men seinastu sumrini hevur
BTSF verið í Danmark við
ungdómsleikarum á venj-
ingarlegu. Soleiðis var eis-
ini í summar.
Fyrsta tilktak í heyst
verður ein venjingarlega
fyri leikarar — bæði gentur
og dreingir — í øllum aldurs-
bólkum, og her kundu so tey
feløg, sum møguliga ætla
sær at venja borðtennis,
sent nøkur umboð til tess at
kunna seg meiri um, hvussu
til ber at leggja venjingarnar
til rættis.
BTSF er vitandi um, at
nógv borðtennisborð standa
í ymsum bygdahúsum,
skúlum og ítróttarhallum
kring landið, ið saktans
kundu verið nýtt til venjing-
ar.
Neyðugt er ikki við teim-
um heilt stóru fasilitetunum
fyri at íðka borðtennis, og
eru borðtennisborðini ul
taks á staðnum, er iløgan
lítil; tá skalt tú bara hava
batt og bóltar aftrat.
Fólkatalið í bygdini nýtist
heldur ikki at vera so stórt
fyri at hava eitt hampiligt
borðtennisfelag, tí tað skulu
bert trý fólk til fyri at manna
eitt lið, sum kann taka lut í
FM-kappingunum, ið BTSF
skipar fyri um vetrarnar.
Tað ber til at spæla borð-
tennis í øllum bygdum, har
t.d. ein skúlastova er.
Flestu felag venja í fim-
leikarhallum ella í øðrum
rúmligum hølum, har 3-5
borð kunnu standa uppi f
senn.
Eitt dómi um, at støddin á
bygdini ikki hevur so stóran
tydning, er felagið OylF úr
Oyndarfirði. Har byrjaðu
tey at venja borðtennis fyrr
fáum árum síðani, og í dag
hevur bygdin eina vælskip-
aða borðtennisdeild, ið
vann sítt fyrsta FM-heiti
síðsta vetur. Eitt annað
dómi er NIF, Nólsoyar ltr-
óttarfelag, ið seinastu árini
hevur verið eitt virki felag.
Fáa ráðgeving
og stuðul
Um ítrótarfelag — verandi
ella undir stovnan — hava
hug at íðka borðtennis, men
ikki vita, hvussu tey skulu
koma í gongd, eru tey væl-
komin at venda sær til
BTSF, sum vil ráðgeva og
stuðla teimum í hesum.
Vitkundu hugsað okkum,
at felag ella fólk við áhuga
fyri borðtennis, settu seg í
samband við okkum, so vit
saman kunnu finna útav,
hvussu grundarlag kann
leggjast fyri veruligum
borðtennisvenjingum á
fleiri støðum úti um landið.
Ætlanin er at vitja út á
bygdirnar nú í heyst, og
kunnu feløg og einstakling-
ar, sum hava áhuga fyri
borðtennis, seta seg í sam-
band við BTSF, ið hevur
hesa adressu: Borðtennis-
samband Feroya, Gunda-
dalur, FR-100 Tórshavn,
tif. 12606.