mikudagur 28. september 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994
Bjarki Højgaard, føroyskur útise
og danskan politikk og um stóðuna í Føroyum.
hann at
kundu setast í verk í Fóroyum.
tiltakið varð tí av ongum.
orð nústaðni koma í blaðið. Tey skuldu havt ver
Tíðindablaðið CL
ti í Danmark, hugleiðir her um fóroyskan
Saman vid ødrum ætlaði
sameina góðar kreftir í Danmark til at koma við hugskotum, sum
Men bert fá møttu til stovnandi fundin, og
Vit biðja rithóvundan um umbering fyri, at hesi
ið í blaðnum fyri fólka-
tingsvalið. Men kortini lata vit orðið til Bjarka Højgaard
Eg siti, meira liggi, í einum
lítlum báti út fyri Rungsted
á Oyrasundi og pilki okkurt
til matna. Fiskaslagið er eitt
sindur ókent: hornfiskur.
Men kanska fær man nakrar
sildir ella onkran tosk. Tað
eru fiskasløg, sum man
kennir betur til. Veðrið er
gott, men ikki so heitt sum
tað hevur verið alt summar.
Í einum snóri hanga tveir
»grønir« niður í sjógvin.
Minnast tit sangin? Á
beinkinum havi eg nakrar
føroyskar ávísir at pakka
fiskin inn í. Dimmu til horn-
fiskin (sera langur fiskur)
og Sosialin til restina.
Hinumegin sundið liggur
Svøriki. Har hevur júst ver-
ið val. Javnaðarflokkurin
fekk eitt rimmarval. Men
hann arvaði eisini eina ov-
urhondsstóra uttanlands-
skuld. Gott og væl 1000
milliardir krónur, so har fær
fólkið skjótt koyrilin at
merkja. Kanska fara teir at
søkja sær ráð í Føroyum,
hvussu man handfer eina
kreppu. Hvør veit?
Seinni í ár verður val í
Svøriki til EU. Finland og
Noreg skulu eisini taka
stødu til hetta í år. Spenn-
andi verður at síggja hvør ið
kemur inn í >paradís< og
hvør ið verður uttanfyri.
Hetta fer undir øllum um-
stóðum at hava sína ávirkan
á støduna í Føroyum og Ís-
landi til spurningin.
Hesu megin sundið verð-
ur val í morgin. Gott nokk
bert til Fólkatingið. Nyrup
verður allarhelst afturvald-
ur sum forsætismálaráð-
harri. Tá fær hann meira frið
og kanska verður hann ikki
so avgjørdur yvirfyri okk-
um føroyingum. Hansara
hvassi »fasongur« yvirfyri
Føroyum var jú bara val-
gass. Hann tordi ikki annað,
tá ið hann alla tíðina hevði
tann ringa andan av Kirsten
Jacobsen í nakkanum. Hann
skuldi jú sikkra sær aftur-
val. Nú verður tónin ein
heilt annar, og alfaðirligur.
Tað skal nokk alt samalt
ganga, fáa tit at síggja.
So nú beit á, so nú má eg
líka draga. Nei, tað var bert
ein sild, so nú reyk opnan á
Sosialinum. Aðrenn eg
pakki sildina inn, síggi eg,
at nýtt landsstýri er skipað.
Sjey keðiligir menn og
eingin kvinna. Yvir tveir
mánaðir tók tað at skipa
hetta keðiliga landsstýrið.
Eg veddaði annars við ein
vin, at danska stjórnin varð
skipað áðrenn tann før-
oyska kom í land. Men nú
má eg so geva ein umgang.
Tramans. Eg helt annars at
Tordur Niclasen, Óli Ja-
cobsen og aðrir balladu-
makarar fóru at halda meira
á, men gakk.
Erlendur Patursson sáli
og seinni eisini Olavur
Michelsen, sáli, lærdu meg
eina meginreglu í tjóðveld-
isflokkinum og tað var: tosa
bert um politikk, ikki um
persónar. Men nú tå ið eing-
in politikkur hómast, so eru
bert persónarnir eftir. Og so
má eg ístaðin nevna teir.
Valið í Føroyum tann 7.
juli var fyri tey flestu eitt
merkisval. Javnaðarflokk-
urin, sum ikki tordi at skilja
seg av við Atla, fall við
honum. Flokkurin varð
hálveraður. Kanska lærir
flokkurin nakað av hesum.
Gamli, retoriski banditturin
Pauli Ellefsen, sum á sinni
setti gongd á skuldsetingina
av oyggjunum, varð tíbetur
ikki afturvaldur. So býttir
kunnu sjálvt sambands-
menn ikki vera. Eg sá at
sambandsflokkurin eisini
hevði stillað upp Helga
Fossadal. Hvussu kann man
stilla ein mann upp til at
stjórna landinum, sum við
so nógvum serfrødingum
hevur koyrt sín egna banka
á heysin? Tíbetur var hann
heldur íkki valdur. Tvær
stjórnur til sambandsflokk-
in. Jógvan Sundstein snýkti
seg burtur úr valstríðnum
sum ein feikur hundur.
Hann og Atli koma eisini at
fáa sitt pláss í nýggjari før-
oyskari søguskriving, um
tad er nakar, sum torir at fara
undir eitt slíkt verk.
So nú beit mínsann aftur
á. Hesaferð var tað ein horn-
fiskur, so nú stendur Dimma
fyri tømi. Áðrenn eg pakki
fiskin inn, síggi eg at Heðin
Mortensen er fornermaður
yvir, at hann ikki bleiv bý-
ráðsformaður ístaðin fyri
Lisbeth Petersen. Gevið nú
honum handan formans-
sessin, tá ið hann nú so
leingi (22 ár) hevur bíðað
eftir honum. Hann vil eisini
fegin verða løgmaður og
fólkatingslimur, so hetta
kemur heilt at forstýra hans-
ara ætlanir. Fý skammið
tykkum.
Her niðri gongur felags-
lívið upp á tað besta. Ikki er
torført at fylla skálar við
fólki til alskyns tiltøk. Vit
verða jú alt fleiri. Og ímeð-
an blødir tað føroyska sam-
felagið. Sjålvur liggi eg her
úti á Oyrasundi og pilki
hornfisk. Hvat geri eg? Ja,
vit royndu at seta nøkur til-
tók í verk her niðri í vár, sum
skuldu sameina allar góðar
kreftir her niðri til at koma
við hugskotum, sum kundu
setast í verk uppi í Føroyum.
Sjálvur var eg ein av stig-
takarunum. Men til stovn-
andi fundin komu bert fimm
fólk, so tiltakið datt niður-
fyri. Ikki veit eg hvat or-
søkin til hesa vånaligu lut-
tóku var. Kanska var tað ti,
at tað var >karneval< í bý-
num. Eitt karneval og ann-
að. Ella kanska var tað ti, at
ongin orkaði at fara undir
hetta. So hinir gomlu har
heima, tit standa einsamall-
Sosíalurin — fimm ferðir um vikuna!
aftur, nú fer at lota. Vit
hoyrast, hinir gomlu!
ir, so strammið reyvabøllar-
nar saman og roynið tykkara
besta. Higani av flatlondum
er einki gott at vænta.
Nei, nú má eg sigla inn
Bjarki Højgaard
—T—T—TT—
” Vit gera gamla |
| gólvið sum nýtt.
Gólvtænastan
Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875
Tórshavn Fax. 18809
Ókeypís tilboð og vegleiðing verða
givin.
AA fundir í Havn
Mánadag: Uppistova, kl. 20.00
Týsdag: Háskúlin, kl. 20.00
Mikudag: Vaskarlid í Tórsgetu 5, kl. 20.00
(sporafundur)
Friggjadag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 20.00
Uppistova, kl. 22.30
Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30
Sunnudag: Uppistova, kl. 11.00 og kl. 17.00
(opin fundur)
Al-Anon fundir í Havn
Tysdag: > Vaskarlid i Torsgøtu 5, kl. 21.00
Hósdag: Vaskaríið I Tórsgetu 5, kl. 21.00