mikudagur 28. september 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Karolina Petersen 70 ár
Í 1960 vitjaði danski sosialmálaráðharrin ALV-stovnin vid Áir. Her tekur Karolina ímóti
Julius Bomholt, táverandi sosialmálaráðharra. Undir liðini á honum síggja vit N. Elkær-
Hansen, ríkisumboðsmann og Niels Winther Poulsen, landstýrismaður stígur í land av
»Thorshavn«
27. september var Karolina
Petersen 70 ár. Hóast tey
ikki vóru heima henda dag,
eigur dagurin ikki at fara
framvið, sum um einki var
at tala um, ti fáur hevur ver-
ið so ágrýtin og hugaður í
verki sínum, sum Karolina
Petersen, prestafrúan í
Hvalvík, seinni á Gjaranesi
og nú Havnarkonan, nú tey
bæði, Petur hava fingið sær
bústaðin á Fugloyarvegi í
Havn.
Karolinaer ættað av Toft-
um, foreldur hennara vóru
Sanna á Torkilsheyggi og
kendi skiparin Andrias í
Túni. Karolina gekk í real-
skúla í Havn. Hon hevur
alla sína tíð verið sera ågryt-
in og hugað, serliga at skapa
umstødur og arbeiði til
teirra, sum av eini ella aðr-
ari grund vóru tarnaði.
Rættiliga komu ætlanir
hennara fram, tá hon sum
prestakona í Hvalvík tók
upp á seg at geva brekaðum
møguleikar at gera burturúr
og evnað til, hetta var í
fyrstu tíðini í sjálvum
prestagarðinum. Seinni, tá
hon undir heitinum ALV
setti á stovn revaliderings-
depilin ALV ágomlu hvala-
stødini vid Air og nú fekk
møguleikar at upplæra
kvinnu sum mann, skerd á
einhvgnn hátt, at kunna
búgva seg til at taka lut í
vanligum gerandislívi og
arbeiði.
Her komu hennara hug-
skot og ætlanir rættiliga til
sjóndar, hóast hon ikki —
minni enn so — altid fekk tað
viðhald, ein kundi vænta.
Men framá gekk. Ahaldin
var hon — og treiskaðist so
mikið, at hon vann á aftur-
haldinum.
Bæði hetta at geva tómum
hondum nakað at triva í til
aftur at fáa tað innihald,
sum okkara gerandislívi er
ætlað, men eisini at veita
lærdóm, geva grundút-
búgving til at taka upp ar-
beiði av bókligum slag,
fekk Karolina ikki bert í lag,
men hon evnaði eisini at
leggja so holla grund undir
hetta arbeiði, at vit í dag
eiga ein virðismiklan depil
norðuri við Air, undir heiti-
num ALV-skúlin — og sæti
fyri ALV-stovninum, sum
liggur í Lucas Debesargøtu
í Havn.
Karolina hevur eisini ver-
ið hin ofta neyðugi íbirtarin.
Stovnaði Vistarheimid i
Havn fyrst i sekstiårunum,
tå sjúkhúsið úti vid Sandá-
gerðstanga var undir út-
bygging. Sjúklingarnir
vóru tá sendir norður til Air
at vera hesa útbyggingartíð,
men tá teir ongantíð vóru
tiknir inn aftur á sjúkhúsið,
stovnaði Karolina Vistar-
heimið, sum fyrstu tíðina
hevði tilhald í leigaðum
húsum í Havn. Tað er Vist-
arheimið, sum liggur í Tór-
finsgøtwFugloyarvegi. Í
70-årunum varð vistar-
heimið við Toftavatn stovn-
að.
Eisini var Karolina stig-
takarin og ibirtarin av vist-
arheiminum Hotel Tors-
havn i Gothersgade i Keyp-
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frå kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bid um 16929 ella 10714.
mannahavn. Hugskotid var
at veita føroyingum, sum
komu í sjúkugrindum til
Danmarkar, eitt pláss, ið
betri kundi veita teimum
skjól undir heimligum um-
stóðum og teir kundu kenna
seg í góðum hondum í tíð-
ini, teir máttu vera heiman-
frá í sjúkugrindum.
Tað var eisini eitt satt
bragd at fáa arbeiði, sum fri-
merkini góvu av sær, serliga
at koma brekaðum tilgóða.
Stigtakarauppgávan hev-
ur mangan verið tann, at
Karolina hevur staðið fyri. Í
hesum viðfangi skal henn-
ara lutur sum aktivur polit-
ikari ikki verða burturtagd-
ur. Hóast stutt var skeiðið í
landsstýrinum, so vóru tað
týðandi mál, sum hon fekk
borið niðan í tingið og sam-
tykt.
Burtur úr rúgvuni nevna
vit lógina um skattaskáa kr.
50.000 fyri hvønn pensjo-
nist, at kunna vinna sær um-
framt pensjónina. At henda
lóg seinni er sett úr gildi av
ringu tíðunum, er bert spell.
Lógin um vardar íbúðir hev-
ur gjørt stórt gagn.
Nú Karolina fer um tey 70
gevur hon tó ikki upp, hóast
eisini hon væl kennir til at
vera sjúk og vera brekað.
Hon situr í stýrinum fyri
Landssjúkrahúsið og Før-
oya Blindastovni og enn
hevur hon fyristøduna av
ALV-stovninum og Vistar-
heiminum.
Hóast vit sjálvandi ynskja
henni eitt gott og friðsælt
otium, so vita vit av roynd-
um, at best hóar Karolinu, tá
virkisfýsnj og virkni er ein
partur Asi sdegnur.
Tillukku við árunum.
j
5. bókin um Ulv Lítla
Hann fór at klippa sær
Men hann fór altíð at vera
Úlvur Lítli.
Soleiðis hugsar lítli
indiánadrongurin, = Úlvur
Lítli, nú hann er farin at
ganga í skúla hjá teimum
hvítu. At klippa sær, ikki at
vera síðhærdur longur, er
mest ásýniliga prógvið um,
at indiánarnir hava givið seg
undir vald hvíta mansins.
Spurningurin er so bara,
um indiánarnir hereftir veru-
liga eru førir fyri at varðveita
síni serligu eyðkenni og
varðveita leivdirnar av síni
mentan og áskoðan.
Hesin spurningur verður
reistur, men stendur ósvar-
aður í teimum fimm barna-
bókunum um Úlv Lítla, sum
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út.
Ikki er ov nógv sagt, at
hesar indiånabøkurnar um
Úlv Lítla stinga burtur úr í
rúgvuni av barnabókum, og
tað er ikki uttan grund, at tær
hava fingið tey allarbestu
ummæli í Norðurlondum.
Í teimum fimm bókunum
um Úlv Lítla, sum ongin er
eir enn 100 síður til støddar,
kanst tú lesa ein samandrátt
av høvudstættum í allari søg -
uni hjá indiánunum, eftir at
teir komu í samband við
hvíta mannin í 1500-talin-
um. Indiånar høvdu tá í fleiri
ártúsund livað á ameri-
kanska meginlandinum. Teir
høvdu sína egnu ríku mentan
og egnan livihátt. Teir livdu í
samljóði við náttúruna, og
hetta setti sín dám á øll við-
urskifti teirra. Men ikki stórt
meira enn 300 ár eftir at hvíti
maðurin hevði sett fótin á
land í Amerika, var henda
mentan týnd.
Úlvur Lítli og lagnan
hjá indiånunum
Svenski rithøvundurin Stig
Ericson hevur valt at lysa
lagnuna hjá indiánunum við
søguni um indiånadrongin
Ulv Litla. f teimum fimm
bókunum sigur hann frå,
hvussu Úlvur Lítli varð
funnin í einum knýti úti í
kavanum, hvussu hann fær
navn, og hvussu hann verð-
ur uppaldur til rættan veiði-
mann.
Men so við eitt er lívs-
grundarlagið hjá indiánun-
um burtur. Teir hvítu eru
farnir undir ránsveiði eftir
búfflunum, sum fækkast í
stórum. Búfflarnir eru tað
grundarlag, sum lív og ment-
an hjá indiánunum er bygt á.
Indiánarnir noyðast nú at
taka til takka við at verða
sendir i Fridingarøki. Teir
eru taparar í stríðnum ímóti
teirri framtakshugaðu vest-
urlendsku mentanini, sum
teir hvítu tilflytararnir um-
boða.
Í bókunum verður eisini
greidliga lýst, hvussu mein-
ingsleyst tað var hjá indián-
unum at gera uppreistur í-
móti tí, sum teir kortini ikki
kundu broyta.
Í Fridingarøkinum liva
indiånarnir eina ófrælsa til-
veru, har er onki at taka sær
til og nógvir hava mist
sjálvsvirðingina. Samfelag-
ið er í upploysing, og nógvir
indiánar drekka nú andav atn,
sum rúsdrekka verður rópt.
Í fimtu bókini um Úlv
Lítla, Ulvur Litli og Talandi
Tekn, sum júst er útkomin,
síggja vit, hvussu Úlvur Lítli
og vinmaður hansara Reva-
oyra nokta at lata seg týna.
Teir viðurkenna, at gudurin
hjá teimum hvítu hevur víst
sín mátt, og at indiånamir
heilt greitt eru við undirlut-
an. Úlvur Lítli og Revaoyra
velja tí at fara í hvítan skúla
hjá Svartkappa. Í skúlanum
fáa teir nýggj vesturlendsk
nøvn, og her læra teir talandi
tekini, bókstavirnar, hjá
teimum hvítu. Teir síggja
Blindastovnur Foroya
hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.
Minnist
ti
haldaragjaldið
eisini týðuliga munin á
mentanini hjá teimum hvítu
og gomlu mentanini hjá
indiånunum. Teir hvítu hava
vald, og teirra mentan hevur
framburð við sær, men hon
hevur eisini sínar veikleikar.
Og hetta verður lesarin eisini
greiðir yvir, tá ið hann lesur
hesar sjáldsama góðu barna-
bøkurnar.
Tær fyrstu fýra bøkurnar í
bókaraðnum um Úlv Lítla
eru: Úlvur Lúlli fær navn,
Ulvur Lítli og bláfrakkar-
nir, Úlvur Lítli og skuggin
og Úlvur Lítli og Hin Einsa-
malli.
Steen Blicher Christian-
sen hevur tytt bøkurnar um
Ulv Litla, eisini fimtu og
seinastu bókina i raðnum,
Úlvur Lítli og Talandi Tekn.
Henda bókin er 95 síður, og
einsog hinar er hon prýdd við
myndum eftir kenda svenska
teknaran Tord Nygren. Vert
er at nevna, at bæði Stig Eric-
son og Tord Nygren i sam-
bandi við hesa bókaútgávu
vóruá drúgvum kanningar-
ferðum í USA, har teir vitj-
aðu fridingarøki og kannaðu
indianska mentan, søgu og
livihátt.
Úlvur Lítli og Talandi
Tekn er prentað á Einars
Offset. Hon er komin í
bókabúðirnar og kostar 130
kr.
STIG ERICSON
ÚLVUR LÍTLI
og Talandi Tekn