mikudagur 28. september 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (>.
Síða 16 Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994
T — 1
Nýggj ungdómsbók em |
: 2. á BARNABLAÐIÐ |
Bjargaður ur gálganum || >= = |
|
|
NN ' |
1
i | Jr
25. Brigada Nordica
Å 25. sinni taka Nordur-
lond seg saman og
senda fólk til Kuba at
luttaka í solidaritetsar-
beiði. Eins og tvær tær
seinastu ferðirnar verða
Bretland, Irland, Hå-
land og Belgia eisini
vid.
Komandi brigadan
byrjar 18. desember í ár
og endar 7. jan. 1995.
Kundi tú hugsað tær at
sloppið undan øllum
jólagrskapinum og í
staðin hildið jól í Ha-
vanna? So er møguleiki
til tess nú.
Farið verður úr Før-
oyum um 15. des., og
væntandi eru brigadist-
arnir aftur í Føroyum
umleið 10. januar.
Sjálvandi er ikki bara
talan um arbeiði.
Brigadistarnir eru heið-
ursgestir hjá kubansku
kollveltingarstjórnini
og fáa sostatt stórar
møguleikar at vitja eitt
nú stórbýin Havanna,
vitja verksmiðjur,
stovnar, sjúkrahús, ja, at
kalla alt, tú hevur hug
til. Og so er íkki at
gloyma tær pálma-
prýddu tropisku strend-
umar, har tú kanst
leggja teg at brúnkast
ella svimja og kava
millum korallir og trop- — skrivi. |
iskar fiskar. Ætlandi
verður eisini farið til
vakra frítíðarstaðið El
Abra. Tað er nakað væl
eystan fyri Havanna,
tætt við Matanzas lands-
partin.
1. januar er Kollvelt-
ingardagur, og tå verdur
óivað høvi at síggja og
hoyra sjálvan Fidel
Castro halda réðu á
Plaza de la Revolución í
Havanna.
Roknast kann við, at
ferðin kostar uml. 9—
10.000 kr. við spanska
flogfelagnum — Iberia.
Flogið verður soleiðis:
Vágar-Keypmanna-
havn-Madrid-Havanna
og sama veg heimaftur.
Afturathesum kemur so
eitt gjald upp á 250,-
U.S. dollarar fyri uppi-
hald, mat, útferðir o.m.
a. Men so slepst undan
øllum keypsørskapin-
um um jól og nýggjár.
Umráðandi er at tekna
seg til ferðina skjótast
gjørligt hjá Felagnum
Føroyar-Kuba, Post-
smogu 2055, 165 Argj-
um, ellaringja til 1.2098
ella 1.8162 i seinasta
lagi 31. okt., men sum
sagt, helst skjótast gjør-
ligt, sigur Felagið Før-
oyar-Kuba i tidinda-
Í vár gav Bókadeild Før-
oya Lærarafelags út ung-
dómsbókina Sólsteinur
eftir svenska rithevundin
Maj Bylock. Henda
spennandi bókin, Sól-
steinur, er tann fyrsta av
trimum um hin 14 ára
gamla Dann, sum reikar
um millum bygda á Got-
landi. Dann hevur onga-
staðnis at vera, foreldur
hansara eru deyð, og hann
leitar eftir bróður sínum,
Jákupi, sum er úti og siglir.
Hetta er í seglskipatíðini.
Jákup er tann einasti av
næstringunum hjá Dann,
og tað einasta hann veit
um bróðurin er, at Jákup
gongur við pettinum av
einum hálvum sólsteini
um hálsin.
Í hesi fyrstu bókini er
Dann úti fyri nógvum
skakandi hendingum, men
hann fær at enda innivist
og arbeiði á einum bónda-
garði. Har verður hann
varugur við mangt undar-
ligt. Skip full av dýrum
farmi fara í heilum á land,
og menn, sum bjarga sær í
land av skipunum, verða
seinni funnir deyðir niðri í
fjøruni.
Dann er ikki í iva um, at
hin mæti strandfútin hevur
okkurt at gera við hesar
løgnu hendingar. Hann er
ræðslusligin av øllum,
hann sær og hoyrir, men
hann vísir dirvi og vinnur á
egnari ræðslu, og hann
torir at seta seg upp ímóti
yvirvøldini, tå ið tað
krevst. Dann finnur at
enda bróðurin, men hann
hevði ikki droymt um, at
Jákup, sum hann hevur so
stórar tankar um, fór at
vera so illa fyri, tá ið hann
fann hann.
Hann, sum einaferð er
dømdur av menniskj-
um, verður ongantíð
rættiliga fríur aftur
Mánaringur, sum júst er
útkomin, er 2. bind í hesi
spennandi bókargðini.
Dann fjalir bróðurin,
Jákup, sum skal heingjast,
tí at hann er lagdur undir at
hava dripið ein sjómann,
sum kom sær í land av
skipi, ið fór á land. Men
bæði Dann og Jákup vita,
at strandfútin er tann sei.
Tað eru hann og hansara
fylgisneytar, sum hava
lokkað farmaskipini inn
ímóti landi, so at tey renna
á land. Síðani ræna teir
farmin og selja hann. Nú
Jákup er rýmdur, er strand-
fútin sansaleysur, tí hann
veit, at Jákup kann vitna
ímóti sær, og so er gálgin
vísur. Jákup hevur longu
sitið fangi, og Dann roynir
nú at hjálpa bróðrinum við
mati og innivist, so at hann
skal koma fyri seg aftur.
Teir ætla sær at flýggja til
onkran bý, har ongin kenn-
ir teir. Men strandfútin er
ikki so lættur at basa. Hann
eggjar monnum sínum at
leita eftir Jákupi, og so íðin
er hann at leita, at hann á
hesti sínum eltir Dann og
Jákup upp á ein glerstoytt-
an klett. Hesturin glíður og
strandfútin liggur undir
illa meinsladur.
Hetta broytir heilt søgu-
gongdina, og Dann og Ják-
up kunnu umsíðir ríða av-
stað sum fríir menn. Men
gleðin er stokkut, tí sum
Jákup sigur: hann, sum
einaferð er dømdur av
menniskjum, verður ong-
antíð rættiliga fríur aftur.
Jákup ætlar sær til skips
aftur og á hesum komandi
túrinum ætlar hann at hava
Dann við sær.
Mánaringur er 2. bind í
hesi spennandi bókargðini
um Dann og bróðir hansara
Jákup. Asvør Djurhuus
hevur tytt. Tridja og sein-
asta bókin, Stjørnuhav,
kemur út í november.
Mánaringur, sum er 109
síður, er komin í bókabúð-
irnar. Hon er prentað á Pf.
Einars Prent og kostar 128
kr.
TO É | ||f|——
Berg
tel. 1-9194
Njåll og Georg
— veitslutónleikur til
tann ljósa morgun!
LL.
Nytt og meira
,
3
fjølbroytt barnablad
Fyrsta Barnablaðið i
nýggja skúlaárinum er
nú komið. Hetta er nú
ikki óvæntað, tí síðan
1959 er Barnablaðið
komið regluliga á hvørj-
um ári. Men um sam-
mett verður við blødini,
ið komu fyri summar-
feriuna, so eru ávísar
broytingar: Blaðið hev-
ur fingið ødrvisi skap,
tað er vorðið breiðari og
eitt sindur hægri, so nú
skuldi ligið fyri at gjørt
sniðið meira spennandi.
Serliga teknisøgurnar
koma meira til sín rætt.
Annars fara tríggjar
teknisøgur at vera í
blaðnum: Eva og Adam
halda fram, men tvær
vera nýggjar: Regin í
Toftum, sum Sofus
Poulsen teknar, og so
kemur heimsins kend-
asti dunnusteggi, sjálv-
ur Donald Duck (enn er
ikki gjørt av, hvussu
hann fer at eita á før-
oyskum). Hann fer á
fyrsta sinni at royna seg
á føroyskum í Barna-
blaðnum!
Fimm fólk eru nú í
blaðstjórnini: Niels
Jákup Thomsen, blað-
stjóri, Regin Debess,
Djóni Dalsgarð, Dorthe
Gyldenkærne og Beinta
Johannesen.
Í hvørjum blaði er
ætlanin at hava onkra
grein um føroysk vidur-
skifti. Í fyrsta blaðnum
verður skrivað um Børn
á stevnu. Vónandi fara
hesar greinir, tá ið tær
eru lisnar, at vera um-
røddar i skúlunum, Ld.
ber til at kjakast um, um
hugsad verdur um børn-
ini, tá ið stevnuskråir
verða lagdar — ella er tað
kanska so galid, at bara
verdur hugsad um at
vinda pening burtur úr
bórnum? Nógv er at
kjakast um, og at eggja
børnunum til at skriva til
Barnablaðið og siga
sína hugsan, kasta vit lut
millum øll, ið fáa eitt
bræv í blaðið. Vinning-
urin er ein sera fitt
standmynd av drongi f
knæbuksum, morreyð-
ari troyggju, føroyskari
húgvu og gummiskóm.
Tove Askam hevur evn-
að standmyndirnar til.
Annað tilfar verður
sum vant søgur, tíðindi,
andakt, yrkingar,
skemtisøgur og ymsar
kappingar, t.d. kross-
orðagátur o.a. Eisini her
ber til at senda loysnir-
nar inn og verða uppi í
lutakasti um ymiskar
vinningar.
Sum vant seta børn
seg fyri blaðið í skúlun-
um. Fyrsta blaðið verð-
ur latið øllum skúla-
børnum i 1.-7. flokki 6-
keypis, so tey fáa høvi at
kunna seg våd tað. Sam-
an við hesum blaðnum
er eisini haldaraseðil.
Ætla tey so at gerast
haldarar, er haldara-
gjaldið eins og áður kr.
100 fyri alt skúlaárið, tá
kostar hvort blaðið ein-
ans kr. 12,50. Eisini er
Bókaklubbatíðini fyri
seinna hálvár 1994 lagt
hjá, so til ber at kunna
seg um komandi barna-
og ungdémsbøkur og
Barnabókaklubban.
Barnablaðið verður
seti, prentað á umhvørv-
isvinarligt endurnýtslu-
pappír og umbrotið á
Einars Offsett. Repro-
Sett hevur gjørt litfilm-
irnar og Bókavirkið á
Argjum falsar og heftir
blaðið.