mikudagur 28. september 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————————————————————————————————iiiJi#—Tz-ieeueiciicidadl:22øcød27a
Tíðindablaðið Í sostalurin ] Nr. 184 — 28. SEPTEMBER 1994 Síða 17
Nú verður alt drekkivatn
í Tórshavn UV-sóttreinsað
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at automatisera og nútímansgera
viðgerðina av drekkivatninum, sum kemur úr brunninum í Havnardali, og
er hetta arbeiðið nú liðugt
4 ára hald í
Kvinnuhúsinum
Nú eru fýra ár liðin, síð-
an Kvinnuhúsið varð
sett á stovn. Hetta fara
vit at halda við at hava
opið hús leygardagin 1.
okt. millu kl. 14 og 17 í
hólum okkara í KFUM,
oman Pisuvarða 2 í
Tórshavn. Tá verður
høvi hjá áhugaðum at
støkka inn á gólvið at
síggja húsið.
1993 gistu 13 konur
og 16 børn í húsinum.
Higartil í ár hava 8 kon-
ur og 3 børn gist her.
Hagtølini siga eisini, at
meðan áheitanirnar til
sjálvbodnu vaktirnar
minka, eru fleiri áheit-
anir úl starvsfólkið í
skrivstovutíðini.
Ein annar partur av
Kvinnuhúsarbeiðinu!
er sjálvhjálparbólkar.
Ein bólkur virkaði í vár.
Ætlanin er at byrja aftur
við sjálvhjálparbólkum
aftan á jól. Um áhugi er
fyri at byrja ein sjálv-
hjálparbólk, ber altíð til
at seta seg í samband
við Kvinnuhúsið.
Ráðgeving er fram-
vegis hvørt h6skvøld frå
kl. 19 til 21. Her færst
persónlig ráðgeving,
antin við at ringja ella
við at koma í húsið.
Ráðgevingin er ókeyp-
is, og fyri allar kvinnur,
sum hava hug at tosa við
sosialrådgeva, løgfrød-
ing ella sålarfrøding.
Vid at venda sær til
Kvinnuhúsið fæst at
vita, nær tann, ein vil
tosa við, er at hitta.
Kvinnur, sum seta seg
í samband við Kvinnu-
húsið, verða ikki skrá-
settar við navni ella ødr-
um, sum kann vísa aftur
til teirra. Allar kvinnur,
sum hava vaktir ella á
annan hátt hava sam-
band við arbeiðið í
Kvinnuhúsinum, hava
tagnarskyldu.
Arbeiðsmegin í hús-
inu er fyri meginpartin
kvinnur, sum arbeiða
sjálvbodnar, mest sum
mvaktir. I løtuni eru 45
kvinnur aktivar, men
ynskiligt hevdi verid,
um fleiri vóru. Kvinnur,
sum hava áhuga fyri ar-
beiðinum í Kvinnuhús-
inum, og sum møguliga
kundu hugsað sær at
verið við, kunnu ringja á
tif. 17200 ella hyggja
inn á gólvið gerandis-
dagar millum kl. 14.30
og 16.30.
Øll áhuga eru væl-
komin leygardagin 1.
okt. millum kl. 14 og 17.
Tá vatnverkið í Havnardali
var tikið í brúk í 1966, var
hetta stórt framstig — bæði tí
hetta var eitt stórt vatnverk,
sum í nógv ár kundi geva
nóg mikið av vatni til tann
tá skjótt vaksandi býin, so at
teir smærru brunnarnir, sum
í fleiri fórum vóru nær
bygdum øki, kundu steingj-
ast.
Ein stórur fyrimunur var
eisini, at vatnið varð sótt-
reinsað við klori, so at vatn-
ið var bakteriufrítt, og at
kálk var sett til fyri at fáa
rætta pH-virðið, so tering í
leiðingum og á nytslustød-
um var sum minst.
Tað var tó so, at fólk
skuldu út á vatnverkið
minst einaferð um dagin
fyri at skola sandfiltrini og
samstundis kanna eftir um
kálk- og klordoseringin var
í lagi.
Júst klordoseringin var
viðbrekin, tí var hon ikki
púra í lagi, kom klorsmakk-
ur at vatninum — og sveik
klordoseringin, so kundi
vera vandi fyri, at bakteriur
vóru í vatninum til ampa
bæði fyri fólk og virki.
Hetta var ikki heppið, og
hesi seinnu árini, tá eftirlit
við útfluttum fiskavørum
hevur verið sera strangt, er
tað komið fyri. at fiskavørur
eru kolldømdar av heilsu-
myndugleikunum í móttak-
aralandinum, tí tað í vøruni
vóru bakteriur, sum íkki
skuldu vera har.
Síðan 1966 er komið
nógv nýu fram innan við-
gerð av drekkivatni, og tá
vatnverkið í Villingardali
var tíkið í brúk í 1988, var
øll vatnvidgerdin har styrd
av automatikki, so at verkið
um å stendur kann vera
mannleyst í eina viku.
Sóttreinsingin verður her
gjørd við UV-stråling,
Lv.s., at ultraviolet ljós,
sum er bakteriudrepandi,
verdur sent gjøgnum vatn-
Í
|
|
Í
{
i
}
ið, áðrenn tað fer út í leið-
ingarnar.
Á henda hátt slepst undan
at klorsmakkur kemur at —
og um SEV skuldi svíkt, er
ein neyðstreymsmotorur,
sum tekur við, so at vatnið
altíð er sóttreinsað. Annars
verður eisini her sett kálk til
og vatnið reinsað í sand-
filtrum.
Nútímansgeringin í
Havnardali er gjørd, so at
hetta verkið hevur eina líkn-
andi UV-sóttreinsing sum
verkið í Villingardali, og
sandfiltrini verða skolað
automatiskt eina ferð um
samdøgrid. Kálkdoseringin
er lutvíst automatiserað.
UV-rørini í Havnardali
verda eisini vaskad auto-
matiskt, so at strålingin
verdur heilt jøvn. Vid hes-
um er møguligt altid at veita
øllum borgarunum, sum fåa
vatn úr Havnardali og Vill-
ingardali reint vatn uttan
klorsmakk — og at tryggja
øllum framleiðsluvirkjum í
Havn bakteriufrítt vatn, so
eingin vandi skuldi verið
fyri, at verur verða koll-
dømdar í itlondunum vegna
skeivt bakteriuinnihald.
Nekur tøl og facts:
Prosjekt: Tekniska deild
og Nomatrade.
Kostnaðurin av arbeiðin-
um í Havnardali 640.000
kr. uttan MVG.
Øll útgerðin er útvegað av
Nomatrade, sum eisini
hevur havt alt arbeiðið um
hendi.
Samlað vatnnýtsla í Tórs-
havnar kommunu er 0.u.
9.300 km? dagliga og
ernýtslan býtt, so at okk-
Tíðindi frá MáF:
Ongantíð áður so mong
á sjónleikarastevnu
Vikuskiftið 9.-11. sept.
vóru yvir 60 sjónleika-
áhugað úr øllum landin-
um komin saman til
stevnu í Vágum. Karm-
urin um stevnuna var
tann prýðiligi og væl út-
gjørdi Sørvågs skúli.
Setanin friggjakvøld-
ið var nakað seinkað, tí
Sam var ov lítil hendan
dagin til allar bilarnar,
ið skuldu vestur. Men
sjøtul varð so settur á og
luttakararnir býttir í
skeið- og arbeiðsbólk-
ar.
Undirvíst var í sjón-
leikarakynstri á tveim-
um skeiðum, sum
Kristina Hansen og
Mikkjal Helmsdal tóku
sær av. Tað meldaðu
seg nógv fleiri til skeið-
ini, enn pláss var fyri,
og øll kundu tíverri ikki
sleppa við. Serliga
mong ung vóru við
hesaferð. Tey ungu, ið
hava áhuga fyri sjón-
leiki, gera nógv meira
vart við seg nú, helst
gjøgnum teirra egnu
samskipan, sum eitur
»Ung í MåF«.
Á skeiðunum varð so
dúgliga arbeitt, at tey
untu sær nóg illa mat-
náðir. Ikki tí, øll tóku til
henda góða og væl-
smakkandi matin, sum
Friðgerð Petersen og
Winnie Tavsen borð-
reiddu við! Og so vóru
tær báðar altíð líka blid-
ar og fryntligar. Tað
sama er at siga um gll
har vesturi, sum vit
høvdu vit at gera. Torri,
skúlastjórin, og ikki
minst Hanne, skúlatæn-
arin. Hann var alla tíð-
ina áhugaður til steðar
og syrgdi fyri, at alt
fekst at rigga.
Almenn kveldseta
var eisini á skránni, og
ein bólkur tók sær av at
fyrireika hana saman
við vágafólki.
Gutti Petersen og
Torkil Haraldsen, ið áttu
sín stóra lut í fyri-
reikingunum av stevn-
uni av fyrstan tíð, høvdu
eisini gjørt sitt til at fáa
tilfar og fólk til kvøld-
setuna.
Framsýningin skuldi
vera leygarkvøldid kl.
20.30, so har var sera
knøpp tíð. Men tað varð
ein rættiliga fjølbroytt
og undirhaldandi skrá,
sum soleiðis kom burtur
úr samstarvinum.
250 fólk úr Vágum
umframt stevnufólkið
vóru livandi við í øllum,
sum borið varð fram.
Tað lá væl fyri hjá Tork-
ili at skipa fyri og gera
tað ekstra stuttligt.
Fólk lýddu við serlig-
um áhuga, tá ið Sonni
Jacobsen segði frá brot-
um úr Sørvågs søgu.
Fleiri góðar yrkingar
vórðu frambornar, mest
skemtiligar, og okkurt
prosastykki var lisið.
Klaksvíkingar 0.0.
framførdu nakrar stutt-
ligar skemtileikir.
Lív Dam sang ein
sang, annars var nógvur
felagssangur, sum Jó-
annes Petersen tók sær
av. Har treyt ikki tilfar
til undirhalds og lagið
var avbera gott.
Vit í MáF eru vága-
fólki, fyrst og fremst
teimum, ið nevndu er
omanfyri, sera takksom
fyri, at hendan sjónleik-
arastevna eydnaðist so
hendinga væl!
Vit gleðast eisini um,
at so mong ymsastaðni
frá komu við. Ahugin
fyri sjónleiki er stórri nú
enn nakrantíð. Tað vísir
bara, at arbeiðið hjá
MáF, sum fyllir 15 ár
23. september í ár, hevur
borið åvøkst! Og tað er
góð fødingardagsgåva,
sigur formaðurin,
Sverre Egholm í tíð-
indaskrivi.
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, ella á tlf. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvenn dag
frå kl. 14.30—7.00 á morgni.
urt um ein tridingur kem-
ur år Havnardali og tveir
tridingar år Villingardali.
Ætlanin er komandi år,
um figgjarumstødurnar
loyva ti, at leggja nyggjan
vatnleidning åt á Argir, so
at tey, sum her búgva, eis-
ini kunnu fáa vatn úr
Havnardali.
Á GILJANESI
SKO Yp
9,
N
å PC
TAXA
FERDAMANNAHEIM
Tlf. 32900/Tif. 87199
pE
AN NEO 0