hósdagur 29. september 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 185 — 29. SEPTEMBER 1994
Verkamannafylkingin:
Umboðar
politisk
heimleys
Eingin kann við vissu siga,
hvaðani flokkar fáa sínar
atkvødur, men Jógvan Mørk-
øre, samfelagsfrødingur held-
ur, at mest sannlikt er, at
Verkamannafylkingin i
størsta mun hevur fingið sínar
atkvødur frá politiskt
heimleysum vinstru megin
miðjuna.
Stórar broytingar hendu á
løgtingsvalinum. Millum
annað fór Javnadarflokk-
urin niður í helvt í ting-
manningini, og Verka-
mannafylkingin fekk try
umbod vald å ting.
Vid fólkatingsvalið
gjørdist Verkamannafylk-
ingin fjórði størsti flokkur.
Hon gjørdist eisini størst í
fleiri bygdum. Men hvaðani
fær fylkingin sínar atkvød-
ur. Fleiri vilja vera við, at
flestu atkvødurnar koma frå
Javnadarflokkinum. Men
sjålv sigur Verkamanna-
fylkingin, at føroyskur
politikkur snyr seg ikki um
høgra ella vinstra ella um
samband ella sjálvstýri.
Føroyskur politikkur snýr
seg í dag um at finna
skilagóðar og praktiskar
loysnir, sigur fylkingin.
Hvat sigur ein samfelags-
frødingur um hesi viður-
skifti, og hvussu kunnu vit
rokna við tað verður fram-
yvir. Vit hava spurt Jógvan
Mørkøre.
Ikki sum aðrastaðni
Sambandið millum fak-
felagsrørsluna og åvisan
politiskan flokk ella flokkar
havaaltíð verið heilt øOrvisi
í Føroyum enn í til dømis
hinum norðanlondnum.
Aðrastaðni hevur verið og
er eitt tætt samband millum
fakfelagsrørsluna og Jav-
naðarflokkin, men hetta
hevur bert verið partvíst
galdandi í Føroyum vísir
Jógvan Mørkøre á.
-Undan seinra heimsbar-
daga stuðlaðu nógv fak-
felagsfólk Sjálvstýrisflok-
kin, serliga fiskimenn.
Hendan leiklutin yvirtók
Tjóðveldisflokkurin eftir
heimsbardagan. Tá stóð
mangan hart á millum
Tjóðveldisflokkin og Jav-
naðarflokkin á fakfelags-
frontinum.
-Fakfelagsrørslan hevur
heldur ikki sjálv staðið
saman sum vit kenna tað úr
grannalondunum. Vit hava
ongantíð sum í gðrum norð-
urlondum havt eitt LO.
-Undan krígnum vóru
Nú sleppur Ingeborg
Vinther eisini at vera
viðat býta
samfelagskøkuna.
Mynd:Kalmar
røddir innan Føroya Ar-
beidarafelag sum vildu lima
felagsskapin inn i danska
arbeidaralandsfelagsskapin
men helst mundu tað vera
sjálvstýrisfólkini, sum
forðaðu hesum.
-Fyrst í fimtiårunum vóru
røddir frammi um at sam-
eina Føroya Fiskimanna-
felag og Føroya Arbeið-
arafelag til eitt føroyskt LO,
men hetta bleiv heldur ikki
til nakad. Vit kunnu heldur
siga tvørturim6ti, ti fleiri av
teimum feløgum, sum ådur
hava verið saman, hava
skipað seg í sjålvstødug
feløg, sigur Jógvan Mørk-
øre, og leggur aftrat, at á
sama hátt kann sigast, at
føroyski Javnaðarflokkurin
hevur heldur ongantíð havt
ta somu støduna sum í hin-
um norðanlondnum mót-
vegis fakfeløgnum.
-Tað hevur sjálvandi altíð
verið ynskidreymurin hjá
Javnaðarflokkinum at vera
arbeiðaraflokkurin,- at vera
í somu stóðu sum javnað-
arflokkar aðrastaðni. Har-
aftrat var flokkurin stovn-
aður fyri ein stóran part av
fakfelagsfólki, og tí er tað
beinleiðis katastrofalt um
flokkurin heldur, at hann nú
hevur spælt av við júst
hendan partin av atkvød-
num til Verkamannafylk-
ingina, sigur Jógvan Mørk-
øre
Starvsfólkaflokkur
Men hann sigur seg ivast
í, um tað er so. Jógvan
Mørkøre vísir á eina kan-
ning, sum ein dani gjørdi í
1992 av føroysku flokk-
unum og veljarafjøldini.
Hann kom til tað úrslit, at
millum ófaklærd átti Fólka-
flokkurin 17 prosent, Sam-
bandsflokkurin 19, Javnað-
arflokkurin 21 og Tjóð-
veldisflokkurin 16 prosent.
Við ødrum orðum er ikki
talan um, at júst Javnaðar-
flokkurin hevur monopol
upp á hesar atkvødurnar.
Millum faklærdar hand-
verkarar stendur Fólka-
flokkurin sterkastur við 33
prosentum, Javnaðarflokk-
urin 17, Sambandsflokkur-
in 20 og Tóðveldisflokkurin
11 prosent.
Hinvegin stendur Javnað-
arflokkurin, sambært hesi
kanningini, sterkastur mill-
um starvsfólk. Her eigur
flokkurin 28 prosent hjó
teimum lægru løntu starvs-
fólkunum og 41 prosent
millum tey hægri lentu
starvsfólkini. Eingin av
teimum størru flokkunum
koma upp um 20 prosent.
-Hetta er áðrenn Verka-
mannafylkingin stakk seg
uppat tað vísti seg, at sterk-
asta stødan hjá Javnaðar-
flokkinum ikki júst er
millum tey lægst løtu, vísir
Jógvan Mørkøre á.
-Tað er tí ein stórur spur-
ningur um Verkamanna-
fylkingin er farin avstað við
júst — javnadaratkvødum,
heldur Jógvan Mørkøre.
Hann vísir á, at formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag hevur sagt, at akademik-
ararnir eru farnir við Jav-
naðarflokkinum, og tað má
sigast at nakað er um tað.
Jógvan Mørkøre heldur, at
ein av orsøknum til, at
Verkamannafylkingin er
vorðin so sterk er, at júst tey
lægstløntu tørva onkran at
umboda seg.
Hverki høgra
ella vinstra
Hvar liggur fylkingin pol-
itiskt?
-Fylkingin sigur sjálv at í
somu løtu aðrir flokkar
uppfylla tað sum fólk rokna
av teimum, fer Verka-
mannafylkingin at gevast.
Samstundis sigur fylkingin,
at hon tekur ikki stóðu til
høgra og vinstra. Um fylk-
ingin er vorðin til, orsaka av
at aðrir flokkar hava svikið
sína søguligu stevnu má tað
merkja, at Javnaðarflokk-
urin er drigin móti miðjuni,
men so hongur ikki rættiliga
saman hjá fylkingini. Ein
kann spyrja nær fylkingin
heldur, at hinir flokkarnir
eru komnir á beint aftur. Er
tað tá Javnaðarflokkurin
hevur flutt seg longur móti
vinstru? Um so er kann
fylkingin ikki siga, at hon
ikki tekur stóðu til høgra
ella vinstra í politikki, held-
ur Jógvan Mørkøre.
-Fer eitt nú Javnaðar-
flokkurin ikki til vinstru
kann roknast við, at Verka-
mannafylkingin leggur seg í
tað plássið, og hevur tá tikið
stóðu sum vinstrasinnaður
Tíðindablaðið [ sostafurin |
Leygardagin fundadust
tey í
Verkamannafylkingini.
Teirra millum var eisini
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, Kalr
Johansen, og Andrias
Debes, neyndarlimur.
Mynd: Kalmar
flokkur.
-Vil
Verkamannafylkingin ikki
sjálv siga hvar hon liggur
politiskt kunnu onnur
sjálvandi gera tað fyri tey,
og tá er mest sannlíkt at
siga, at Verkamannafylk-
ingin er eitt boð upp á ein
politikk sum skal liggja til
vinstru fyri teir flokkar,
sum hava flutt seg móti
miðjuni, heldur Jógvan
Mørkøre.
Eingir kjarnuveljarar
Kann ein fylking yvirliva
vid at siga, at politikkur
snyr seg ikki um høgra ella
vinstra, ikki um samband
ella sjålvstyri, men bert um
praktiskan politikk?
-Tað vísir seg at ganga
væl. Tað vísir seg ikki at
geva tað stóra at umboða
áhugamálini hjá ávísum
bólkum. Tað er meira
spurningurin at presentera
politikk, sigur Jógvan
Mørkøre,- at duga at slota
eftir ávísum málum frá vali
til val so kann man koma
langt, men samstundis er
tað trupult, tí á hendan hátt
fær ein flokkur ella fylking
ikki nakran fastan viðhalds-
skara. Tað sum kemur lætt
fer eisini lætt, sigur sam-
felagsfrødingurin.
Hann heldur, at stødan hjå
Verkamannafylkingini er
trupul á tann hátt, at fólk
vænta sær nógv av henni og
eingin fastur skari er av
kjarnuveljarum uttan so, at
fylkingin hevur tíkið hann
frá øðrum flokki ella flokk-
um.
-Hinvegin kann Verka-
Framhald á síðu 9