hósdagur 29. september 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 7
Tíðindablaðið (STL.
Nú má Nyrup gera upp við seg sjálvan:
Hvat vilja |
danir vid
Førovum
Komandi samrådingarnar við donsku stjórnina
verða ikki bert truplar fyri føroyingar. Nú má Ny-
rup gera upp við seg sjálvan hvat danska stjórnin
vil við Føroyum, heldur Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfróðingur
Um stutta tíð skal føroyska
landsstýrið hitta donsku
stjórnina. Og tað eru júst
hesar tingingar og avtalur,
sum eru millum teir stóru
trupulleikarnir hjá gomlu
politisku flokkunum mót-
vegis Verkamannafylking-
ini tá hugsað verður um
atkvgðubýtið hesi bæði
seinastu = valini, heldur
Jógvan Mørkøre, sam-
felagsfrødingur.
-Jåst hetta, at gomlu
flokkarnir hava verið
noyddir at leggja rygg til
ein politikk, sum í stóran
mun hevur verið stungin út
í teimum avtalum sum
gjørdar eru við donsku
stjórnina. Harvið hava hesir
flokkar skapt eina gjógv
millum seg og veljararnar,
sum úrslitið av seinastu
valunum vístu, sigur
Jógvan Mørkørc.
-Men hendan trupulleik-
an sleppur heldur íkki
Verkamannafylkingin und-
an. Trupulleikan kemur
eisini fylkingin út í, nú sam-
ráðingar skulu vera. Verka-
mannafylkingin kann siga
kortanei til nakra avtalu,
sum ikki hóvar okkum fult
og heil! Men so kann
hinvegin roknast við, at
samgongan ríkur, sigur
Jógvan Mørkøre. Hann
heldur, at júst hesin spur-
ningurin er hin truplasti hjá
hesi samgonguni,- at hava
ein flokk í samgonguni,
sum hevur sagt seg hava
reinar hendur. Og vil fylk-
ingin varðveita reinar hend-
ur, er beinleiðis lívsvanda-
mikið at fara inn í tílíkar
úngingar og geraneyðsemj-
ur.
Jógvan Mørkøre sigur, at
landsstýrissamgongan má
nú bert vóna, at danir nú
verða meira at tosa við og
ikki so harðrendir sum teir
higartil hava verið.
Hvussu leingi kunnu
danir tykta Ísroyingar
Samfelagsfrødingurin
sigur seg eisini ivast í
hvussu leingi danir kunnu
loyva sær at tykta føroying-
ar. Gera teir tað ov leingi fer
tað at geva bakslag.
Verða treytirnar frá
danskari síðu ov harðligar,
so Verkamannafylkingin
ikki kann ganga við til tær,
ríkur samgongan. Ikki nóg
mikið við tí. Tá fáa vit eisini
eina kreppu millum Dan-
mark og Føroyar, sigur
Jógvan Mørkøre og leggur
aftart, at í hesum føri er
Verkamannafylkingin
meira viðbrekin enn hinir
flokkarnir. Slakar fylking-
in, veit hon ikki hvar hon
endar. Eitt sindur ødrvisi er
við hinum flokknum, sum
nú atkvøduliga eru meira at
kalla komnir inn á bein og
hava stórt sæð bert kjarnu-
veljararnar eftir.
-Hinvegin eru hinir flokk-
arnir, og ikki minst Javnað-
arflokkurin, greiðir yvir, at
heiðurin av avtalunum við
donsku stjórnini, geva ikki
nógvar atkvødur. Ti kann
roknast við, at eisini Jav-
naðarflokkurin verður
meira kritiskur mótvegis
dønum hesaferð enn hann
áður hevur verið.
Aðrar loysnir?
Men verður nú eisini verri
at sita donsku megin borðið
hesaferð?
-Vit hava hoyrt onkran
danskan politikara siga, at
teir høvdu væntað sær at tað
fór at ganga skjótari hjá før-
oyingum at koma úr
kreppustøduna aftur.Hetta
kann tulkast so, at teir eru
sinnaðir at royna annan
heilivág og viðganga, at tað
sum higartil er roynt, hevur
ikki verið nóg gott, heldur
Jógvan Mørkøre.
Samfelagsfrødingurin
vísir á, at eitt av aðalmálum
Javnaðarfloksins hevur alla
tíðina verið, at vit eru í
ríkisfelagsskapi við Dan-
mark og harvið eisini partur
í einum vælferðarsamfelagi
so livilikindini ikki gjørdist
ov nógv ødrvisi í hesum
partinum av ríkinum í mun
til í hinum syðra. Tað hevur
eisini = verið støda Dan-
markar at hjálpa til við
uppbyggingina av føroyska
samfelagnum,- so at hetta
skuldi koma øllum til góða.
Tå syntust eisini vidurskift-
ini millm danska og
føroyska Javnadarflokkin
Nr. 185 — 29. SEPTEMBER 1994
at vera góð. Men nú tykist
sum vent er í holuni, nú
danir hjálpa við banka-
bjarging, heldur við loysn-
um, sum flestu føroyingar
meta sum hjálp til alla før-
oysku fjøldina.
Helmastýris-
samgonga
-Nú hava vit aftur fingið
eina heimastýrissamgongu,
sum helst fer at leggja upp
til viðurskiftini samanborin
við tey í sekstiárnum,- at
Danmark er við at bjarga og
styrkja vælferðarsamfelag-
ið.
-Hetta er ein spurningur,
sum Poul Nyrup Rasmusen
nú má svara. Hann hevur
fleiri ferðir tosað um sand-
hedens time mótvegis Før-
oyum, men nú er spurning-
urin, um talan ikki er um
sandhedens time hjå donsku
stjórnini, og hvat hon vil við
Føroyum.
-Hvat vilja danir? Er tað
so, at danir vilja, at teirra
vælferðarsamfelag fram-
vegis eisini fevnir um Før-
+
Nú må Nyrup gera sær
greitt hvat danska stjórnin
vil við Føroyum, heldur
Jógvan Mørkøre,
samfelagsfréðingur.
Mynd: Jan
oyar, ella halda teir, at tað er
vorðið ov kostnaðarmikið
fyri Danmark at varðveita
hendan partin av ríkinum
sum værferðarsamfelag,
spyr Jógvan Mørkøre.
Samfelagsfrødingurin
heldur, at lítið er at ivast í
hvat føroyingar — sjålvir
ynskja. Nú mugu danir siga
hvat teir vilja. Siga danir nei
til framhaldandi at tryggja
vælferðarsamfelagið Fer-
oyar, fáa vit eina heilt aðra
politiska støðu her heima.
Tá fer aftur spurningurin
um samband og sjálvstýri at
blóma, og tá kemur hendan
samgongan í stórar trupul-
leikar.
Jógvan Mørkøre heldur
annars, at avtalurnar binda
danir so mikið, at teir nú
mugu siga sum so, at tiltøk-
ini higartil hava ikki hjálpt
nóg mikið, so annað má nú
roynast.
-Fyrst av gøllum mugu
danir gera upp við seg sjálv-
ar hvat teir vilja við Føroy-
um, heldur samfelagsfrað-
ingurin.
tór.-
Komandi samráðingarnar
við donsku stjórnina
verða neyvan minni
truplar enn tær áður hava
verið. Men nú verður
onnur manning øðru
megin borðið.
Mynd: Jan