Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 186 — 30. SEPTEMBER 1994 Sida 3 Tíðindablaðið Reiðarin á Heinabergi: Har var hvort oyra - Eg skilji ikki, hví Jørgen Bech sigur, vit ikki høvdu eginpeningin, sigur Karl Robert Johansen, sum var reiðari á Heinabergi Tá Jørgen Bech, reiðari á Skálafjalli, mánadagin varð avhoyrdur, segði hann seg vita um eitt annað reiðarí, sum ongantíð útvegaði seinastu milliónina av egin- peninginum. Skipið var Heinaberg, segði hann. - Eg skilji ikki, hví Jørgen Bech kemur við hasum, tí tað var ikki so, sigur Karl Robert Johansen, sum var reiðari á Heinabergi. Heinaberg kostaði 50 mió. krónur og ikki 40 mi6., sum Jørgen Bech segði. Tað tók sína tíð at fáa hann bygdan, tí tá fyrst í 80- árunum vórðu onnur skip bygd í Noregi fyri 40 mió. krónur, og landsstýrið vildi hava alt kannað, áðrenn hetta skipið varð bygt. Men so góðtók landsstýr- ið at byggja hann á Skála fyri 50 mió. krónur. Karl Robert Johansen sigur, at hvørt oyra av egin- peninginum var til. Parta- felagið, sum átti Ólav Greg- ersen, setti eina millión í, arbeiðsmannafelagið, manningin, flakavirkið og onnur lótu hin partin av eginpeninginum, og alt varð goldið. Hvaðani Jørgen Bech hevur tíðindini um ta vant- andi milliónina, veit Karl Robert Johansen ikki, tí Jør- gen Bech var hvørki parta- eigari ella nevndarlimur. Tá politiið fór undir at kanna fleiri skipamál, hugdu teir eisini at viður- skiftunum hjá Heinabergi, men politiið slepti beinan- vegin málinum, sigur Karl Robert Johansen. Såttmålin um Heinaberg 1 N | F JAIS Te MÁLIÐ Å Heinabrg fekk ringa bryjan, ti tå hann før av | bakkastokki, koppadi hann. Tvær ferdir er hann seldur å tvingsilssølu, síðan hetta hendi í 1984. Í år keyptu hvalbingar hann varð gjørdur í desember 1982, men hann var ikki klárur at fara sín fyrsta túrin fyrr enn 14. septembei 1985. Eitt sindur seinkaði tað eisini skipinum, at hann sjálvan valdagin 8. desem- seldur á tvingsilssølu og Phoenix men hevur nú fekk tá navnið Phoenix. heimstað í Hvalba. Hann eitur framvegis randi ber 1984 koppaði, tá hann fór av bakkastokki. Í 1987 varð Heinaberg Herferð móti herverki Skúlarnir í Havn og á Argjum fara í vetur og næsta vár at vidgera evnini harðskap og herverk Nú skal okkurt gerast við harðskapin og herverkini í Havnini. Tað ber ikki til, at rútar javnan verða knústir, gøtuljés verða sorlað sund- ur, trø verða brotin, ognir ikki fáa frið, skúlanir heldur | ikki, og ikki ment at fólk ikki fáa frið at ganga. Tórshavnar býráð hevur umrøtt harðskapin og her- verkini og sett ein arbeiðs- bólk at koma við uppskotu- m um, hvat gerast skal. Tað er nú blivið eina "Herferð móti hardskapi”, og allir skúlanæmingarnir í Havn og á Argjum skulu verða við. Endamálið er at fáa næm- ingarnar at tosa um harð- skapin og herverkini, hví slíkt verður gjørt - fyri at koma tí til livs. Men áðrenn næmingarnir koma uppá, verða skeið fyri lær- arum, og tilfar verður lagt til rættis. Í januar mánaði fara skúlarnir at fyrireika seg, fyrst í februar mánaði verð- ur ein evnisvika, og síðan arbeiða skúlarnir við evni- num hver í sínum lagi. 7. apríl hava teir elstu flokkarnir eitt felags tiltak við framførslum og fram- sýningum fyri almenning- inum. Skúlarnir eru eisini bidnir * ið Nod > Sorlaðir rútar eru gerandiskostur í Havnini um at taka foreldrini upp í arbeiðið. randi á ">; 46% Enn er ikki fullteknað allastaðni FRÍTÍÐARUNDIRVÍSINGIN á Oyrarhakka veturin 1994 Tlf. 22449 GREIN LÆRARI ENSKT: (á 8.-9. floks stigi) Mai-Britt Andersen Mikudag 18.45-21.20 ÆTTARGRANSKING: Týsdag — 18.45-22.15 MASKINBINDING: Mikudag 18.45-22.15 (tekstviðgerð og rokniark) Mánadag 19.00-20.40 POSTALÍNSMÁLING: Leygardag 13.00-16.30 YMISK HANDARBEIÐI: Friggjadag 18.45-22.15 Leygardag 10.00-15.20 SEYMING: Tysdag 2 7 Maria Jacobsen 47004 Selinda Andresson 13201 Regin Ellingsgaard 22219 Esther Bech Katrin Hansen Elspa Sumberg 18.45-22.15 Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og av góðkenn- ing frá myndugleikunum. Tilmeldingargjaldið er 300 kr. fyri hverja lærugrein, og tað skal vera goldið inn á girokonto skúl- ans nr. 59188 í seinasta lagi 2. undirvisingarkvøld. Nærri upplýsingar og fráboðan hjá faklærara. Ætlanin er at byrja í viku nr. 40. Felagsskúlin á Oyrarbakka Tlf. 22156 KR